hósdagur 7. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. januar 2010 – Nr. 4
Drogba er slitin
Venjarin hjá Fílabeinsstrondini, Vahid Halilhodzic er óttafullur um Didier Drogba, og hann
heldur, at Chelsea leggur ov nógvar byrðar á framherjan. Vahid Halilhodzic er harmur um, at
Didier Drogba hevur spælt níggju dystir fyri Chelsea uppá fimm vikur. - Vit eru óttafullir um
kropsstøðuna hjá øllum okkara spælarum, men vit eru serliga óttafullir um Drogba, sum
altíð spælir nógvar dystir, sigur Vahid Halilhodzic við enska blaðið, Express. Tað er órealist-
iskt at spæla tveir dystir uppá tríggjar dagar. Ein slík leikskrá er ov krevjandi fyri ein lykla-
spælara, sum Didier Drogba. - Fyri 10 døgum síðani var eg í Onglandi fyri at tosa við Didier
Drogba um hetta, tí eg vildi steðga hesum. Hann er eitt menniskja, og ikki ein maskina,
sigur ein harmur Vahid Halilhodzic. Fílabeinsstrondin spælir tann fyrsta dystin í innleiðandi
bólkaspælinum í Africa Cup of Nations mánadagin. Dysturin er ímóti Burkina Faso.
Mancini vil hava Viera
Fleiri feløg í Onglandi hava áhuga í at gera sáttmála við liðskiparan á franska
landsliðnum, Patrick Viera, sum ikki klárar so væl upp við Inter-venjaran, José
Mourinho. Sambært BBC er Manchester City fyrsta valið hjá Patrick Viera. Patrick
Viera samstarvar væl við fyrrverandi Inter-venjarin, Roberto Mancini, sum nú er
venjari hjá Manchester City. Patrick Viera var tann fyrsti spælarin, sum Arsenal-
venjarin, Arsene Wenger gjørdi sáttmála við afturi í 1996, og spældi Viera við
The Gunners fram til 2005, tá hann skrivaði undir sáttmála við Juventus. Viera
spældi meir enn 400 dystir við Arsenal, har hann vann trý meist araheiti og fýra
steypakappingar. Í 2006 skrivaði Viera sáttmála við Inter. Viera hevur vunnið
italska meistaraheitið við Mancini, sum venjara, bæði 2007 og í 2008.
Millum jól og nýggjár stóðu
fýra mans royndina til
svarta belti í judo. Hetta
var ein søguligur dagur,
tí ongantíð áður hevur
ein slík beltroynd verið í
Føroyum
28. desember 2009 gjørdist ein
søgu ligur dagur í føroyskari judo-
søgu. Áki Davidsen, Hjalmar
Johanne sen, Jógvan Páll Kristian-
sen og Sam Vang stóðu allir roynd-
ina og fingu svart belti í judo.
Teir fýra eru ikki teir fyrstu før-
oyingarnir, sum hava staðið hesa
somu roynd. Men tað var fyrsta
ferðin, at ein roynd av hesum slag-
num var hildin í Føroyum. Hetta var
eisini fyrsta ferðin, at fýra føroyingar
valdu at taka svarta belti í judo sam-
stundis, og henda roynd varð hildin í
Felagsskúlanum á Oyrar bakka.
2009 eitt ótrúligt ár
Við hesi roynd staðfestu teir fýra, at
2009 av sonnum hevur verið eitt
ótrúliga gott ár fyri judo í Føroyum.
Teir prógvaðu eisini, at góðu úrslit-
ini frá oyggjaleikunum í summar,
har Jógvan Páll Kristiansen vann
gull, Hjalmar Johannesen vann silv-
ur og Áki Davidsen og Sam Vang
vunnu bronsu, ikki komu av ongum.
Fram til kappingarnar á Álandi
vandu teir fleiri ferðir um vikuna,
viðhvørt tvær ferðir um dagin. Eftir
ein lítlan summarsteðg funnu teir
judodraktina – sokallaðu gi’ina –
fram aftur, og hava vant eins mið-
víst og undan oyggjaleikunum.
Málið var greitt. Áðrenn 2009 var
av, skuldu teir fýra hava knýtt svarta
beltið um búkin. Tríggjar dagar fyri
árskiftið komu allir á mál –
samstundis.
Frá næmingi til meistara
Tað krevst ikki stórt innlit í judo fyri at
vita, at svarta beltið hevur tygn. Í
judohøpi verður eisini skilt í millum
svarta belti og so tey, ið koma áðrenn.
Í stuttum ber til at siga, at svarta
belti skilir næming og meistara.
Hvítt, gult, appilsinlitt, grønt, blátt
og brúnt belti er alt næmingastig.
