hósdagur 7. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2010
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Nólsoy: - Jú, vit kunnu gott
bíða 1-2 minuttir aftrat!,
sigur Mortan Mortensen.
Klokkan er farin at nærk-
ast átta gjáramorgunin, og
skipari og manning umborð
á Rituni eru til reiðar at
loysa frá landi á Bursatanga
klokkan 7:55 eftir galdandi
ferðaætlan.
Eitt av ferðafólkunum
hevur júst heitt á skiparan
um at bíða eitt lítið bil aftr-
at. Hesin veit nevniliga um
eitt annað ferðafólk sum er
ávegis, men er seinkað nak-
að orsakað av vánaligum
koyrilíkindum og nógvari
ferðslu.
Tænastan hjá manningini
umfatar eisini tað at vera
lagaligur, og tí er einki óført
í tí at bíða hesa stuttu løtuna
aftrat.
Mortan Mortensen er ann-
ars
stýrimaður
umborð,
men nú hin skiparin, Kar-
mal Olsen er í feriu, er tað
hann sum stendur við róðrið
henda morgunin. Hann hev-
ur annars siglt við Rituni
seinastu seks árini.
- Ritan er eitt gott skip,
og eg haldi eisini at fólk eru
sera glað fyri hana, slær
hann fast.
Samd
Tey sum best kenna til far-
leiðina millum høvuðsstaðin
og Nólsoynna eru nólsoy-
ingarnir sjálvir.
Í samrøðu við Sosialin í
gjár greiddi eitt av ferða-
fólkunum frá fyrimunum
og vansum við at hava eitt
slíkt strandfaraskip sum Rit-
una sum teirra ferðasamband
við umheimin.
Vígdis Bjarnadóttir úr
Nólsoy legði í samrøðuni
dent á, at Ritan er bæði
óhøglig og ótíðarhóskandi
við nógvum larmi og vána-
ligari inniluft. Í salongini
var so nógvur larmur, at tað
var ikki meiri enn at ein
hoyrdi mannamál.
Samstundis vísti hon á, at
tað neyvan fanst eitt meiri
álítandi strandfaraskip enn
Ritan. Hon kundi sigla í so
at siga øllum veðri, og tað
var ikki meiri enn tað kom
fyri, at hon avlýsti ein túr.
- Men vit bíða framvegis
eftir teirri endaligu loysnini
uppá eitt nýtt skip, sum er
skræddarseymað til okkara
tørv, legði hon dent á.
Í øllum hesum er mann-
ingin neyvan ósamd!
Í øllum veðri
Ritan varð bygd í 1971, og
hevur røkt sigling á ymisk-
um farleiðum kring landið,
bæði til Sandoynna og tey
seinnu árini burturav til
Nólsoyar.
Mortan Mortensen ger
púra greitt, at hóast Ritan
hevur 39 ár á baki, so er
hon eitt sera gott skip. Og,
sum hann leggur dent á:
- Ritan klárar seg í øllum
veðri!
Besta tekinið um at so er,
er tað at ferðafólkini til eina
og hvørja tíð hava kent seg,
og framvegis kenna seg
trygg umborð á ferjuni.
Hóast tað mangan kann
vera baldrut um Nólsoyar-
fjørð, kemur tað nærum
ikki fyri at fráferðir verða
avlýstar. Og hetta ger sjálv-
andi sítt til, at fólk altíð
hava vitað at tey kunnu
sleppa til og frá arbeiði.
Betri umstøður
Høvdu nólsoyingar ikki Rit-
una, hevði neyvan borið so
væl til hjá teimum at kunna
búð í oynni og havt arbeiðs-
stað sítt í Havn ella aðra-
staðni.
Ferðaætlanin hjá Rituni
er skipað so, at siglt verður
millum fimm og átta ferðir
um Nólsoyarfjørð um dag-
in, soleiðis at fólk kann
sleppa til og frá arbeiði sum
teimum lystir.
- Jú, eg haldi at nólsoying-
um dáma Rituna sera væl.
Men eingin ivi er um, at
atkomumøguleikarnir kundu
verið betri, leggur skiparin
dent á.
Hann vil tó – sum vera
man – ikki úttala seg um
politisk viðurskifti í hesum
sambandi, men fá munnu
vera ósamd við honum í, at
umstøðurnar
at
sleppa
umborð og í land kundu
verið betri.
Bilar og farmur
Ikki tí, hesar umstøðurnar
eru batnaðar almikið í
Nólsoy við teirri rampuni
sum nú er komin at standa á
bryggjuni.
Men framvegis mugu
fólk, sum annaðhvørt eru
til gongu ella fara í land við
barnavogni á Bursatanga í
Havn eftir eini smalari og
óhøgligari landgongd.
Ein annar vansi við hes-
um umstøðum er, at til ber
ikki at fáa eitt nú bilar flutt-
ar við Rituni, eins og fólk
við breki ella sjúku ikki
sleppa so væl umborð.
Tá Ritan siglur um Nóls-
oyarfjørð er talan fyri tað
mesta um ferðafólk. Men
av og á er eisini tørvur á
flutningi av farmi.
Teir vanligu túrararnar
eru ikki stundir til stórvegis
lasting av farmi, men fyri at
bøta um hesar umstøðurnar
eru skipaðir nakrir fastir
farmatúrar um vikuna –
mánadag,
mikudag
og
fríggjadag.
Ritan avlýsir
næstan ongatíð
Bæði ferðafólk og manning eru á einum máli um, at Ritan er eitt gott skip til farleiðina
um Nólsoyarfjørð. Skiparin umborð á Rituni, Mortan Mortensen er samdur í hesum.
– Ritan er eitt sera gott sjóskip, slær hann fast
”
Eg haldi at nólsoyingum dáma Rituna
sera væl. Men eingin ivi er um, at
atkomumøguleikarnir kundu verið betri
NÓLSOYARLEIÐIN
Umstøðurnar í Nólsoy eru batnaðar,
nú ein serstakur rampi er gjørdur til
ferðafólk sum eru illa gongd ella hava
barnavogn við sær
Umborð á Rituni er bert tann
eina salongin til ferðafólkini.
Her hoyrist nærum ikki
mannamál fyri larminum frá
maskinuni
Royndi hópdráp
Í USA hevur eitt nevningating gjørt av, at nigeriski maðurin Umar Farouk
Abdulmutallab skal ákærast fyri drápsroynd og hópdrápsroynd, tí hann royndi
at spreingja eitt amerikanskt ferðamannaflogfar uppi yvir býnum Detroit
jóladag. Upprunaliga varð tann 23 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava
roynt at spreingja flogfarið í luftina, men nevningatingið broytti ákæruna, so
hon nú umfatar bæði drápsroynd og hópdrápsroynd. Málið hevur fingið
nógva umrøðu í USA, og Barack Obama, forseti, hevur kravt, at eftirlitið
verður hert, so at tílíkt ikki skal henda aftur.