Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan Martin Olsen hevur boðað frá, hvørjir leikararnir eru, sum skulu við landsliðnum á Cypros, og millum teirra eru fleiri nýggj og spennandi nøvn FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast Føroyar í løtuni ikki hava nakran landsliðs- venjara til manslandsliðið í fótbólti, so merkir hetta tó ikki, at alt arbeiðið kring landsliðið liggur stilt. Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so verður venjingarlega á Cypros fyrst í februar mánaði, og Jógvan Martin Olsen, sum var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, hevur nú gjørt av, hvørjir leikararnir eru, sum skulu við á venj- ingarleguna. Áhugaverd nøvn Tað er aloftast soleiðis við hesum venjingarlegum, at tað ikki er gjørligt at senda veruliga A-landsliðið av- stað, tí fótbóltsútisetarnir aloftast hava torført við at fáa frí til hetta. Onkur vil kanska meta hetta sum ein ítróttarligan smeit til venjingarnar, men hinvegin verður hetta upp- vigað av, at hetta gevur venjarunum møguleika at royna onkur nýggj nøvn, sum ikki hava verið í landsliðsmyndini áður. Í fjør sóu vit millum annað Jón Róa Jacobsen og Hjalgrím Elttør vera við á hesum legum, teir megnaðu tá báðir at sannføra Allan Simonsen um, at teir eiga sítt pláss á landsliðnum í framtíðini. Fýra nýggir Hesa ferð eru so eisini nøkur spennandi nøvn at síggja millum teir 24, sum hava fingið boð. Spildurnýggir eru Janus M. Joensen (HB), Pól Næs Joensen (HB), Tór-Ingar Akselsen (HB) og Palli Augustinussen (VB). Av hesum er Tór-Ingar Aksel- sen helst tann, sum av flest- um hevur verið roknaður sum næsti nýggi føroyski landsliðsleikarin, meðan hini trý nøvnini øll koma meira ella minni óvæntað. Janus M. Joensen og Paalli Augustinussen hava tó báðir verið fastir á sínum liðum tey bæði seinastu árini, og hava eisini av og á verið nevndir sum komandi landsliðsleikarar. Feskasta navnið í so máta er helst Pól Næs Joensen, sum í ár hevur verið eyka- málverji hjá HB, eftir at hann í vár gjørdi av at skifta frá grannunum úr B36. Úttøkan av Pókl boðar einamest frá, at her hevur Jógvan Martin hugsað nøkur ár frameftir. Lítið er at ivast í, at sum støðan er, eiga bæði Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen sínar tryggu sessir á lands- liðnum, og tí verður neyvan aktuelt við einum avloysara fyrr enn um nøkur ár, og til ta tíð er HB-málverjin eitt av fleiri evnum. Teir royndu Hinir 20 í hópinum eru so leikarar, sum eisini áður hava verið á landsliðnum, men fyri nakrar er tó galdandi, at teir av ymaum orsøkum ikki hava verið so drúgvir í hesum høpi. Serstakliga verður spenn- andi at síggja, hvussu verð- ur við teimum trimum, Pól Thorsteinsson (NSÍ), Bar- tal Eliasen (GÍ) og Allan Joensen (KÍ). Pól hevur seinastu árini verið mettur sum ein hin besti – um ikki tann besti – verjuleikarin í landinum, men drúgt leik- bann og síðani sjálvboðið eksil hava forðað honum í røkka einum hægriu dyst- artali. Bartal Eliasen hevur eins og Pól verið mettir millum stinnastu verjuleikararnar, men onkursvegna hevur hann verið sera ódrúgvur í landsliðshøpi. Sjálvur hev- ur Bartal áður sagt, at landsliðið langt síðani er úttikið, og í so máta kann ein nýggjur landsliðsvenj- ari verða ein nýggjur íblástur hjá fuglfirðingin- um í GÍ-verjuni. Mest spennandi av hes- um trimum er tó kanska Allan Joensen. Klaksvík- ingurin varð longu fyri fleiri árum síðani mettir sum ein hin fremsti leikarin í landinum, og var longu blaðungur trygt val millum teir fyrstu ellivu. Síðani hava skaðar í ólukkumát lagt forðingar fyri fótbólts- leið hansara, men í fjør var hann so aftur at síggja á KÍ- liðnum. Eru skaðarnir nú endaliga lagdir aftur um bak, er helst einki at ivast í, at hann eigur sítt sjálvsagda pláss í hópinum. Annars sær hópurin, sum Jógvan Martin Olsen hevur tikið út, soleiðis út: Øssur Hansen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benja- minsen, B68, Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteins- son, Helgi L. Petersen, NSÍ, Sámal Joensen, Bartal Eliasen, GÍ, Jón Rói Jacob- sen, Andrew av Fløtum, Tór-Ingar Akselsen, Jó- hannis Joensen, Rógvi Ja- cobsen, Janus M. Joensen, Pól, Næs Joensen, HB, John Petersen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni, Arnbjørn Danielsen, Klæ- mint Matras, Jens Kristian Hansen, B36, Palli Au- gustinussen, VB, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, KÍ. Nr. 240 • mikudagur • 12. