Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2010 15 Átøk at skapa arbeiði og framtíð Stóra tøkk til Jacob og Aksel Tað frøddi okkum her norðuri almikið, at lands stýris­ maðurin Jacob Vestergaard tók avgerð um, at trygdar­ miðstøðin skal verða verðandi her norðuri. Og tað skal hann hava sera stóra tøkk fyri, og eisini allir teir politik arnir sum vóru við til at taka hesa avgerð. Tað er sjón fyri søgn, hvussu trupult tað er fyri politikarar, sum vilja norðoyggjum væl við at seta nak­ að á stovn her, ella taka avgerð um, at stovnur, sum er her, framhaldandi skal verða her norðuri. Eg hugsi í hesum førinum um trygdarmiðstøðina og heilsutrygd. Tað eru sterkir politikarar, sum makta hetta og tora at standa við sína avgerð. Havandi í huga mótstøðuna, sum altíð er, tá eitthvørt skal leggjast uttan fyri Havnina. Landsstýrismaðurin Aksel V. Johannesen, skal eisini hava stóra tøkk fyri, at hann heldur fast við avgerðina um, at Heilsutrygd skal liggja í Klaksvík. Torbjørn Jacobsen hevur verið úti og sagt, at tað er skeivt av landstýrismonnum at leggja almennar stovnar í sítt valdømi fyri at egna fyri sær sjálvum. Her vil eg minna Torbjørn á, at allar Føroyar tíverri eru eitt vældømi. Hvat vilja landspolitikarnir við Norðoyggjum Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm var nú í miðlunum, har hann greiddi frá, at hann slettis ikki skilti, hví Heilsu trygd skal vera í Klaksvík. Skilji ikki, hvat Bjarni billar sær inn. Hvat sær Bjarni fyri sær? Skulu vit flyta øll til Havnar? Tí um tað verður gongdin, at øll almenn arbeiðspláss skulu liggja í Havn, so minkar útboðið av arbeiðsmøguleikum uttan fyri Havnina ógvuliga nógv. Vit síggja allatíðina, hvussu talið av sjómonnum og arbeiðisfólki í fiskivinnuni minkar, og tí noyðast vit at flyta onnur arbeiðspláss út um landið. Tað hevði møguliga verið tað bíligasta og kanska tað lættasta, at øll fluttu til Havnar. So vildu vit spart sjúkrahús, tunlar, viðlíkahald av vegum, strandfaraskip og allir almennu stovnarnir vildu verið í Havn. Vænti ikki, at tað er tað, sum landspolitikarnir vilja. Vit fáa best eitt gott og fjøltáttað land við at fólk við ymsum útbúgvingum býr úti um landið. Eg haldi, at landspolitikarnir eiga at melda út NÚ, hvat teir vilja við Føroyum. Hvat síggja tit fyri tykkum í framtíðini. Politikarar eru frammi, har teir siga, at ongin stovnur skal flytast úr Havnini og aðrir skilja als ikki, hví nýggir stovnar skullu flyta til Klaksvíkar, tá pláss er fyri teimum í Tórshavn. Lítið brot var í útvarpinum í morgun í einari sending, sum Gunnar Nolsøe skal hava hósdagin um demografisku Føroyar. Meini tað var Eyðun Jóhannesen hann tosaði við. Hann segði nakað áhugavert og sera viðkomandi. Hann helt, at vit ikki skulu gera Føroyar minni er tær eru. Tað var skeivt at trunka alt saman í Havnini, og Føroyar blivu fátækari um alt endaði í Havn. Um Norðoyggjar skulu verða eitt sterkt økið, so er neyðugt við nógv fleiri arbeiðsplássum. Vit eiga nógv góð vinnulívsfólk her norðuri. Men tað eiga vit ikki verða revsaði fyri, við at almenn arbeiðspláss ikki verða løgd her norðuri. Tað eigur at verða umvent, at vit hava rætt til almenn arbeiðspláss, sum vit sjálvi hava upparbeitt. Tað hevur sera stóran týdning fyri eitt økið, at har er eitt fjøltáttað útboð av arbeiðsmøguleikum og tí eiga vit at leggja so nógvar almennar stovnar í Klaksvík sum til ber. Tað verður nógv tosað um at fáa okkara útbúna fólk heimaftur og har haldi eg, at hesi eisini skulu fáa ein møguleika at koma aftur til heimstaðin. Haldi at landins mynduleikar eiga at traðka til nú og beinanvegin flyta tey arbeiðspláss, sum heilt natúrliga hoyra heima her, norð hendanvegin. Fiskiveiðieftirlitið eigur at verða flutt beinanvegin saman við fleiri øðrum. Vinnuháskúlin eigur eisini at flyta til Klaksvíkar. Havnin er okkara høvuðsstaður og fer altíð