hósdagur 7. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2010
Nólsoyarleiðin
í dag og í framtíðini
Sosialurin viðger í løtuni farleiðina millum Havnina
og Nólsoy.
Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við eitt av
ferðafólkunum, Vígdis Bjarnadóttir sum dag og
dagliga ferðast um Nólsoyarfjørð.
Í dagsins blaði er samrøða við skiparan hesa vik
una, Mortan Mortensen um skipið og farleiðina.
Í komandi blaði/bløðum er ætlanin at hyggja eftir
uppskoti um nýggja Nólsoyarferju, og at fáa
uppspurt, hvussu ætlanin er at skipa hesa farleiðina
í framtíðini.
RITAN
Byggiár:
1971
Ferðafólk:
Millum 75 og 125
Akfør:
0
Arbeiðsferð: 10,5
Manning:
3
FAKTA
Missa Rituna í
vár
Í samrøðuni við Vígdis Bjarnadóttir í gjár
nevndi hon, at Ritan fer væntandi ikki at
sigla so leingi aftrat um Nólsoyarfjørð.
Hon situr sjálv saman við øðrum og
arbeiðir við at vísa á eina loysn á
spurninginum, og her hava tey skilt, at
Ritan bert fer at røkja hesa farleiðina
nakrar mánaðir aftrat, áðrenn annað skip
– Ternan verður sett í siglingina.
Mortan Mortensen skipari hevur eisini
hoyrt og lisið um hetta málið í
fjølmiðlunum. Út frá hesum tykist vera
greitt, at norðoyingum tørvar eitt annað
skip, serliga á farleiðini millum Hvanna
sund og tær báðar eystastu oyggjar
okkara, Fugloy og Svínoy.
Hetta er orsøkin til, at Ritan møguliga
skal har norður at sigla, greiðir skiparin
frá.
Hetta førir sjálvandi við sær, at annað
skip má setast inn í rutuna millum
Havnina og Nólsoy. Og sum skilst verður
henda ætlanin sett í verk einaferð út á
vári í ár.
Tað er ikki tí, at nólsoyingum ikki
dáma Rituna. Men orsøkin er hin einfalda,
at hon skal røkja hina farleiðina.
- Ritan er eitt gott skip, sigur skiparin
umborð, Mortan Mortensen
Misálit á Gordon Brown
At bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, ikki er serliga væl
lýddur millum veljararnar hava meiningakanningar leingi víst, men
hansara egnu eru heldur ikki serliga fegnir um hann. Ikki allir ið
hvussu er. Tveir fyrrverandi ráðharrar í stjórn hansara, Geoff Hoon
og Patricia Hewitt, hava nú sent øllum floksfeløgunum bræv, har tey
mæla til, at flokkurin finnur ein annan leiðara, sum kann vinna
valið næsta ár. Tey bæði mæla til eina loyniliga atkvøðugreiðslu
innanhýsis í flokkinum fyri at fáa greiði á, um meirilutin styðjar
tann verandi formannin ella ikki, sigur BBC.