fríggjadagur 8. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 243 - 18. desember 2009
lýsingar
sí www.taks.fo
Serlig kunngerð
Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskylduga inntøku fyri 2009
– annars verður inntøkan mett og sekt áløgd
TAKS-ráðið
Sosialurin / KvR 34 18 00
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo
DeilDarleiðari og
arkitektur
Søkt verður eftir deildarleiðara og arkitekti til
Býarskipanardeildina.
Arbeiðsuppgávur hjá deildarleiðara:
vera fyrst og fremst at hava dagligu leiðsluna á
deildini um hendi.
Tín uppgáva verður, í samstarv við býararkitektin, at
menna býarskipanardeildina soleiðis, at deildin fylgir
við tíðini og broytist samsvarandi menningini í sam-
felagnum. Heildarætlan fyri kommununa, sektorplan-
legging, menning av býarskipanaramboðum og ráð-
geving eru týðandi fakmálsøki hjá deildarleiðaranum.
Tú kemur at fyrireika býarskipanarmál til nevndar-
viðgerð og ert við til at førleikamenna starvsfólkini.
Arbeiðsuppgávur hjá arkitekti:
• býarskipanir
• tvørfaklig sektorsamstarv við aðrar deildir
fyrisiting og landsmyndugleikar
• samskifti við ráðgevarar og borgarar
Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og
dynamiskt arbeiðspláss við sjálvstøðugum, avbjóð-
andi og tvørfakligum uppgávum, har góðir møguleikar
eru fyri fakligari og persónligari menning.
Deildin er samansett av fólkum við ymsum býarskip-
anarviðkomandi útbúgvingum, sum mynda arbeiðs-
lagið, har arbeitt verður sum eitt toymi.
Førleikakrøv til deildarleiðaran
Royndir sum virkandi arkitektur innan býarskipan og
fyrisitingarroyndir er ein fortreyt.
Góð samskiftisevni, skal duga væl at samskifta
munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum
og enskum. Góðir samstarvseginleikar eru ein for-
treyt, eins og opinleiki fyri avbjóðingum og nýggjum
møguleikum.
Førleikakrøv til arkitektin ella fólk við
viðkomandi útbúgving
Royndir innan býarskipan og verkætlanarstýring og
fyrisitingarroyndir er ynskiligt.
Vit hugsa okkum, at tú ert framsøkin og dugir væl
at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum,
norðurlendskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Starvið sum deildarleiðari verður sett skjótast til ber
og lønt í 35. lønarflokki samb. tænastumannaavtaluni
(uttan at vera tænastumannastarv) ella sambært
avvarðandi sáttmála.
Starvið sum arkitektur verður sett skjótast til ber og
lønt sambært sáttmálanum millum Akademikarafelag
Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
hósdagin 28. januar kl. 16.00.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Mikael H. Viderø,
býararkitekt, á tlf. 211955, ella Jákup Egholm Hansen,
tekniska stjóra, á tlf. 302010.
– Lesið meira á torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt.
Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo