Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir eitt kappingaraár, har mest sum øll úrslit hava verið, sum roknast kundi við, skaptu kvinnurnar hjá VÍF sína sensatión, tá tær á heimavølli bastu Neistanum Spenningurin í Sunset-deildini í ár hevur fyri tað nógva verið í botni- num, har VÍF og VB hava dystast. Sum úrslitini hava verið, so hevur eingin skala tey bæði oddaliðini, sum trygt stýra móti finaluni. Eins trygt hevur tað verið, at Neistin hev ur bast hinum trimum liðunum, og at StÍF hevur bast teimum báðum niðastu. Men tann raðfylgjan skalaðist í gjár. Eisini hóast tað ikki akkurát var tað, sum lá í luftini fyrstu løtuna. Tá hótti Neistin nevnliga við at renna undan heimaliðnum, men und an steðginum kom VÍF kortini upp á javnt. Og tær gulu hildu fast allan sein na hálvleik. Tað var fyri tað nógva Neistin, sum hevði munin, men tá seinastu fimm minuttirnir stóðu fyri framman, helt VÍF høvdið kaldari. Og við at vinna hesa løtuna 5-1, av gjørdu tær dystin. Og við hesum vunnu tær seg upp á fýra stig, með an VB framvegis er niðast við tveim um stigum. Talan var samstundis um fyrsta dystin hjá Birgiri Hansen við stýris- vølin hjá Neistakvinnum. Og í so máta var talan neyvan um nakra ynskis byrjan hjá honum. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. januar 2010 Alina aftur í Tjaldri Alina Olaru, sum í fjør var týðandi partur av FM- lið num hjá Tjaldri, verð ur nú aftur at síggja í felagnum Seinnu árini hevur Alina verið ein av allar fremstu spælarunum í føroyskum kvinnuhondbólti, men tá hon gjørdist við barn í fjør, steðgaði hon við hond bólti- num, so skjótt sum FM-heitið við Tjaldri varð vunnið. Nú er hon so smátt byrjað at ven ja aftur, og í Tjaldri ivast tey ikki í, at hon kann gerast ein sera góð ur fongur hjá liðnum. Tjaldur hevði við ársbyrjan fýra útlendingar á liðnum, og tað er bert loyvi at nýta tríggjar í hvørj um dysti. Marinela Patru er tó farin av landi num, og Adea Burcea er fyri tað mesta á beinkinum, meðan Guðr un í Lágabø stendur í máli- num, og tí verður ikki roknað við, at tilgongdin av Alinu Olaru skap ar nakrar trupulleikar í so máta. Litavi til H71 Karolis Dainys er í hes- um døgum til roynd ar- venjingar hjá H71. Tað skriv ar heimasíðan hjá Kring varpinum. Kári Nielsen, venjari, sigur við heimasíðuna, at 21 ára gamli Dainys, sum er ættaður úr Litava, væntandi verður knýttur at hópinum í nærmastu framtíð. - Hann er stórur og sterkur og skal fyrst og fremst styrkja um verjuna hjá okkum, sum hevur verið svikalig í seinastuni. Harnæst fer hann vónandi at geva okkum fleiri streingir at spæla á, tá vit fara í álop. Higartil hevur ov nógv hingið á ávísum leikarum, sigur Kári Nielsen, venjari hjá H71, við kringvarp.fo. Verandi føroyameistararnir eru í løtuni á fjórða plássinum - eitt stig frá finaluplássi. VÍF vann sær tvey sera týdningarmikil stig, tá tær í gjárkvøldið vunnu heimadystin móti Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Landsliðsvenjararnir í hondbólti Dia Midjord og Kári Nielsen hava tikið út sekstan spælarar til HM-undandystirnar á Kypros næsta vikuskifti Landsliðið spælir tríggjar undan- dyst ir á Kypros. Spælt verður ímóti Sveis fríggjadagin 15. januar, ímóti Hvíta russ landi leygardagin 16. januar, og ímóti vertunum av Kypros sunnu dagin 17. januar. Landsliðið fer til Keyp manna- havnar mikudagin 13. januar og víðari á Kypros dagin eftir. Landsliðið kem ur heim aftur mánakvøldið 18. januar. Teir 16 spælararnir eru: Neistin: Heini Hanusarson, Finnur Hansson, Tróndur Kragesteen, Carl Herup Olsen og Ári E Dam. H71: Janus Sørensen, Dánjal Tórgarð, Esbern Patursson, Poul Kjartan Dam og Levi Nybo. Kyndil: Bárður Johannesen, Hans Áki Dal-Christiansen og Tummas Pauli Hanusarson. VÍF: Sámal Joensen og Bjarti Hansen. KÍF: Niklas Reginsson. Lands liðið klárt til Cypros jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk VÍF-Neistin 28-25 (11-11): VÍF skapti fyrstu sensatiónina jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Fakta VÍF-Neistin 28-25 (11-11) 10 min: 3-4 20 min: 6-9 40 min: 16-17 50 min: 21-22 Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 6(2), Elisa Leo, Finngerð Jensen 4, Tóra Seloy 4, Heidi Joensen 4, Agnas Olsen 2, Katrin Christophersen 1, Linda Davidsen 1, Halla Midjord 1 Neistin: Birita Wardum 6, Lina Andriulyte 6, Anja Heinadóttir 4, Katrin á Neystabø 3, Rakul Augustinussen (1)3, Jacklin Durhuus 2, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: VÍF 2, Neistin 2 Útvísingar: Neistin 2 Dómarar: Hanus Kúrberg & Birgir Sondum Manslandsliðið í hond­ bólti skal um eina viku spæla tríggjar dystir á Cypros