hósdagur 7. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2010
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
Lydia Kruse, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Sjúkra
húsi 5. januar, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður leygar
dagin klokkan 13 frá Salem.
Mads Berg Petersen, Tórshavn, andaðist á Tjarnargarði
nýggjársdag, 91 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vest
urkirkjuni leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Mads
Berg, kunnu lata KFUM ella KFUK eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum okkara,
at elskaði maður og pápi okkara
Georg Otthamar
løgreglumaður
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin,
54 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin kl. 13.
Christa
Gunnbjørn, Anna Helena og Bogi
Dagurin
7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska
konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni
sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari søgu verður
hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska
lord, ið merkir harri. Knútur varð skírdur halgimenni í 1169.
Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst
knútur, brúktur sum eyknevni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 8. januar letur
ein framsýning hjá lista
kvinnuni Sólvá Gunnarsson
Olsen upp í Cafe & Galleri
Patricia, Stormgade 5, í
Esbjerg. Í sambandi við
framsýningina verður ferni
sering fríggjadagin frá kl.
15 17.
Sólvá er uppvaksin í
Mattalág í Havn, elsta dóttir
Herborg og Gunnar Gunn
arsson. Sum ung flutti
Sólvá til Danmarkar, har
hon hevur búleikast síðani.
Hon hevur altíð verið sera
kreativ og hevur fingist við
ymist handaligt arbeiði.
Seinastu árini hevur hon tó
fingist mest við at mála.
Umframt at mála hevur
Sólvá givið frálæru í mynda
seyming og aðrari kreativari
seyming. Frá 1992 til 1997
fekk hon frálæru frá hol
lendska multikunstnaranum
Baukje Zijlstra.
Sólvá hevur luttikið á
fleiri framsýningum í Dan
mark, eins og hon eisini
hevur havt framsýningar í
Føroyum. Framsýningin í
Esbjerg verður opin til 29.
januar. Opið er frá mánadegi
til fríggjadag frá 11 17.30.
-red
Sólvá G. Olsen
framsýning í Esbjerg
Cafe & Galleri Patricia, Stormgade 5, í Esbjerg
Sólvá Gunnarsson Olsen
75 ára føðingardagur
Tann 19. januar fyllir Sofus Boesen í Froðba 75 ár. Dagurin
verur hildin á Høvdanum í Froðba leygardagin tann 16..01.10
kl 19.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding á tlf. 372634
áðrenn 10 januar.
Gullbrúdleyp
9. januar 2010 hava hjúnini Arndis og Eli Davidsen,
Møllemarksvej 28, 4291 Ruds Vedby, gullbrúðleyp
Dagurin verður hildin saman við næstringum, vinum og
kenningum í Reerslev Forsamlingshúsi frá kl. 15.00.
Gullbrúdleyp
10. januar hava hjúnini Jastrid og Árni Olsen í Haldórsvík
gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í
Haldórsvík leygardagin tann 9. januar kl. 18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Gullbrúdleyp
12. januar hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 16. jan kl 13 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík
Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus Magnusson Innan
Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á Klaksvíkar Sjómansskúla
frá kl 1417, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri
innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl. 19.
Merkisdagar
Ert tú góður við tíni húsdjór?
So er SkyttenS hunda- og kettufóður rætta valið
Søcla (20 kg)
Fyri posan kr. 540,-
Kettufóður (15 kg)
Fyri posan kr. 390,-
Special (20 kg)
Fyri posan kr. 450,-
til vaksnar
hundar
SKYTTENS hunda- og kettufóður er kvalitetsfóður, framleitt í Dan-
mark síðan 1970. Fóðurið er framleitt úr fiski og høsnarunga og
inniheldur ikki konserveringsevni, litevni, aromaevni ella sojaprotein.
Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40. Ókeypis útkoyring í Tórshavn
til hvølpar