mikudagur 6. januar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 • 6. jan 2010
MIÐVIKAN
30
Sofus giftist við
Zelindu, dóttir Onnu
Louisu og Johan
David Jacobsen í
Norðragøtu. Her er
ein lýsing av Johan
David
Johan David var ættaður av
Skipa nesi, men kom ungur til
Gøtu, har hann giftist við Onnu
Louisu Zachariassen í Jákups
stovu.
Tey búsettust úti á Fløtum, har
Johan David hevði smiðju, sum
varð bygd uppí húsini.
Johan David var ein nærum
sjálvlærdur smiður. Hann hevði
arbeitt hjá beiggja sínum
Tumm asi, sum hevði lært smíð í
Mikla dali.
Johan David yvirtók smiðjuna
frá Tummasi, sum flutti til Søld
ar fjarðar og hevði smiðju har.
Johan David gjørdi alt hugsandi
smiðjuarbeiði. Nógv ættarlið av
gøtudreingjum hava havt sum
fragd at blása luft til essuna hjá
Johan Davidi.
Urias
Johan David gjørdi so nógv
ann að enn smiðjuarbeiði. Eitt av
hansara »spesialunum« var at
umvæla ur, tí varð hann eisini
nevndur »urias« millum manna.
Her gjørdi tað ikki mun, um tað
vóru størstu bornholmaraklokkur
ella minstu damuur, sum hann fór
í holt við. Hann var so hegnigur,
at hann enntá kundi skoyta
fjarðarnar á urum.
Urini komu úr øllum landinum.
Tey komu og vórðu send við
postinum. Tað var uppgávan
hjá dótrini Jacobinu at senda
urini avstað aftur og at pakka
tey so væl, at tey kundu koma
heilskapað fram aftur. Eyka lut
irnar fekk Johan David úr Keyp
mannahavn.
Slíkt »fínmekanisk« arbeiði
gekk fyri seg í stovuni hjá Johan
Davidi og ikki í smiðuni.
Jacobina mintist eisini, at eina
ferð aftaná 1. veraldar bar daga
kom ein stórur pakki av brillum
frá donskum handils sam bandi
hjá Johan David. Hetta vóru
modell, sum vóru farin av móta
í Danmark, og sum hann helt
kanska kundu seljast í Før oyum.
Tað stóð heldur ikki á. Brill urnar
kostaðu 1 kr. í innkeypi, og hann
seldi tær avstað aftur fyri 2 kr.
Hetta hevur kanska givið nakað
av peningi, men annars var tað
eyðkent fyri slíkar menn, at teir
dugdu illa at taka fyri tað, sum
teir gjørdu, so nakað gullnám
gjørdist hetta ikki.
Tað var nú heldur ikki altíð,
at goldið var í peningi. Vóru tað
bøndur, sum vóru kundar, vóru
teir kanska eins skjótt bidnir um
okkurt av seyði í løn.
Ikki minst undir teimum báð
um stóru kríggjunum var brúk
fyri tí snildi, sum slíkir menn
kundi leggja fyri dagin. Undir 1.
heimsbardaga fekst ikki petrol
eum til lampurnar. Einasta brenni
evni var lýsi, men hetta dálkaði
illa. Men snillingar sum Johan
David fingu gjørt lampur, sum
uttan stórvegis háva kundu nýtast
til lýsi. Frammanundan hevði
Johan David annars gjørt hópin
av kolum, sum tá vóru lampurnar í
føroyskum heimum.
Johan David gjørdi eisini kum
passir, og onkur úti við 90 ára
gom ul kumpass hjá honum er enn
til.
Primusar
Undir seinna heimsbardaga vóru
tað brennararnir til primusar, sum
vóru trupulleikin, teir skaffaðust
nevnliga ikki. Men her kom ein
serligur eginleiki hjá Jacobinu til
góða. Henni dámdi ikki at blaka
nakað burtur. So teir brennarar,
sum annars skuldu havi verið
blaðkaðir burtur sum ónýtiligir,
hevði hon goymt, og hevði enntá
drigið teir uppá eitt band.
Johan David fekk umvælt
teir allar, soleiðis at teir kundu
brúkast.
Brennarar kundu hava tveir
feilir. Annar var, at hol var á,
og teir kundu leka. Hetta kravdi
slaglodding, sum var eitt serligt
kynstur.
Hin var, at brennarin kundi vera
typtur. Tá mátti hann skrúvast úr
og opnast við krúti, sum fekst til
at bresta. Her skuldi ansast sera
væl eftir.
Patentið hjá Jacobinu
Men Jacobina var ikki fyri noth
ing heldur á hesum økinum. Hon
fann uppá ein nýggjan lættari
máta at gera hetta.
