mikudagur 12. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 240 - 12. desember 2001
Dartkapping varð
hildin í B36-húsinum
um vikuskifti
DART
Tíðindaskriv
Fyri fyrstu ferð hetta kapp-
ingarárið kappaðust kvinn-
urnar eisini. Í einmansleiki
vann Astrun Lützen og hon
vann eisini tvímansleikin
saman við Katrini Poulsen.
Í B-bólkinum hjá monn-
unum leiktu Jógvan Pauli
Joensen og Heini Heinisen
seg fram til finaluna.
Jógvan Pauli hevði í hálv-
finaluni vunnið 5-3 á
Gunnari Mouritsen, meðan
Heini hevði vunnið 5-3 á
Eyðuni Samuelsen. Jógvan
Pauli legði hart út og kom
skjótt uppá eina 5-1 leiðslu.
Men so komu ivaleyst
nervar uppí hjá Jógvan
Paula, tí hóast hann hevði
møguleikan at avgera øll
settini, so vann Heini fimm
sett á rað og harvið
finaluna 6-5.~
Favorittarnir fullu
Í A-bólkinum fullu onkrir
av favorittunum enn eina-
ferð tíðliga í kappingini.
Henrik Pedersen varð aftur
hesaferð sligin út í fyrsta
umfari og Petur Grønagarð
snávaði í øðrum umfari.
Allir
hálvfinalistarnir
vunnu greitt sínar fjórð-
ingsfinalur, men eisini í
hálvfinalunum vóru sigrar-
nir púra greiðir. Alvin Eg-
holm vann 5-1 á Flemmingi
Hansen
og
Remy
G.
Hansen vann 5-0 á Jens
Peturi Poulsen. Vóru hálv-
finalurnar ójavnar, so var
heldur meir spenningur í
finaluni. Remy vann final-
una 6-4.
Stór undirtøka
Í tvímansleiki luttóku 16
pør og tað er tað mesta í
langa tíð, og eisini hesaferð
var tað okkurt par, sum
vanliga ikki spælir saman,
ið kom langt í kappingini.
Flemming
Hansen/Jens
Petur Poulsen hava verið
tað støðugasta parið higar-
til og teir komu eisini í
hálvfinaluna uttan trupul-
leikar. Teir hittu í hálvfinal-
uni Henning Thomsen/Pet-
ur Grønagarð. Hetta gjørd-
ist ein sera góður dystur.
Flemming og Jens Petur
løgdu seg á odda 3-1, men
Henning og Petur svaraðu
aftur og komu upp á 3-3.
Løtu seinni var støðan 4-4,
og tí skuldi avgerðin falla í
9. settinum. Her vóru
Flemming og Jens Petur
stinnari, og teir tryggjaðu
sær tí finaluplássið við at
vinna 5-4.
Jackie Joensen/Bjarni í
Stórustovu høvdu vunnið
4-3 á Henrik Pedersen/Poul
Poulsen í eini sera spenn-
andi fjórðingsfinalu. Men í
hálvfinaluni, har mótstøðu-
menninir vóru Jan Mid-
jord/Remy
G.
Hansen,
megnaðu teir ikki at gera so
nógv um seg. Jan og Remy
gjørdu skjótt av og vunnu
5-2.
Finalan
gjørdist
sera
spennandi og til tíðir eisini
væl leikt. Finalurnar verða
leiktar best av 11 settum,
og eins og í undanfarnu
kapping mátti øll 11 settini
spælast fyri at finna ein
vinnara. Tað vóru ongantíð
meir enn tvey sett á muni
og tá komið var til 11 sett,
stóð nógv á monnum.
Nógvir nervar vóru uppi í
og allir fýra misnýttu ein
møguleika at avgera dystin,
áðrenn Flemming setti pílin
í double og tryggjaði sær
og Jens Peturi sigurin.
Balslev og Spf. Høgni
Mikkelsen lótu steyp og
heiðursmerkir til vinnarar-
nar.
Hetta var sístða kapp-
ingin hesumegin ársskiftið.
Skráin, styrkilistin og úrslit
annars eru at síggja á tekst-
varpsíðu 230 og á heima-
síðuni www.dartfo.dk.
Fótbóltssambandið
hevur gjørt uppskot
til fótbóltskalendaran
fyri komandi ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fótbóltssambandið hevur
nú gjørt eitt fyribils yvirlit
yvir, hvussu leikdagarnir í
ymsu fótbóltskappingunum
verða komandi ár.
