Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 12. desember 2001 Nr. 240 - 12. desember 2001 17 10 ár eftir fyrru fløguna hjá bólkinum, kemur Chase sum tjóvur á nátt við nýggjari fløgu. Fløgan inniheldur bæði lívligan rocktónleik og vakrar balladur TÓNLEIKUR Jonhard Hammer Fyrrapartin í gjár hevði rockbólkuri Chase móttøku á Platform í Havn. Høvið var nýggja fløgan hjá bólkinum, sum nú er komin í sølubúðirar. »Sum tjóvur á nátt« rópa teir fløguna, og tað er ikki sørt, at hetta heitið sipar til bólkin, sum ikki hevur gjørt um seg í eini 10 ár, men sum nú knappliga er at finna á før- oyska rockpallinum aftur. Teir í Chase hava nógv ár á baki sum tónleikarar, men tað forðar teimum ikki í at gera eina rockfløgu. - Tú skalt bara vera ungur í sinni og koyra á, so gongur tað nokk, sigur bassspælarin Mikkjal Joen- sen, sum er farin um tey 40. Blandaður rockur James Olsen, sum er trummuspælari í Chase, spældi nakað av tónleik- inum fyri teimum, sum vóru møtt á tíðindafund- inum. Hetta gjørdi hann á eina skemtiligan og lættan hátt, so lagið hendan týsmorgunin var í nánd av tí, sum tað plagar at verða um vikuskiftini í Platform. Tónleikurin á fløguni er bæði lívligur rocktónleikur og stillar balladur. Sangurin »Sakni teg« er ein av teimum stillu sangunum, sum ivaleyst fer at verða nógv spældur. Tá talan er um meira lívligu sangirnar er »Bert eina nátt« eitt av boðunum upp á ein slagara. Høvuðsmenninir í fram- leiðsluni hava verið Ed- mund Jacobsen, Niclas Johannesen, Mikkjal Joen- sen og James Olsen. Teir hava tó fingið góða hjálp frá føroyska tónleikafram- leiðaranum Óla Poulsen, sum bæði hevur hjálpt teimum við onkrum lagi, innspælingum og ljóð- blanding. Hans Poulsen, Kim Hansen, Lehnert Kjeldsen og Jákup Zachariasen spæla eisini á fløguni. Stuttligt arbeiði Hugskotið um eina nýggja Chase fløgu stavar frá september mánaði í 2000, tá ið Edmund og Mikkjal tosaðu um at gera eina stakfløgu. Orsøkin til hetta var, at gamla fløgan hjá teimum framvegis var at hoyra, hóast 10 ár vóru gingin, síðani hon kom út. Tað endaði tó við, at teir samdust um, at tað einasta rætta var at gera eina nýggja fløgu. Tað vísti seg eisini, at tey, sum vitjaðu heimasíðuna hjá Chase, sera fegin vildu hava eina fløgu - ikki eina stakfløgu, sum upprunaliga hugskotið var. Upptøkurnar byrjaðu í september mánaði, og síðani hevur tað verið ein støðug kapprenning við tíðina fyri at fáa tónleikin lidnan. Útgávudagurin var útsettur tvær ferðir, men triðju ferð eydnaðist tað at fáa fløguna lidna til tíðina. - Tað er altíð nógv arbeiði í at gera eina fløgu, men vit hava havt nógvar góðar stuðlar, og tí hava vit havt betri tíð enn vanligt at hugsa um tónleikin. Men tað er ikki lætt at vera í ymiskum londum, tá ein fløga skal gerast., sigur Mikkjal Joensen, sum hev- ur samskipað allar part- arnar av fløguarbeiðnum. - Sjálvt um tað hevur verið strævið, so hevur tað verið sera stuttligt at gjørt hesa fløguna, sigur hann. Chase er øðrvísi Ikki allir av teimum gomlu limunum í Chase eru við á hesi fløguni, men allir teir fýra, sum nú manna bólkin, hava spælt í Chase. Ein teirra er James Ol- sen, sum hevur verið nógv uttanlands seinnu árini, men sum ongantíð hevur mist sambandið við før- oyska tónleikaheimin fyri tað. - Hetta er øðrvísi enn at spæla við Erann DD. Tónleikurin eri ein annar, og leikluturin hjá mær er eisini øðrvísi. Erann er einasti frontfigururin í sínum bólki, meðan vit allir hava okkara stóru uppgávur í Chase, sigur James Olsen. Hann lovar, at bólkurin fer at hava nógv spennandi á skránni, tá hann móti endanum av árinum fer á pall aftur. Higartil liggur tað fast, at Chase verður við á nýggjárskonsertini í ítróttarhøllini á Hálsi 29. desember. Sum tjóvar á nátt Tríggir av limunum í Chase Mikkjal Joensen, Niclas Johannesen og James Olsen Heðin helt at nýggja Chase-fløgan er góð Leygarkvøldið kom- andi skipar »Kom og dansa« fyri at dansi- tiltaki í Havn við Juliannuboys DANSUR Tíðindaskriv Nú jólini nærkast, er eisini lívligt í vikuskiftinum. Nógv jólaborðhald eru; nógvir útisetar koma heim at vitja. Alt hetta ger, at sera nógv fólk leita