at vera tað, og vit skulu vera góð við Havnina. Tað er tó alneyðugt, at tað eisini í framtíðini verður møguleiki hjá fólki við ymsum útbúgvingum at búgva í øllum landinum. Løgmaður og samgongu­ flokkarnir hava lúkað burtur átøk, ið kunnu skapa arbeiði og fáa fólk at støðast ella flyta til Føroya. Annað skinn má takast um bak Summi hava viðmerkt, at tey halda meg vera íðan og bersøgnan um nýggjárs­ røðu løgmans og arbeiðs­ lag samgongunnar. Til tað er at siga, at løgmaður og sitandi samgonga alt ov leingi eru sloppin undan at standa til svars og at verða sett undir grundleggjandi krøv til eina politiska stjórn. Hesir somu flokkar hava sitið við valdið í meira enn 6 ár og hava ábyrgdina av tí út av lagi ábrygdarleysa fíggjar­ og búskaparpoli­ tikki, sum oysti milliardir inn í ein glóðheitan bú ­ skap, løgdu onki til viks, rindaðu onga skuld og framdu hvørki framtíðar­ ætlanir ella bygnaðar­ broytingar. Og nú tá átøk eiga at ger ast til tess at skapa arbeiði og forða arbeiðs­ loysi – og ikki minst ung­ dómsarbeiðsloysi – er ong­ in politikkur at hóma. Ístað in verður farið skeivan veg. Sveinastykkið hjá samgonguni Í síni ólavsøkurøðu fyri hálvum ári síðani fírdi løgmaður ikki fyri at taka heiður av vaksandi fólka­ tali og lítlum arbeiðsloysi. Og hann tosaði um vakstrar pakkar, ólavsøku­ pakkar, gransking, íløgur og eina fíggjarlóg, ið skuldi veðra ”sveina­ stykkið” hjá samgonguni. Og hvussu royndist so sveinastykkið? Ja, har var onki stykki at meta um. Ongi átøk vórðu framd, og allar fráboðanir um pakkar av ymsum slag, vístu seg at vera tómar. Uppá eitt sam­ døgur, samtyktu sam­ gongu fólk ístaðin at minka íløgurnar við 100 mió. Tær íløgur, ið kundu forðað fyri arbeiðsloysi og gjørt fram­ tíðarátøk fyri gransking, mentan og tilfeingi, ruku út. Tildømis Hav rann­ sóknarskip og Tjóðleikhús. Bygnaðarbroytingar vóru ongar. Eftir var bara ein líggi, ið skarvaði eitt prosenttal av øllum. Tað hevur onki við politikk at gera, og ongin hevur sett seg inn í avleiðingarnar. Seta hendur fyri eygu og oyru Men løgmaður tekur onga ábyrgd á seg í nýggjárs­ røðuni. Hvørki av tí, sum hevur elvt til støðuna ella av øllum teimum brotnu lyftunum og tómu fráboð­ anunum. Hann nevnir nú ikki eitt orð um vaksandi arbeiðsloysið og ungdóms­ arbeiðsloysið ella um, hvussu vit kunnu fáa fólk at støðast ella flyta til Føroya. Ístaðin heldur hann uppá, at samgongan hevur framt stór tøk, bygnaðarbroytingar, semjur, gransking og ”størstu íløguætlan nakran­ tíð”. Hóast hetta er í stórari andsøgn við veruleikan. Hetta ber ikki til at gó ðtaka. Tá so stórar avbjóð ingar eru fyri framm an, ber ikki til at seta hendurnar fyri eygu og oyru, og so rópa eina ósanna mynd av veruleik­ anum fram. Íløgur, ið skapa arbeiði og framtíð Vit eiga sjálvandi at semj­ ast um, at gera tiltøk og íløgur, ið kunnu forða fyri vaksandi arbeiðsloysi. Har er Havrannsóknarskipið, og onnur avbjóðandi ný ­ bygging, uppløgd íløga, har alt kann gerast í Føroyum og kann draga ymiskar fakbólkar og ófaklærda arbeiðsmegi til sín. Eisini er Havrann­ sóknarskip bæði gransk­ ingarfremjandi og styrkir okkara krøv til virðismikið tilfeingi. Harumframt eiga vit at gera íløgur, ið kunnu menna varðandi orkukeldur og samstundis skapa vitan­ ar­ og granskingarstørv. Og allar íløgur í mentan eru bæði arbeiðsskapandi og tjóðarbyggjandi – ikki minni í krepputíðum. Ungdómsarbeiðsloysi og útbúgving Eins umráðandi er, at vit til tess at forða fyri ung dóms­ arbeiðsloysi og fráflyting bjóða fleiri eina miðnáms­ útbúgving, lærlinga út­ búgving og eftirútbúgving av ymsum slag. Og so skulu fleiri hægri útbúgv­ ingar, og partar av hægri útbúgvingum bjóðast út á Fróðskaparsetrinum. Tað er langt síðani próvfast, at hetta er fortreytin fyri at hava størri partar av ár ­ gangum longri í Føroy um, umframt at fólk koma aftur, eftir at hava tikið aðrar