hósdagur 7. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 4 - 7. januar 2010
Samgongan og and
støðan eiga at manna
eina semingsnevnd,
sum skal royna at
finna eina loysn á
Icesavemálinum
Ísland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað heldur fyrrverandi utt
an ríkisráðharrin Ingibjørg
Sólrún
Gísladóttir,
sum
eisini er fyrrverandi for
maður í stjórnarflokkinum
Samfylkingini. Við Frétta
blaðið sigur gon, at stjórnar
samgongan og andstøðan
eiga at seta seg saman at
manna eina politiska sem
ingsnevnd, sum skal leiða
samráðingarnar um Icesave
málið.
Fyrrverandi
uttanríkis
ráðharrin og floksfor mað
urin sigur, at tað er umráð
andi, at semingsnevndin
fær fulla undirtøku og full
trú frá stjórnini og Alting
inum til at gera semju við
bretar og niðurlendingar
um Icesave. Og tað skal
ger ast beinanvegin, sigur
hon.
Hin møguleikin er, at
fólkaatkvøðan tekur undir
við samtyktini, sum Al
tingið gjørdi hann 30.
desember, men tann loysnin
fer at elva til størri spjaðing
innanlands heldur enn at
savna,
sigur
Ingibjørg
Sólrún Gísladóttir, sum fór
burtur úr politikki fyri ein
um ári síðani, tí heilsan
sveik.
Nú tað stundar til for mans
valið í Føroya Fiskimanna
felag, hava nøkur lesara
brøv verið at lisið í bløðun
um, frá formanni og
nevnd arlimi í Føroya Fiski
mannafelag.
Eg havi sjálvur verið
nevndarlimur í FF í yvir 20
ár, harav uml. 15 ár sum
næstformaður. Eftir at hava
lisið lesarabrøvini í
bløðunum, kann eg ikki
sita kúrrur longur. Havi
annars í alla mína tíð verið
loyalur mót vegis felagnum
og tað til eina og hvørja tíð
sitandi nevnd og formanni.
Hesin loyalitetur hevur
verið orsøk til, at eg ikki
havi ført hesi sjónarmið
fram í fjølmiðl unum fyrr
enn nú. Eg havi tó ásann
að, at av felag, nevnd og
formanni, er felagið tað
týdningarmiklasta, og
hesar reglur eru skrivaðar,
við tí vón, at verða til bata
fyri felagið.
Í lesarabrævið hjá
Fríðriki Sivertsen, sum eg
taki fult undir við, har
hann sigur, at fíggjarliga
stýringin av felagnum, ikki
er á sama høga støði, sum
hon áður hevur verið.
Hesum kann eg bara vera
samdur í. Hóast inntøk
urnar eru hækkaðar, er
úrslitið lækkað munandi.
T.d. eru sakføraraútreiðsl
urnar hækkaðar munandi,
tí at tað tykist sum ein
meginregla, at tann harði
vegurin við sakførarum á
odda, skal roynast áðrenn
roynt verður við samráð
ingum millum partarnar.
Í útvarpinum eftir
aðalfundin herfyri, segði
formað urin, at nevndin í
felagnum lekur sum ein
sáld, og at Reiðarafelagið
visti nágreiniliga, hvat
Føroya Fiski mannafelag
ætlaði at gera. Hesum
ákærum vil eg staðiliga
afturvísa, men heldur vísa
á, at okkara for mað ur
sjálvur er farin heldur lætt
um sannleikan bæði í
nevnd og í fjølmiðlunum.
Hesa seinastu tíðina er
tað fleiri ferðir komið fyri,
at eg havi verið ósamdur
við handfaringina av fleiri
mál um. Eg kann t.d. nevna,
at málini viðvíkjandi
Carlton og Artic Viking
kundu verið handfarin á
ein nógv skynsamari hátt.
Eisini haldi eg, at tað kann
vera sera óheppið at siga
sáttmálan upp á hvørjum
ári, uttan at hava nakað
átrokandi mál at fremja.
Seinast varð hetta eisini
gjørt, í eini tíð, har
reiðararnir vóru sperdir
peningaliga, og onki
komma bleiv flutt, so hetta
kom sera væl við hjá
reiðarunum.
At enda vil eg vóna, at
felagið í framtíðini kann
vísa ein hóligari
framferðarhátt, har fyrst
verður roynt við
samráðingum, og ikki
verður byrjað við at hála í
táttar nar hvør á øðrum.
Jóhanna sat
við telefonina
Íslendska stjórnin hevur roynt at sissa
bretar, niðurlendingar og onnr um, at tey
fáa sínar pengar
Ísland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir,
hevði úr at gera í gjár við at vissa onnur lond um, at
Ísland fer at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis
umheiminum, hóast forsetin sýtti fyri at staðfesta
Icesavelógina.
Millum annað tosaði Jóhanna Sigurðardóttir við
bretska forsætisráðharran, Gordon Brown, niður
lendska forsætisráðharran, Jan Peter Belkemende, og
norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg.
Tað var ikki bara forsætisráðharrin, sum hevði tele
fonsamband við sínar starvsfelagar uttanlands. Eitt nú
tosaði, uttanríkisráðharri, eisini við sín bretska starvs
bróður, David Miliband, um Icesavemálið.
Herumframt skal stjórnin eisini hava samband við
Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF um støðuna.
Jóhanna Sigurðardóttir hevur sissað sínar starvsbrøður í
Bretlandi og Niðurlondum um, at teir fáa sínar pengar
Mynd: Moregunblaðið
Íslendski forsetin
heldur, at hann hevur
ikki gjørt annað enn
at halda seg til góða,
evropeiska siðvenju
Ísland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Ólafur Ragnar Grímsson,
forseti, verjir avgerð sína at
sýta fyri at staðfesta Ice
savelógina við, at tað var
demokratiskt. Hann sigur,
at um alt Evropa eru lond,
sum hava álit á sínum fólki
við at brúka fólkaatkvøður,
tá týðandi avgerðir skulu
takast.
Eg havi ikki gjørt annað
enn at halda eina góða evro
peiska siðvenju at lata fólk
ið taka ta endaligu avgerð
ina, sigur forsetin við BBC
og leggur afturat:
Eg helt, at tað nýggja
Evropa, sum vit tosa um,
snýr seg ikki bara um mark
naðarnýskipanir, men eisini
um demokrati og fólksins
vilja.
Ólafur Ragnar Grímsson
tykist ikki vera ørkymlaður
av, at Bretland og ESnevnd
in hava ávarað um, at tað
kann fáa avleiðingar fyri
íslendsku umsóknina um
ESlimaskap, um fólkaat
kvøðan vrakar Icesavelóg
ina.
– Kjakið við ES taka vit í
komandi árum, sigur hann
við BBC.
Næstformaður í FF
Eyðun
JohannEsEn
Føroya Fiskimanna felag – Eina hóvligari framferð
Demokratiskt at sýta
staðfesting
Ólafur Ragnar Grímsson: – Eg havi bara hildið meg til góða siðvenju
Mynd: Morgunblaðið
Eiga at velja politiska
semingsnevnd
Ingibjørg Sólrún Gísladóttir mælir stjórnini og andstøðuni til at skipa
eina semingsnevnd at taka sær av Icesave-málinum Mynd: Vísir