Brennarin skuldi fyri tað fyrsta
ikki skrúvast úr. Beholdarin skuldi
tømast fyri petroleum. Tínæst
skuldi munnstykkið skrúvast úr.
Tað næsta var at pumpa luft í
primusin. Síðani skuldi spritt
á skálina, sum varð nýtt til at
hita primusin, áðrenn hann varð
tendraður. Primusurin varð settur
út á gátt, so ikki nakað skuldi
henda, um eldur kom í. Síðani fór
Jacobina innar í køkin at bíða,
inntil hon hoyrdi eitt skot. Nú var
brennarin opin. Munnstykkið varð
nú skrúvað í, og so var alt í lagi.
Hetta var ein nógv lættari máti,
sum spardi nógv stríð.
Tað var eisini tørvur á reinsi
nálum til brennarar. Men hetta
var eingin trupulleiki hjá Johan
Davidi. Hann gjørdi ein hóp av
teimum, og hann seldi tær fyri 5
oyru.
Uppgávurnar hjá eini smiðju
vóru sum sagt alt millum himmal
og jørð, og tað var nærum einki
mark fyri, hvat Johan David kundi
greiða. Fyribrigdi sum at nitta,
zinka, lodda, slaglodda er partur
av orðafarinum, sum børnini hjá
honum vuksu upp við.
Johan David var kendur sum
ein sera lagaligur maður. Tá
eingilskmenninir undir krígnum
høvdu brúk fyri at gera okkurt
smiðjarbeiði, so lænti hann teim
um smiðjuna, so teir kundi gera
tað sjálvir. Hetta var áðrenn teir
sjálvir fingu smiðju.
Gelendarin um
Lorvíksfjall
Ein av uppgávunum hjá Johan
Davidi var eisini at gera gelend
aran um Lorvíksfjall av nýggjum
fyrrapartin í tjúgunum. Valaverk
hevur verið, tí gelend arin og
trapp urnar, sum hann eisini
umvældi, halda enn. So sigast
kann bókstaviliga, at Johan David
hevði nógv jørn í eldinum!
Hann var sera vitandi og las
nógv. Um so fólk komu inn at
vitja, kundi kann saktans sita og
lesa í eini bók, og eingin tók sær
ilt av tí. Hann hevði sera gott
skil á veðri, og hvussu náttúran
háttaði sær undir ymiskum veður
viðurskiftum.
Tað skal verða nevnt her, at
nógvir eftirkomarar hjá Johan
Davidi hava eisini víst seg at
hava eitt framúr gott handalag.
Heimadoktari
Johan David var eisini eitt slag av
heimadoktara. Hann koppaði fólk,
sum tað kallaðist. Tey, sum søktu
Johan David í hesum ørindum,
vóru serliga fólk við hovnum
bein um ella hondum. Fyrst Jaco
bina mintist, var reiðskapurin
tað spíska av einum neytahorni.
Men seinni gjørdist tað eitt glas
við fóti. Og mannagongdin var
hendan:
Glasið skuldi fáast til at súgva
seg fast í húðina. Hetta varð gjørt
á tann hátt, at áðrenn glasið varð
sett inn móti húðini, varð eitt
petti av logandi pappíri koyrt í
glasið, sum tískil gjørdist lufttómt
og seyg seg fast. Tá glasið varð
tikið frá aftur, var ein kúla á
húðini. So tók Johan David ein
rakiknív og hakkaði í kúluna, so
tað fór at bløða. Síðani var sjúki
limurin koyrdur í eina balju við
flógvum vatni, og »illa blóðið«
rann út.
Tað vísti seg, at hetta hjálpti, í
hvussu er fyri eina tíð.
Rætting: Ole Jacobsen, føddur
1714, var giftur við Cathrine
Simonsdatter.
Komandi partur
Í triðja og seinasta parti
greiðir Sofus meira frá
sínum skipslívi. Hann fer
m.a. at sigla við Trónd í
Gøtu, sum verður nærri
umrøddur
Søgan um ein hegnismann:
Johan David Jacobsen (1872-1955)
Johan David og Anna Louisa saman við elstu børnunum. F.v. Sakaris Karl,
doyði sum smádrongur, Laura og Jacobina, sum rukku ellisár.
Her úti á Fløtum í Norðragøtu búðu Anna Louisa og Johan David, og her hevði
hann eisinu smiðu.
Johan David gjørdi
eisini kumpassir.
Dóttirin Jacobina
teknaði rósuna
Ein primussur kundi
eisini vera ein avbjóðing
hjá einum snillingi