partar av lestrinum uttanlands. Hartil skapar hetta grundarlag fyri fleiri granskingarstørvum. Summi halda enn uppá, at hetta eru bara útreiðslur og fjas. Men tvørturímóti styrkir hetta búskapin og peningarenslið beinanvegin og økir um fólkatalið. Og harumframt er hetta besta íløgan til tess at skapa varandi virðir og nýggjar inntøkumøguleikar frameftirø Tað var ein týðuliga frust­ rer aður andstøðuleiðari, sum mánadagin gjørdi við­ merkingar til nýggjársrøðu løgmans. Tað var sum at síggja ein mann, sum hevðí brúkt alt krútið á nýggj­ árinum, og sum nú royndi at festa í tey allar seinastu físini. Men eg skilji hann væl. Andstøðan hevði vónað og væntað, at samgongu­ flokkarnir ikki fóru at megna at fáa fíggjarlógina samtykta. Tey høvdu vón­ að, at fíggjarnevndar um­ boðini hjá samgongu­ flokkunum fóru at standa spjødd og koma vit fleiri álitum, og tey høvdu eisini vónað, at ávísir sam gongu­ limir fóru at leypa frá, av tí at eingir tunnlar stóðu á fíggjarlógini. Andstøðan royndi eisini av øllum alvi at provokera ávísar sam­ gongulimir við hesum undir orðaskiftinum um fíggjarlógina, men heldur ikki tað eydnaðist. Og harafturat, so megn­ aðu andstøðuflokkarnir heldur ikki at standa saman um eitt felags álit til fíggj­ a r lógina. Sjálvt innan­ flokka stóðu tey ikki sam­ an, og tá atkvøtt varð, vóru tríggjar atkvøður frá Tjóð­ veldi fyri fíggjar lógini, meðan fimm vóru ímóti. Men kortini tosar Høgni Hoydal nú um at skipa eina savningarstjórn og um breitt samstarv millum samgongu og andstøðu. Eg haldi, at fyrsta treyt fyri at kunna samstarva við onnur er, at ein hevur førleika at samstarva við seg sjálvan. Í viðmerkingunum til nýggjársrøðu løgmans sigur Høgni Hoydal, at før­ oyingar eiga at samtykkja eina grundlóg og skipa seg sum sjálvstøðugt land. Tað kunnu vit saktans gera ­ men tað kostar eina milli­ ard. Frammanundan hevur landskassin eitt undirskot á 800 mió. krónur, so tað kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvaðani hann ætlar at fáa allar hesar pengarnar frá. Tað er lætt at sleingja um seg við pástandum og tølum, men lat meg taka eitt fekst dømi, sum vísir, hvussu lítlan mun tey einstøku tiltøkini í roynd og veru gera, hóast tey raka meint. Tá fíggjarlógin varð við­ gjørd í løgtinginum, stutt fyri jól, løgdu Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Heidi Petersen og Páll á Reynatúgvu uppskot fyri tingið, um at hækka av ­ gjaldið á bensini og diesel­ olju til bilar. Hetta skuldi geva landskassanum 33 mió. krónur. Tað verða eini 12.000 tons av bensini seld í Før­ oyum árliga, og siga vit, at sølan av dieselolju til bilar er nakað tann sama, so merkir tað, at hvør litur skal kosta í minsta lagið eina krónu meira, um landskassin skal fáa 33 mió. krónur burturúr. Nú kann onkur siga, at ein króna meira fyri liturin er til at liva við, hóast hon hjá mongum merkist væl, men her mugu vit minnast til, at 33 mió. krónur eru bara 4,1% av samlaða undirskotinum hjá lands­ kassanum, og skulu vit eisini hava blokkstuðulin burtur, so er hetta bara 2,3 % av samlaða tørvinum. Hvussu ætlar Høgni Hoy­ dal so at skaffa hini 97,7 prosentini, uttan at tað rakar teir veikastu bólk­ arnar í samfelagnum? Eitt er at fólk kanska kunnu liva við at skula gjalda eina krónu meira fyri hvønn litur av bensini, men klára tey harumframt at gjalda eina eykarokning sum er 43 ferðir so stór? Eg má undrast á, at tíðindafólk ikki seta Høgna Hoydal henda spurningin, men kanska er orsøkin, at heldur ikki tey taka hann í fullum álvara longur. Líkamikið hvat vit ann­ ars halda um nýggjárs­ røðuna, um løgmann og um samgonuna, so mugu vit bara enn einaferð stað­ festa, at tað finst einki alternativ til verandi sam­ gongu. býráðslimur í Klaksvík ElsEbEth Gunn­ lEyGs dóttur hansEn høGni hoydal Ein andstøðuleiðari við ongum krúti løgtingsmaður hElGi abrahamsEn viðmerkingar