Byrja í mars
Av heimligu kappingunum
er kappingin um løgmans-
steypið sjálvandi hin fyrsta,
sum farið verður undir, og
verður hetta longu 2. mars,
tá fyrstu innleiðandi dyst-
irnir
skulu
fáast
frá
hondini.
Feløgini í fyrstu deild
koma tó ikki í steypa-
kappingina fyrr enn í
bólkaspælinum, og byrjar
hetta 16. mars. Fjórðings-
finalurnar verða leiktar
dýra biðjudag, 26. apríl, og
longu tveir dagar seinni er
fyrra hálvfinalan á skránni.
Seinna hálvfinalan verður
12. mei, meðan sjálvur
finaludysturin eins og í fjør
verður leiktur á ólavsøku.
Sjálv
landskappingin
byrjar fyrsta vikuskiftið í
mei, og so verður spælt
hvørt vikuskiftið fram til
fyrsta vikuskiftið í juli, tá
farið verður í summarfrí.
4. august verður so aftur
lagt til brots, og 5. oktober
verður
føroyameistarin
2002 so endaliga kosin
Landsliðið
Seks dystir eru settir á
skránna hjá landsliðnum,
men møguliga verður hetta
talið økt við einum afturat.
Tað er nevnliga so, at tann
fyrsti av hesum verður á
árligu venjingarleguni hjá
landsliðnum, og er hendan
ásett til dagarnar, 3. – 16.
februar.
Undanfarin
ár
hevur talan verið um fleiri
dystir á venjingarleguni, og
møguleikin fyri, at soleiðis
verður aftur, skal als ikki
útihýsast.
Annars skulu Føroyar,
sum vit áður hava skrivað,
spæla landsdyst móti Ís-
landi, tá ein nýggj fótbólts-
høll í Íslandi skal innvígast.
Hesin dysturin er ásettur at
verða hin 2. apríl.
ASnnars verður hampu-
liga friðarligt hjá landslið-
num fram til komandi
heyst, tá farið verður í holt
við EM-undankappingina.
Sum upphiting til hetta
verður heimadystur móti
Liktenstein á skránni tann
21. august. Hetta er seinni
av tveimum vinardystum,
og vunnu Føroyar tann
fyrra í Liktenstein 1-0.
Hvørji mótstøðuliðini í
undankappingini verða, er
enn ikki fastlagt, men
UEFA hevur longu ásett so-
nevndu landsdystartermin-
irnar. T.v.s. hvørjar dagar
dystir skulu leikast, og
hetta fer at líkjast trimum
altjóða dystum til okkara
menn. Ein í september og
tveir í oktober.
Vit loyva okkum at gita,
at talan verður ikki um
heimadyst í oktober, men at
ein slíkur verður leiktur
leygardagin, 7. september.
Soleiðis verður talan um
dupult-umfar í oktober, tá
12. og 16. eru ásettir sum
leikdagar. Vónandi fara
hesir at hilnast okkara
monnum betri, enn hesi
dupult umførini áður hava
gjørt.
Viðmerkjast
kann
afturat, at til kokmandi
undankapping verða tíggju
bólkar við fimm liðum í
hvørjum. Hetta gevur átta
dystir til hvørt landið, og
skulu Føroyar so eftir
øllum at døma spæla fimm
undankappingadystir
í
2003, harav tríggir verða á
heimavølli.
Dagarnir
fastlagdir
Spennandi Dartkapping
Í minsta lagi seks landsdystir verða á skránni hjá A-
landsliðnum komandi ár, og verða tríggir av hesum í komandi
EM-undankapping
Stinnastu menninir í einmansleiki. Aftast f.v. Jens Petur Poulsen, Flemming Hansen, Remy G.
Hansen og Jógvan Pauli Joensen.
Tvímansleikur menn. Afv: Jens Petur Poulsen, Flemming
Hansen, Remy G. Hansen og Jan Midjord. Ffv: Henning
Thomsen, Petur Grønagarð, Bjarni í Stórustovu og Jackie
Joensen.
Fremstu kvinnurnar í kappingini. Aftast f.v: Eyðna
Vestergaard, Joan E. Thomassen, Gunnbjørg Dam og Ásvør
Højgaard. Ffv: Katrin Poulsen, Astrun Lützen og Aslaug
Jensen
1/4-finala
Ein av fjórðingsfinalunum í Coca-
Cola kappingini hjá monnum verður
á skránni í kvøld, mikukvøldið. Í
høllini á Hálsi í Havn fara Neistin
og Kyndil at dystast um, hvør teirra
fær pláss í hálvfinaluni.
