Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2010 Í 2010 skulu pen sjón­ ist ar rinda meira fyri heimahjálp. –Fyri ikki at verða noydd at skerja tænasturnar, so má prísurin hækka, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna Gjald Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár fingu ymiskir partar hoyringsskriv sendandi, at Rósa Samuelsen, almanna­ mála ráðharri, ætlar at hækka gjøldini fyri heima­ hjálp og at lækka markið fyri at fáa heimahjálp við 98 prosentum. Umframt hetta vil Rósa Samuelsen bera so í bandi, at fólk, sum búgva á eldra­ sam býlum skulu rinda 2000 krónur afturat av sínum peningi í landskassan. Fleiri skulu gjalda Helst mest umfatandi broyt ing in, sum Rósa Samue l sen ætlar sær at gera, er at lækka markið hjá fólki at fáa heimahjálp ókeyp is. Tað hevur verið soleiðis, at støk fólk, ið búgva heima, sum hava fingið meira enn 50.000 krónur um árið, útyvir fólka pen­ sjón, hava rindað. Nú er hetta mark flutt nið ur í 1000 krónur, sum er ein lækking á 98 prosent. Sigvald Kristiansen, for­ maður í Landsfelag Pen­ sjón ista hevur fleiri ferðir ført fram, at heimahjálpin er sera avmarkað longu nú, men hann kann ikki gera við merkingar til konkreta mál ið, tí felagið hevur fund um tað mánadagin. Hinvegin kundi hugsast, at nógv, sum fáa heimahjálp fyri onki, fara at aftra seg við at brúka heimahjálp, tá tey brádliga skulu rinda fyri hana. – Ja, tað kann vera ein vansi, men vit mugu gera tað, fyri at kunna varðveita tænastu na, sigur Rósa Samuel sen. Hon leggur afturat, at het ta er tað, sum sam­ gongan er vorðin samd um. Hjá giftum, sum búgva heima, verður hetta mark skor ið úr 75.000 krónum nið ur í 1.500 krónur. Hægri prís Afturat lækkaða hægsta marki num verður lagt upp til, at 15 krónur verða lagd­ ar afturat hvørjum einasta tíma fyri heimahjálp hjá fólki, sum fyrr hevur rindað fyri heimahjálp. – Tað er tað sama. Sam­ gong an er blivin samd um, at soleiðis skal tað vera, og fyri at varðveita tænastuna mugu vit gera soleiðis, stað festir Rósa Samuelsen. Hesin hægri prísurin verð ur eisini broyttur hjá teim um, sum búgva á eldrasambýlum. Tey skulu nú rinda 2.000 krónur aftur at fyri sína røkt. Hetta merkir, at tey nú eru á nøkurlunda sama støði, sum tey, ið búgva á ellis­ og røktarheimi. Vinna 4,8 milliónir Orsøkin til, at hesar broyt­ ing ar verða gjørdar er at fáa meiri pening í landskassan, og sambært Rósu Samuel­ sen, er hendan broyting verd 4,8 milliónir krónur fyri landskassan. – Vit fáa 4,2 milliónir krón ur burturúr at hækka gjald ið hjá teimum á eldra­ sam býlum og umleið 600.000 krónur upp á rest­ ina, so tað gevur 4,8 millión ir krónur, staðfestir Rósa Samuelsen. Freist um eina viku Um eina viku skulu part ar­ nir greiða frá síni støðu um hoyringina, men Rósa Samuel sen heldur ikki hetta vera ov stutta tíð. – Hetta hevur verið greitt í Ólavsøkupakkanum, so fólk hava verið greið yvir, at broytingin fór at koma. Tað er bara nú, at hendan kunn gerðin kemur, sigur Rósa Samuelsen. Men hon sigur eisini, at tað ber til at siga, at hetta er skeivt at leggja meiri gjøld á hetta øki. Broytingar verða gjørdar á prísunum á heimahjálp í hesum døgum. – Vit valdi at gera hetta, heldur enn at minka um tænastuna, sigur Rósa Samuelsen Hækkað gjald fyri heimahjálp Brúgvin brotnaði Fleiri fólk druknaðu, tá ein brúgv brotnaði og datt niður í eina á í Brasil fyrradagin. Myndugleikarnir siga, at fleiri bilar vóru á brúnni, tá hon brotnaði, og at minst 20 fólk endaðu í ánni. Nøkur teirra vórðu bjargað beinanvegin, men tey flestu druknaðu. Tað hevur regnað illa í pørtum av Brasil í seinastuni, og tað nógva regnið hevur havt við sær, at áin Jacui er vorðin óvanliga stór. Fyrradagin stóð so nógv á stólpunum undir brúnni, at hon brotnaði. Myndugleikarnir siga, at vatnflóð og skriðulop hava kravt minst 75 mannalív síðani á nýggjárinum.