Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2009 Teir umleið 25.000 føroysku úti setar­ nir vita onki um herviligu drepara­ sjúku na CTD, um teir ikki fylgja við í før oyskum miðlum. Ongin almenn kunn­ ing fer fram uttan­ lands, har vanligir lækn ar heldur ikki kenna sjúkuna Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Heilsu­ mála ráðnum liggur eitt leinki til eitt skjal, har tað á donsk um verður greitt gjølla frá um sjúkuna CTD. Hetta skjal er ætlað føroy­ ing u m í Danmark at prenta út og taka við til læknan, tá teir venda sær higar fyri at verða kannaðir fyri CTD. Men langt frá allir før­ oyskir útisetar vita um hetta skjal ið – ella um sjúkuna CTD fyri tað. Tí útisetar verða hvørki kunnaðir ella ávarð aðir, fylgja teir ikki sjálv ir við í føroyskum miðl um. Øll almenn kunn­ ing er farin fram her á landi. Tá hugsað verður um, at tað búgva eini 25.000 føroyingar uttan­ lands, harav kanska 20.000 í Danmark, kunnu vit rokna við, at fleiri útisetar hava sjúku na uttan at vita av tí. Hetta samstundis sum, at alt bendir á, at vandin fyri at doyggja av CTD er størri hjá teimum, sum sjáldan eta traditionellan føroyskan mat. Tað vísir ein fyri bils­ kann ingum hjá týska barna­ lækn an um Ulriku Steuer­ wald, sum eisini var hon, sum á fyrsta sinni gjørdi vart við, at talið av før­oy­ ing um við arvaligu sjúkuni CTD er nógv hægri í Føroy­ um enn aðrastaðni í heimi­ num. Savna seg um Føroyar Sambært føroyskum heilsu­ myndug leikum, hava teir valt at savna seg um at kun­ na føroyingar í Føroyum, og tað hevur ikki verið upp á tal at víðka kunningina til útisetar eisini. Jan Simonsen, ráðgevi í Heilsu málaráðnum, sum hev ur verið til til at leggja før oyskum tilbúgv ingar æt­ lan ina til rættis, sigur við Sosial in, tað hevur verið skrivað og lýst nógv í Før­ oy um um CTD, millum ann að á Portalinum, ið verð ur nógv vitjaður, eisini av útisetum. ­ Tí hava teir flestu før oy­ ing ar, ið eru búsitandi uttan lands og sum hava áhuga fyri føroyskum við­ ur skiftum, eisini fingið møgu leika at kunna seg um CTD, staðfestir Jan Simon­ sen. Hann leggur afturat, at útisetar hoyra til heilsu­ skipan ina, sum er í teirra heim landi. Og tí er neyðugt, at teir venda sær til sín egna lækna, fyri at fáa framt eina kanning. Eisini vísir hann á, at úti­ setar eru vælkomnir at kan­ na seg í Føroyum, tá teir eru her uppi. Millum annað varð skipað fyri einum kann ingarátaki fyri útisetar á Landssjúkrahúsinum hin 30. desember har yvir 300 útisetar vórðu kannaðir. Her kunnu vit eisini nevna, at Ulrike Steuerwald skipaði fyri kanningum av úti setum í Føroyahúsinum í Keyp mannahavn í fjør. Tá vórðu nakrir hundrað før­ oy ingar kannaðir. Notits í danskar miðlar Men hetta er framvegis bara nakrir hundrað úti set­ ar. Og fortreytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at fólk vita, at CTD er til. Og har er sum sagt ongin almenn kunn ing til útisetar farin fram enn. Til hetta sigur Fróði Joen sen, barnalækni á Lands sjúkra húsinum, sum eisini er við í arbeiðs bólki­ num um CTD undir Heilsu­ mála ráðnum, at higartil hava tey savnað seg um at fáa føroyingar í Føroyum kannaðar. Og at higartil eru 68 føroyingar settir í við­ gerð við Carnetine, tí teir høvdu ov lítlar nøgdir av hes um evnið í blóðinum. Tó eiga fyrivarni at verða tikin fyri hesum tali, tí øll hava ikki fingið endaliga stað fest arvaligu sjúkuna CTD enn. ­ Vit taka alla tíðina støðu til, hvussu vit kunnu kunna og kanna sum best. So kanska, tá trýstið av fólki, sum vilja kannast fyri CTD er hasað av her heima, fáa vit orku til at venda okkum til útlandið. Til dømis átti tað ikki at verið so torført at fingið eina notits við í danskar miðlar, sigur hann, og vísir á, at kunning til lækn ar er í vanda fyri at druk na í kunningarskrivum, sum læknarnir ofta verða dík dir undir við. Axel tekur málið upp Landsstýrismaðurin í heilsu málum, Axel V. Johannesen, sigur seg ikki hava viðgjørt júst hendan trupul leika áður. Í fyrsta um fari sigur hann, at tað al menna hvørki hevur orku ella møguleika at kunna føroyingar uttanlands ella at lýsa í útlendskum mið­ lum. Eisini vísir hann á, at úti setar helst fylgja við í før oyskum fjølmiðlum. Kort ini viðgongur hann, at allir útisetar helst ikki vita um CTD, og at hann tí fer at heita á umsitingina um at kan na, um tørvur er á at kun na útisetar. Ella at heita á danskar heilsumyndug­ leikar um at kunna læknar, so teir um ikki annað kunnu fanga før oy ing ar, sum teir koma í sam band við. Útisetar ikki kunnaðir um CTD Bræv frá útiseta ”Kona mín hevur fingið at vita, at eitt systkinabarn hennara í Føroyum hevur fingið staðfest sjúkuna CTD. Skyldfólk har uppi hava tí biðið hana og systkin hennara her niðri fara til kanningar her. Men tað tykist vera sera torført. Tá eg spurdi okkara lækna um hetta tíðliga í desember, fekk eg at vita, at hon (læknin) skuldi tosa við konu mína eina ferð í januar kortini, og so kundu tær tosa um tað tá. Kona mín hevur verið hjá læknanum í dag, og har fekk hon at vita, at læknin skal hava nágreiniligar upplýsingar um, hvørja sjúku kona mín skal kannast fyri, "fordi der er millioner af sygdomme". Tá kona mín svaraði, at tað snýr seg um sjúkuna CTD, var svarið tað sama frá læknanum. Hon vildi hava nágreiniligar upplýsingar um, hvat kona mín skal kannast fyri. Nú er kona mín bara ein av fleiri túsund útisetum, sum kanska hava fyri neyðini at fara til kanningar. Mín spurningur er, um hetta kann vera rætt. Tað tykist í hvussu er løgið, at føroyskir læknar taka sjúkuna í stórsta álvara, meðan (summir) danskir læknar als ikki hava somu fatan.” Umvegis næstringar í Føroyum fekk útisetin boð um at lata seg kanna fyri CTD. Danski læknin veit onki um sjúkuna, og kvinnan kennir týðuliga onki til danska kunningarskjalið á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum Í jólaferiuni vórðu 300 útisetar kannaðir fyri CTD á Landssjúkrahúsinum. Hesir vóru hepnir at verða staddir í Føroyum har teir vórðu kunnaðir gjøgnum føroyskar miðlar Mynd: Jan Müller