Dysturin byrjar kl. 19.30.
-jm
C
M
Y
K
20
Nr. 240 - 12. desember 2001
21
20 tons útróðrarbáturin
M/B »EDVØR«
til sølu
Báturin er útgjørdur til línu- og snellufiskiskap og
hevur automatiska línuskipan við splittara og
egningarmaskinu og 8 stokkar á 3 m,uml.10.000
húkar, 8 stk. svenskar el-snellur, BJ.5000.
Báturin er 19,81 tons til støddar og hevur eina
maskinorku uppá 300 hk Volvo Penta. Annars er
øll vanlig nautisk útgerð umborð, m.a. ein nýggj-
ur Furuno radari. Umborð eru eisini 14 fiskakør, 6
á dekkinum og 8 í lastini, á 350 kg.
Báturin hevur fiskiloyvi í bólki 4A og bankaloyvi.
Higartil eru brúktir 15 dagar.
Eru tygum áhugaður,so ring á tlf.289603,371999
ella 371603 og fá fleiri upplýsingar.
Knútur Nygaard
Tvøroyri
Søkt verður eftir leiðara til roknskapar-
deildina á Strandfaraskipum Landsins.
Uppgávur hjá roknskapardeildini
Høvuðsuppgávan hjá roknskapardeild-
ini er at veita eina úrslitagóða búskapar-
fyrisiting, herundir samskipa, viðlíka-
halda og menna búsksaparstýringina.
Aðrar uppgávur eru:
• Fyriskipan av roknskaparverkinum
• Rakstrar-, íløgu- og likviditetsætlan,
herundir lantíðarætlanir
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga, mánaðar- og
ársroknskapir, herundir budgeteftirlit
og játtanarroknskapir.
Uppgávur hjá leiðaranum
Høvuðsuppgávurnar hjá roknskaparleið-
aranum verða:
•
ráðlegging,
fyriskipan,
raðfesting,
samskipan og eftirlit í sambandi við
búskaparstýringina
• Seta upp fíggjarætlanina við atliti til:
- avmarking og útdelegering av
avgerðarábyrgd
- samskifti og samskipan millum
stjóra og deildarleiðarar
- motivatión fyri at røkka tilætlað
úrslit
• Framløga av standard- og special-
rapportum
• Menna innanhýsis mannagongdir í
sambandi við gerð av fíggjarætlan,
roknskapi o.ø.
• Fyriskipa upplæring, undirvísing og
fakliga menning av starvsfólkum á
deildini
• Uppgávu- og starvslýsingar á deildini.
Í løtuni verður arbeitt við at umleggja
búskaparskipanina hjá SL. Henda upp-
gáva verður ein spennandi avbjóðing
fyri komandi roknskaparleiðaran, sum
fær ein týðandi leiklut og ábyrgd fyri
verkætlanini.
Eisini verður ætlaða byggingin av suður-
oyarferjuni ein spennandi avbjóðing fyri
roknskaparleiðaran.
Førleikakrøv
• Vinnu- og handilsútbúgving frá hægri
lærustovni ella líknandi.
• Royndir innan edv á høgum brúk-
arastøði
• Royndir innan fíggjarstýringarskipan-
ir, so sum Navision Financials
• Royndir í projektleiðslu ein fyrimunur
• Málrættaður og arbeiðir analytiskt
• Góð leiðslu- og samstarvsevni
• Góð evni at orða seg bæði skrivliga og
munnliga á føroyskum, donskum og
enskum.
Setanartreytir
Talan er um eitt leiðarastarv við stórum
og spennandi avbjóðingum, har leiðarin
fær ábyrgdina av at umsita og menna
eina týdningarmiklað funktión. Starvið
gevur góðar møguleikar fyri persónligari
og fakligari menning.
Starvið verður sett sambært avtalu,og er
lønt í 36. lønarflokki sambært tænastu-
mannalógini, tó uttan at starvið er tæn-
astumannastarv.Eftirlønartrygging fylgir
við starvinum.
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi 17. desember 2001. Tað er ynskiligt,
at tann, sum settur verður, kann byrja
skjótast gjørligt.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Reidar Nónfjall, stjóra.
Tlf. 343000 ella e-postur: ren@ssl.fo
Leiðarastarv
Roknskaparleiðari
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutning-
urin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá SL javnvigar við yvir
150 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 11 skip, 40 bussar
og
15
lastbilar.
Flutningsuppgávurnar
fevna um alt landið.
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
21