Svarta beltið er meistarastig og
áðrenn 28. desember 2009 vóru tað
einans tríggir føroyingar, ið høvdu
svarta belti. Hesir vóru Luis Balsa,
Ingi á Tórgarði og Búgvi Poulsen.
Luis Balsa tók svarta belti í Spania,
meðan hinir báðir vóru til somu
beltroynd í Danmark.
Tað vóru eisini Ingi á Tórgarði og
Búgvi Poulsen, sum saman við
Zvonko Mrdalo, venjara í Sunda
Judofelag, ið vóru dómarar til
beltroyndina hjá teimum fýra. Eisini
Zvonko Mrdalo, sum kemur úr
Pólandi, hevur svart belti í judo.
Innan fyri svarta belti eru tíggju
stig. Tá tú tekur svarta belti av
fyrstan tíð, hevur tú tað, tey rópa 1.
Dan. Næsta stigi er 2. Dan og so
gongur tað annars upp til 10. Dan.
Eingin føroyingur hevur meira
enn 1. Dan, og fyri at ein beltroynd
til svarta belti kann haldast, krevst,
at minst ein av dómarunum hevur
eitt Dan hægri enn tað, ið givið
verður.
Zvonko Mrdalo hevur 2. Dan. Og
við honum í dómarabólkinum bar til
at halda beltroyndina í Føroyum. Við
øðrum orðum hevur tað áður ikki
verið møguligt at hildið eina líknandi
roynd í Føroyum. Partvíst tí, at judo-
íðkararnir ikki hava vant fram í móti
hesum, og partvíst tí, at tað ikki
hevur latið seg gjørt reint praktiskt.
Ambitiøsir mans
Teir tríggir dómararnir høvdu so at
siga einans rósandi orð at bera judo-
íðkarunum í samband við bel t roynd-
ina, og Búgvi Poulsen, lands liðs-
venjari, hevði á orði hvussu am bi-
tiøsir teir fýra vóru. Hetta grund aði
hann millum annað á tað, sum judo-
íðkararnir sýndu fram undir royndini.
Mest nýtta mannagongdin til
royndina at fáa svarta belti er, at
íðkararnir sýna fram eina seriu av
judoteknikkum, sum er býtt sundur
í tríggjar partar. Hetta gjørdu teir
fýra í høllini á Oyrarbakka eisini.
Men umframt tað, tóku teir eisini
tveir partar aftrat seriuni. Hesir
báðir síðstu partarnir eru júst teir
somu, sum tá tú tekur næsta stigi í
belttøku, eftir tú hevur fingið svarta
belti – sonevnda 2. Dan.
Hetta vil siga, at teir fýra judo-
íðkararnir í roynd og veru sýndu
fram alla seriuna til 2. Dan, sum er
rættiliga óvanligt í samband við
beltroynd til 1. Dan.
– Tað prógvar bara, at tit allir eru
klárir at fara víðari, segði Búgvi
Poulsen, landsliðsvenjari.
Ikki tí, Búgvi Poulsen segði eins
og Ingi á Tórgarði og Zvonko
Mrdalo, at serian ikki var lýtaleys hjá
nøkrum teirra. So Áki Davidsen,
Hjalmar Johannesen, Sam Vang og
Jógvan Páll Kristiansen hava fleiri
ting at arbeiða við komandi tíðina,
um teir ynskja at taka næsta stigi
innan fyri belttøku og harvið skriva
enn ein søguligan kapittul í før-
oyskari judosøgu, nevniliga at vera
fyrstu føroyingarnir við 2. Dan.
Fyrimyndir fyri restina
Eisini formaðurin í Judosambandi
Føroya, Sofus D. Johannesen, var til
staðar undir beltroyndini. Hann
gjørdi greitt hvønn týdning tað
hevði, at Føroyar nú eiga fýra
judoíðkarar aftrat, ið hava tikið
svarta belti.
– Vit hava ikki altíð raðfest belt-
royndir so høgt og tað er spell. Ikki
tí, tit hava eisini áður prógva, at tit
saktans kunnu skapa góð úrslit utt-
an svarta belti. Men við tykkum fýra
hava tey yngru fingið nakrar fyri-
myndir, sum hava prógvað, at tað
loysir seg at venja miðvíst, bæði
móti kappingum og beltroyndum,
segði Sofus D. Johannesen, for-
maður í Judosambandi Føroya.
Søgulig svørt belti
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Teir fýra judoíðkararnir saman við venjara sínum. Frá vinstru eru teir Jógvan Páll Kristiansen, Sam Vang, Zvonko Mrdalo, Hjalmar
Johannesen og Áki Davidsen
Mynd: Sofus D. Johannesen