hósdagur 7. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2010
19
tíðindi
Skapt soleiðis
Hann greiddi eisini frá, at
fyrr í tíðini niður gjøgnum
alt Europa var ikki vanligt
við vígslubrævi, og tí var
einasta trygd fyri, at pør
vórðu gift, at fólk mintust
hátíðarhaldið.
- Tað var tí, tað var so neyð-
ugt við brúðarfólki. Brúðar-
parið gekk í skrúgongu gjøgn-
um bygdina fyri at fólk
skuldu minnast hetta og á
tann hátt kundu vátta, at fólk
veruliga vóru gift, segði Jóan
Pauli Joensen.
Rektarin á Fróðskapar-
setrinum dugdi sera væl at
greiða frá, og kryddraði sítt
innslag við skemtiligum
søgum.
Hann greiddi frá brúð-
gómi, sum brúdleypsnáttina
hevði goymt sær eina fløsku
av góðum cognac niður við
seingina, men nú hann skal
tørna inn, sær hann, at
fløskan er drukkin niður
um hálsin.
»For ólukkan, letur í hon-
um, her hevur onkur verið
áðrenn«
»Nei, nei, sigur brúðurin
í seingini, soleiðis eru vit
konufólk skapt í okkara
familju«.
Brúðardansurin
hevur
eisini altíð verið sera heilag-
ur, so heilagur, at hann sakt-
ans kundi dansast í føstu,
og fólki, ið bar sorg, var
eisini loyvt at dansa uppi í
brúðardansinum.
Jóan Pauli Joesen rundaði
av við at greiða frá, at talur
við brúdleypsborðið er nýtt
fyribrigdi, og kundi vera
bæði gott og ringt. Hann
fortaldi um tann eina pápan
til brúðrina, ið avgjørt ikki
var nakar røðari, men sum
kortini mátti reisa seg upp
við brúdleypsborðið. Talan
var stutt:
»Mín góða dóttir, eg
vóni, at tú verður betri við
tín mann, enn mamma tín
hevur verið við meg«.
Hugaligt kjak
At enda var tað so formað-
urin í Sláið Ring, Rasmus
Joensen, ið fekk orðið.
Hann kom ikki óvæntað inn
á royndirnar at finna fram
til eina nýggja brúðarvísu,
og greiddi eisini eitt sindur
frá samstarvinum við Kring-
varpið í vetur.
Hann helt, at fólk yvir-
høvur hava lítlan kunnleika
til brúðardansin og ta tign,
hann hevur, og tí hava tey
ikki somu meining um
dansin, sum skipari og
brúðarpar hava.
- At brúðarvísan tá er
long og ongan enda tykist
fáa, fær fólk til at kenna
eina negativa kenslu til
brúðardans og føroyskan
dans yvirhøvur, segði Rasm-
us Joensen.
Formaðurin kom eisini
inn á tey praktisku tingini í
sambandi við brúðardans.
Eitt nú traditiónina, at ikki
verður skonkt í ringinum,
meðan brúðarvísan verður
kvøðin.
- Nakað annað, sum er
ómetaliga forstýrandi, er,
um barrin letur upp, áðrenn
brúðardansin, tí tá verður
ofta málageipan rundan um
har, og hetta hevur ofta
lyndi at køva vísuna, segði
Rasmus Joensen.
Hinvegin metti hann, at
føroyski dansurin í løtuni er
á veg uppeftir, og tað er í
hvussu er nakað at frøast
um.
Eftir tey fýra innleggini
var kjak, og hetta gjørdist
bæði drúgv og lívligt.
Nógva umrøðu fekk kirkjan
í brúdleypshøpi, og umrøtt
varð, hvørt tað mundi verða
sømiligt, at dansa og kvøða
brúðarvísuna í kirkju ella
missiónshúsi.
Eisini spurningurin um
nýggja
brúðarvísu
fekk
drúgva umrøðu. So drúgt
gjørdist kjakið, at tiltakið
gjørdist væl drúgvari enn
væntað.
Kvøldið endaði við, at
farið var upp á gólv. Tikin
vóru tíggju ørindi av ávika-
vist donsku brúðarvísuni,
teirri føroysku og av Harra
Pætur og Elinborg.
nsen, formaður í Sláið Ring, Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Theodor E. D. Olsen, prestur og Magnus Magnussen, toastmaster
Mynd: Leo Poulsen
Eftir pallborðsfundin varð
farið upp á gólv. Millum prest
og Poul Mohr dansar ein av
nútíðar kvæðakempunum,
Petur Olivar í Hoyvík, vanliga
nevndur Gimpe
Mynd: Jan Müller