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Fleiri spennandi nøvn Janus M. Joensen úr HB telist millum fýra spildurnýggjar landsliðsleikarar. Hinir eru Palli Augustinussen úr VB og Tór-Ingar Akselsen og Pól Næs Joensen. Báðir úr HB. Hóast úttøkan til komandi venjing- arleguna longu er farin fram, er venj- araspurningurin hjá fótbóltslands- liðnum ikki avgreiddur FÓTBÓLTUR Jákup Mørk - Vit eru komnir nakað áleiðis, men enn er so einki at frætta. Orðini eigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, tá vit royna at frætta, um nakað nýtt er at hoyra viðvíkjandi venjaraspurninginum hjá føroyska fótbólts- landsliðnum. Bíða til januar Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hevur Jógvan Martin Olsen givið 24 leikarum boð um, at teir eru tiknir út til venjingarleguna á Cypros í februar mán- aði. Venjingarlegan er fastur táttur í fyrireik- ingunum hjá lands- liðnum, og tó at venjarin ikki er settur, fer hetta ikki at ávirka, heldur Jens Erik. - Fleiri umsóknir hava verið um starvið, og nú eru vit so í ferð við at avmarkað talið av kandi- datum. Spurdur, um talan nú bert er um heilt fáar kandidatar, sigur nevnd- arformaðurin, at nú eru ikki so nógvir eftir. - Tað er tað, sum eg havi at siga í løtuni. Eg fái hvørki sagt, hvørjir ella hvussu nógvir talan er um. Undir øllum um- støðum hendir einki víðari í málinum fyrr enn í januar, sigur Jens Erik Magnussen at enda. Venjaraspurn- ingurin bíðar 19 18 Nr. 240 - 12. desember 2001 Lærari søkist Vegna farloyvi, verður søkt eftir lærara til Kvívíkar skúla at byrja 1. januar 2002. Lærarin, ið settur verður, kemur at undirvísa í før- oyskum, rokning og tónleiki, íalt 15 tímar um vik- una. Starvið er tíðaravmarkað til hálvt ár. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýr- ið og Lærarafelagið. Umsóknir skulu verða Skúlastýrinum í hendi innan 18. des. 2001. Skúlastýrið fyri Kvívíkar skúla Jan Andreasen 340 Kvívík C M Y K 18 UTTAN ÚR HEIMI Ísraelskar tyrlur oyðiløgdu í gjár enn eina palestinska løgreglustøð. ÚTLAND Fartekst Bert veir dagar eftir at ísraelskar stríðstyrlur javn- aðu høvuðsstøðina hjá palestinsku løgregluni í Gaza-býi við jørðina, søktu tyrlur í gjár at einari løg- reglustøð har norðuri í Gaza-geiranum. Tyrlurnar skutu fleiri rakettir eftir bygninginum, og minst fimm rakettir raktu støðina, sum eisini var miðstøð hjá lívverjuni hjá palestinska forsetan- um,Yasser Arafat, teirri sonevndu Deild 17. Bygningurin varð full- komiliga lagdur í oyði. Einki varð sagt, at nakar hevði latið lív ella fingið skaða, men sjúkrabilar vóru at hoyra nærhendis húsunum. Eygnavitni greiddu frá, at tað eydn- aðist starvsfólkunum at sleppa út, tá tey hoyrdu gangin frá teimum ísr- aelsku tyrlunum. Við býin Tulkarm á Vest- ara Áarbakka doyðu tveir palestinar, tá ísraelskir her- menn loystu skot av eftir einum bili fyri at fáa hann at steðga. Sambært ísrael- ska útvarpinum skutu her- menninir fyrst ávaringar- skot. Ísraelska stjórnin sam- tykti sunnudagin at halda fram við álopunum, til teir palestinsku sjálvsstýris- myndugleikarnir taka teir, sum skipaðu fyri sjálv- morðsatsóknunum í Ísrael. Yasser Arafat hevur gjørt greitt, at myndugleikarnir átaka sær onga ábyrgd av atsóknunum, men hann er undir ógvusligum trýsti frá Ísrael og USA, sum vilja hava hann at handtaka teir seku. Í gjár var uttanríkis- politiski samskiparin hjá ES, Javier Solana, í Ísrael, har hann hitti Ariel Sharon, forsætisráðharra, Arafat og amerikanska semings- mannin, Anthony Zinni. Livikorini hjá fjórða hvørjum ísraels- manni eru niðan fyri fátækramarkið, vísir ein nýggj kanning. ÚTLAND Fartekst Kanningin vísir sam- stundis, at alt fleiri og fleiri ísraelsmenn hava verri og verri livikor. Í fjør vórðu góð 1,1 mió. ísraelsmenn roknaðir sum fátækir, men sambært nýggju kanningini er hetta talið nú hálv onnur mió., sigur útvarpið hjá ísraelska herinum. Millum tey fátækastu eru tey, sum búgva í býnum Bnei Brak nærhendis Tel Aviv. Tey flestu, sum búgva í býnum, hava víðgongdar átrúnaðarligar hugsjónir. Men fátækradømið sæst eisini væl í Jerusalem, verður sagt. Tað veksandi fátækra- dømið er eisini ein spegils- mynd av tí veksandi ar- beiðsloysinum í Ísrael. Triðja ársfjórðing í ár vaks arbeiðsloysið átta prosent, og í dag hava 9,3 prosent av landsins arbeiðsmegi einki at takast við. Tær nógv øktu trygdar- útreiðslurnar undir pale- stinska uppreistrinum hava gjørt sítt til, at fátækra- dømið veksur. Ófriðurin hevur rakt ferðavinnuna serliga meint, og júst ferða- vinnan hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri Ísrael. Aftur ísraelskt tyrluálop Veksandi fátækradømi í Ísrael