hósdagur 7. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 4 - 7. januar 2010
tíðindi
Eyðun Johannesen,
sum hevur ver ið í
stjórn Fiski manna
felagsins í meiri enn
20 ár, tekur fult undir
við sýsluformanni
felagsins í Norð
oyggj um, Fríðriki
Sivertsen, at fíggjar
liga stýringin av
felagnum ikki er á
sama høga støði, sum
hon hevur verið áður
FF-val
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í lesarabrævi í Sosialinum í
dag, sum hann kallar ”Før
oya Fiskimannafelag ein
hóvligari framferð”, heldur
næstformaðurin í Fiski
mannafelagnum,
Eyðun
Johannesen, seg ikki kunna
sita kúrrur longur, sum
hann tekur til.
Hann vísir á, at nú for
mansval er í felagnum í ár,
hava nøkur lesarabrøv verið
í bløðunum, eitt nú frá for
manni felagsins, Jan Høj
gaard og sýsluformanni
fe lagsins í Norðoyggjum,
Fríðriki Sivertsen.
Sjálvur
hevur
Eyðun
Jo hannesen verið í nevndini
í Fiskimannafelagnum í
meiri enn 20 ár, harav um
leið 15 ár sum næst for
maður.
Eg havi alla mína tíð
verið loyalur mótvegis fe
lagnum, og ta til eina og
hvørja tíð sitandi nevnd og
formanni. Hesin loyalitetur
hevur verið orsøkin til, at
eg ikki havi ført hesi sjón
armið fram í fjølmiðlunum
fyrr enn nú. Eg havi ásann
að, at sjálvt felagið er tað
týdningarmiklasta av øllum.
Men nú kann eg ikki sita
kúrrur longur, sigur hann.
Fíggjarstýringin
Eyðun Johannesen sigur, at
hann tekur fult undir við tí,
sum Fríðrik Sivertsen sigur
um, at fíggjarliga stýringin
av
Fiskimannafelagnum
ikki er á sama høga støði,
sum hon hevur verið áður.
Hesum kann eg bara
vera samdur við stjórnar
liminum í.
Í lesarabrævi sínum vísir
næstformaðurin á, at hóast
inntøkurnar hjá felagnum
eru hækkaðar, er úrslitið
lækkað munandi.
Næstformaðurin vísir í
hesum sambandi á, at eitt
nú eru sakføraraút reiðsl ur
nar øktar munandi, tí – sum
hann tekur til – at nú tykist
tað at vera meginreglan, at
hin harði vegurin við sak
førara á odda skal roynast,
áðrenn roynt verður við
sanráðingum millum partar
nar.
Lekur sum sáld
Eyðun Johannesen vísir á,
at eftir landsfund felagsins
millum jól og nýggjár, segði
Jan Højgaard við Kring
varpið, at nevndin í felag
num lekur sum ein sáld,
sum hann tók til. For mað
urin segði, at Reiðarafelagið
veit
nágreiniliga,
hvat
Fiskimannafelagið ætlar at
gera.
Hesum ákærum vil eg
staðiliga afturvísa, sam
stundis sum eg vil vísa á, at
tað heldur er formaðurin
sjálvur, sum er farin lætt
um sannleikan, bæði í
nevnd og í fjølmiðlunum.
Eyðun Johannesen ásann
ar í lesarabrævi sínum, at
hann seinastu tíðina fleiri
ferðir hevur verið ósamdur
við handfaringina av fleiri
málum.
Millum hesi mál nevnir
næstformaðurin
eitt
nú
Carltonmálið og málið um
rækjutrolaran, Artic Vik
ing.
Hóvligari framferð
Eyðun heldur í lesarabrævi
sínum, at fleiri av hesum
mál um kundu verið hand
farin á ein nógv skynsamari
hátt.
Eg haldi eisini, at tað
kann vera sera óheppið at
siga sáttmálan upp á hvørj
um ár uttan at hava nakað
átrokandi mál at fremja.
Hann vísir soleiðis á, at
seinast, hetta varð gjørt, var
tað í eini tíð, har reiðararnir
vóru sperdir peningaliga.
Einki komma bleiv
kort ini flutt í sáttmálanum,
so hetta kom sera væl við
hjá
reiðarunum,
leggur
hann aftrat.
At enda í sínum lesara
brævi sigur Eyðun Johanne
sen seg vóna, at felagið í
framtíðini kann vísa ein
hóligari framferðarhátt, har
fyrst verður roynt við sam
ráðingum – í staðin fyri at
byrja við at hála í táttarnar
hvør á øðrum.
Henrik Old við við
merkingum í morgin
FF-val
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin fer í morgin at
hava
viðmerkingar
frá
Henriki Old, sum hevur
lat ið seg stillað upp til for
mansvalið í Fiskimanna
felagnum.
Henrik Old hevur áður
gjørt
viðmerkingar
til
ym iskt av tí, sum Jan Høj
gaard,
felagsformaður,
hev ur ført fram um, at
hann er reiðarans maður.
Hann hevur soleiðis eisini afturvíst, at hann hevur
nakað sum helst reiðaratilknýti og hevur víst á, at hann
í nakrar vikur einaferð tíðliga í nítiárunum stóð skrá
settur sum reiðari á skipi, tí maðurin, sum annars var
reiðari, flutti av landinum.
At menn hava átti í skipum, hevur verið vanligt um
okkara leiðir – og nógva aðrastaðni við, hevur maðurin
sagt, sum annars var í vinnunevnd løgtings í nógv ár og
eisini eitt langt áramál var formaður í Forskotsgrunni
Fiskimanna.
Haltar við
fíggjarligu
stýringini
Henrik Old fer at gera
viðmerkingar til Jan
Højgaard í Sosialinum í
morgin
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg taki fult undir við tí, sum Fríðrik Sivertsen sigur um, at fíggjarliga stýringin av Fiskimannafelagnum ikki er á sama høga
støði, sum hon hevur verið áður, sigur Eyðun Johannesen, næstformaður í Fiskimannafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eyðun Johannesen og Karl Isaksen, sum báðir eru í stjórn
Fiskimannafelagsins. Eyðun, sum eigur lesarabrævið, ið sipað
verður til í hesi grein, er maðurin til vinstru á myndini
Misbrúktu valdið
Ein avleiðing av kvettinum í miðamerikanska landinum Honduras seinasta summar
er, at nú hevur løgmálaráðharrin skuldsett fleiri av landsins ovastu herleiðarum fyri
valdsmisnýtslu. Ein talsmaður fyri hægstarætt sigur, at millum teir skuldsettu eru teir
ovastu generalarnir í herinum, flogvápninum og herflotanum. Mannarættinda
felagsskapir hava leingi kravt, at ákæra varð reist ímóti herleiðsluni fyri hennara
medvirkan, tá Manuel Zelaya varð koyrdur úr forsetaembætinum og sendur av
landinum. Millum annað fór herurin harðliga fram ímóti viðhaldsfólki hjá
forsetanum.