sær í býin at dansa og hugna sær hesi kvøldini. Av tí at trupult kann verða at sleppa inn í tey føstu dansistøðini og nær- um ógjørligt at fáa pláss at dansa, fer dansifelagið »Kom og dansa« at skipa fyri einum jóladansi í Badmintonhøllini í Havn, har fólk fáa høvi at dansa og hugna sær – uttan at standa sum sild í tunnu. Tiltakið verður komandi leygardag 15. december, og vera tað teir vælumtóktu Juliannuboys, sum fara at spæla til dansin. Batmintonhøllin er stór og rúmlig, og har gott pláss er at dansa. Borð og stólar verða sett upp, og høllin verður pyntað. Eisini verður møguleiki at keypa okkurt leskandi, eins og okkurt verður at fáa til matna. Juliannuboys hava spælt til dans í mong ár, og spæla teir sera góðan og flølbroyttan dansitónleik. Tiltakið var eisini í fjør, og var tað sera væleydnað. Fyrireikarnir vóna, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak til gleði fyri bæði ung og eldri. Aldursmarkið er 20 ár. Jóladansur í Badmintonhøllini í Havn Juliannuboys fara at spæla til dansin í Badmintonhøllini leygarkvøldið. Árni Andreassen, Marner Andreassen og Jóannes Jakobsen og aðrir manna bólkin Mynd: Jens Kristian Vang FRAMSÝNING Tíðindaskriv Fríggjadagin 14. desember frá kl. 14.00 til kl. 17.30 og leygardagin 15. desember frá kl. 11.00 til kl. 14.00 verður áhugaverd framsýning og framførsla í Gallarí Ribarhúsi í Fugla- firði. Fríggjadagin 14. des. kl. 14.00 til 17.30 Jógvan Zachariassen, fa- gottspælari, sýnir fram nýggju instrumentalu fløg- una »FAITH« við tónleiki á høgum stigi. Á fløguni eru sálmar sum »Bert ein dag«, »Nærri mín Gud til Tín«, »Hon er frí«, »Sig ikki Harrans náði nei« og onnur kend sum ókend løg. Eisini spælir Jógvan eitt Kingo- lag. Jógvan verður hjástaddur sjálvur við fagottini og kemur saman við øðrum at føra fram og spæla fjølbroyttan tónleik. Umframt nýggju fløguna »Faith«, verður høvi til eisini at keypa ta gomlu fløguna, »MAKING MELODY«, sum kom út í 1997, og stórt úrval av føroyskum bókum frá Leirkerinum. Leygardagin 15. des. kl. 11.00 til kl. 14.00 Forlagið Leirkerið leggur fram nýggju bókina »Víst megnar tú tað« eftir Claudiu Mühlan, sum Monika Staus Joensen hevur týtt úr týskum. Monika kemur at signera bókina og saman við øðrum at føra fram tónleik. Harumframt verður framsýning og søla av hópatals føroyskum bókum frá »Leirkerinum« og »Nýggja Forlagnum«, ál- manakkar 2002 fyri vaksin og børn, plakatir, myndir og kort. »Pílagrímsferðin« eftir John Bunyan, sum hevur verið uppseld í fleiri ár, er nú endurprentað aftur og fæst vakurt innbundin. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar framsýningar og framførslur, og høvi verður eisini at hugna sær aftur við einum kaffimunni. Framsýning og framførsla í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði JÓLAHALD Jústinus Leivsson Eidesgaard Seinastu mánaðarnar hev- ur verið skavað og pussa, gomul vindeygu eru komin fram aftur og og gomul tapet eru tikin burtur í Fútastovu í Havn. Húsið er pussað upp og sett í uppruna stand og síggja nú út sum eini gomul vøkur embætis- mannahús. Høvuðsvirksemið í hús- inum er at selja antikvitetir og her verður serliga hugsað um gamlar møblar. -Tí hava vit í okkara søluframsýning gjørt Fútastovu um til eini vanlig sethús, við stovu, køki og sovikømrum. Nú upp undir jól vera fleiri jólatiltøk í húsinum. Eitt nú verður ein nissa og hennara børn. Og vit fara at gera góðgæti sum tey gjørdu í gomlum døgum til jóla. Vit fara at kóka brúnsukur, sukurglaserað súreplir og annað gott, sigur Turid Samró, ið stendur fyri handlinum í Fútstovu. -Uttanfyri stendur eitt jólatræ og hetta er serliga ætlað til børn, ið ætla at leggja av at brúka suttu. Tey kunnu koma oman, og hanga suttuna upp á jólatræið. Stutt undan jól- um kemur so jólamaðurin og tekur sutturnar. Og so er at vóna, at børnini fáa okkurt aftur fyri hetta bragd at leggja av, sigur Turid Samró. Fútastova er søgulig hús. Tey eru bygd einaferð í 17. talinum og fútin helt til í húsinum. Fútastova sum jólahús Turid Samró stendur fyri antikvitetshandilinum í Fútastovu. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 17 16