hósdagur 7. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 4 - 7. januar 2010
tíðindi
PALLBORÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyri trimum árum síðani
skrivaði Sláið Ring, lands
felagið hjá dansifeløgunum
í Føroyum, út eina kapping
um at yrkja eina nýggja
brúðarvísu. Inn komu átta
vísur, men eingin varð mett
nóg góð til at vinna tær
50.000 krónurnar, ið vóru
virðisløn
fyri
vinnandi
vísuna.
Landsfelagið hevur tó
ikki slept tema’inum, og
soleiðis framvegis áhugað í
at yrkt verður ein nýggj
brúðarvísa.
Í
gjárkvøldið
skipaði
landsfelagið so fyri einum
pallborðsfundi í Miðlahús
inum, har evnið var brúðar
dansur og brúdleypssiðir.
Við pallborðið sótu Magnus
Magnussen, ið er vanur at
skipa
fyri
borðhaldum,
Theodor E. D. Olsen, prest
ur, Jóan Pauli Joensen, rekt
ari á Fróðskaparsetri Før
oya, og Rasmus Joensen,
formaður í Sláið Ring.
Magnus Magnussen legði
fyri og hugleiddi um brúd
leypsborðhald og teir siðir,
ið eru knýttir at hesum.
Sjálvur er hann eisini kvøð
ari og hevur skipað manga
brúðarvísuna, og tí nam
hann eisini við hendan part
in av brúðarveitsluni.
Hann helt seg mest til
føroysku
brúðarvísuna,
»Várharra hann segði«, og
metti út frá royndum, at
frægast var ikki bæði at
skipa fyri borðhaldi og at
skipa brúðarvísuna.
Gongur borðhaldið væl,
er tú uppi at koyra av tí og
fær illa konsentrera teg um
brúðarvísuna aftaná, og
gongur borðhaldið hinvegin
illa, ávirkar tað ofta so
nógv, at man hevur hug at
gloyma raðfylgjuna í brúð
arvísuni, segði hann.
Hetta skal sjálvandi tak
ast við fyrivarni, men mein
ingin er greið.
Traditiónir broytast
Viðvíkjandi trupulleikanum
við, at tað eru ov fá, ið duga
at kvøða við í brúðarvísuni
helt hann, at hetta í stóran
mun er tengt saman við,
hvørja útbúgving fólk hava.
Í einum góðum dansi
umhvørvi er útbúvingin
ikki so avgerandi, tí har
duga fólk vanliga brúðarvís
una. Men eru fólk ikki von
við eitt gott dansiumhvørvi,
verða tað ofta akademikar
arnir, ið læra seg brúðarvís
una til høvið, segði Magnus
Magnussen.
Hann kom eisini inn á
stóra týdningin, ið hølini
hava fyri brúðardansin.
Eru hølini stór og aukust
ikkurin ringur, er ógjørligt
at fáa dansin at ganga, stað
festi Magnus Magnussen.
Theodor E. D. Olsen,
prestur, hugleiddi um meiri
andaliga partin av brúdleyp
inum. Hann segði, at í ein
um brúdleypi krossast tað
heilaga við tí verðsliga, og
soleiðis eigur at vera.
Traditiónirnar broytast
við tíðini, og í dag er trend
urin tann, at fólk giftast fyrr
og fyrr upp á dagin. Tað er
ikki óvanligt, at fólk giftast
klokkan níggju fyrrapart
fyri síðani at fara av land
inum á brúdleypsferð, segði
Theodor Olsen.
Eisini vindur tað meiri og
meiri upp á seg, at fólk
giftast til dømis klokkan 11
og hava síðani ein døgurða
fyri teimum nærmastu.
Hann kom inn á upprunan
til føroysku brúðarvísuna,
»Várharra hann segði«, og
greiddi frá, at Fuglaframi
skrivaði út eina kapping um
at skriva eina føroyska brúð
arvísu í 1898. Eins og nú
var eingin tá hildin at verða
nóg góð, men Sverri Paturs
son eggjaði J. P. Gregorius
sen, ið er yrkjarin til før
oysku brúðarvísuna, til ikki
at seta ljós sítt undir eina
skjeppu.
Føroyska
brúðarvísan
bleiv so kvøðin á fyrsta
sinni í 1901.
Millum brúðarparið
Theodor Olsen segði eisini,
at andaliga dimensiónin
kom inn í brúdleypsveitsluna
við brúðarvísuni.
Hann greiddi eisini frá
sínum upplivingum í sam
bandi við brúðardans og
kundi fortelja, at hann bæði
hevði upplivað at verið
kveistraður burtur frá brúðr
ini í brúðardansi og at verða
tikin upp í millum brúður
og brúðgóm.
Næstur í røðini var Jóan
Pauli Joensen, rektari á
Fróðskaparsetri
Føroya,
sum hevði eitt sera skemti
ligt innlegg.
Hann greiddi frá, at brúd
leypssiðirnir eru broyttir
nógv gjøgnum tíðirnar.
Kærleikin hevur altíð
verið har, men tað hevur
ikki altíð verið kærleikin,
ið var avgerandi fyri, hvør
giftist hvørjum, segði Jóan
Pauli Joensen.
Tað er kent, at summar
bygdir
vóru
sonevndar
nýggjársbygdir,
meðan
aðrar vóru jólabygdir. Tað
merkti stutt sagt, at fólk
hittust í hesum bygdum til
dans á jólum ella á nýggj
árinum.
Hetta var heilt einfalt
fyri at fólk skuldu hittast og
finna sær maka. Fyrr var
tað ein óskrivað lóg, at trí
menningar ikki máttu gift
ast, og tí var hetta ein neyð
ugur siður, at fólk hittust á
henda hátt, segði Jóan Pauli
Joensen.
Hann
samanbar
hesi
dansikvøldini við eitt nú
ungdómslegurnar, ið nú
verða hildnar á Zarepta.
Føroyski dansurin
á veg fram
Tað staðfesti Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, á pallborðsfundi í Miðlahúsinum í gjár
kvøldið. Fundurin, við heitinum »Brúðardansur og Brúdleypssiðir«, savnaði út við hundrað fólk
Í panelinum sótu frá vinstru Rasmus Joen
Út við hundrað fólk høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í Vágsbotni til tiltakið hjá Sláið Ring, »Brúðardansur og brúdleypssiðir«
Mynd: Leo Poulsen