Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Rúsevnini, sum funnin vórðu í bil­ inum hjá teimum varðhaldsfongslað litavunum í Føroyum, vóru so væl krógvað, at tollararnir noydd­ ust at pilka bilin sund­ ur fyri at finna tey Rúsevni Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Kriminalpolitiið hevur nú í tveir mánaðir kannað størsta rúsevnismál í Føroy­ um nakrantíð. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við tollvaldið í Føroyum og í Íslandi, við politiið í Litava og við Evropol. Málið byrjaði við, at tveir litavar í 20­árunum mána­ morgunin 9. november komu til Føroya við Norrönu. Tollararnir høvdu tosað við starvsfelagar í Íslandi, sum góvu eina ábending um, at hesir menninir kundu vera smuglarar. Bilurin varð tí tikin til viks at kanna, og arbeiðið var so drúgt, at menninir, sum skuldu víðari til Íslands, vórðu afturútsigldir av Norrönu. Henda túrin hevur Norröna eisini framskundað fráferðina til Íslands. Væl fjalt Tollararnir funnu einki í bil­ inum, men teir sleptu kort­ ini ikki illgrunanum. Tríggj­ ar dagar seinni vendu teir sær til kriminalpolitiið, sum fór eftir monnunum, og toll­ arar og politistar fóru undir at kanna bilin nærri. Teir pilkaðu hann sundur, og tá funnu teir trý kilo av meta­ amfetamini og umleið 4.200 ecstasy­tablettir. Rús­ evnini vóru so væl krógvað í bilinum, at hundarnir ikki kundu snoddað seg fram til tey. Hvar tey vóru fundirnir hava verið krógvað, vil Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini ikki siga, tí rættarfundirnir hava verið fyri afturlatnum hurðum. Teir báðir litavarnir vórðu varðhaldsfongslaðir 14. nov­ ember, varðhaldsfongsling­ in er síðan longg, og sein­ asta varðhaldsfongslingin gongur út 15. januar. Kriminalpolitiið hevur higartil dult hetta málið sum mansmorð, men tá ið tíðindini komu út í Íslandi fyrr í vikuni, fæst eitt sindur at vita frá politinum í Føroyum. Politiið í Íslandi hevur ill­ gruna til tríggjar litavar, sum búgva í Íslandi, tveir menn og ein kvinna, at hesi fólk skuldu hava rúsevnini, ið strandaðu í Føroyum, og tey trý eru varðhaldsfongsl­ að. Kriminalpolitiið heldur fyri vist, at rúsevnini ikki vórðu ætlað til føroyska marknaðin. Stór nøgd Hetta er størsta rúsevnismál í Føroyum nakrantíð. Hesa­ ferð var nøgdin sum nevnt trý kilo av metaamfetamini, sum er nógv sterkari og tí dyrari enn vanligt amfeta­ min, og so 4.200 ecstasy­ tablettir. Virðið á evnunum er fleiri milliónir krónur. Til sammetingar kann nevnast, at í sonevnda Polar­ stjørnumálinum var nøgdin eitt kilo av amfetamini og eitt kilo av ecstasy­pulvuri. Rúsevnini skuldu til Íslands Virðið á teimum 4.200 ecstasy-tablettunum er umleið 1,3 mió. krónur. Metaamfetaminið er mangt slíkt vert (Savnsmynd) Enda samráðingarnar, sum nú skulu verða ímillum arbeiðs­ gevarafelagið og arbeiðarafeløgini við lønarhækking, kann tað føra til, at færri fólk verða í starvi, sigur stjórin í Vinnuhúsinum samRáðingaR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skulu føroyskar vinnufyri­ tøkur nú betala hægri løn til arbeiðsfólk, kann tað føra til at arbeiði verður til færri fólk. Tað staðfestir Marita Ras­ mussen, stjóri í Vinnuhús­ inum í tíðindunum á Rás2. Hon hevur ikki so nógvar viðmerkingar til, tíðindini, vit bóru nú ein dagin um, at arbeiðarafeløgini hava gjørt av at siga sáttmálarnar upp, so at teir fara úr gildi á mid­ nátt 30. apríl. Arbeiðarafeløgini hava víst á, at keypiorkan er minkað og tað er lítið at ivast í, at krøv fara at koma um lønarhækkingar. Ikki óvart á Tað kemur ikki heilt óvart á stjóran í vinnuhúsinum, at arbeiðarafeløgini fara at krevja hægri løn. Kortini hevur hon ikki hug til at gera tær stóru við­ merkingarnar til samráðing­ arnar, longu nú, áðrenn tær eru byrjaðar. Men við Rás2 við stað­ festi hon kortini, at sum støðan er í dag, verður tað sera tórført at ganga tí ynsk­ inum á møti – fyri ikki at siga heilt ómøguligt. ­ Vinnufyritøkurnar líða undir, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er fallin munandi og tað verð­ ur av álvara stríðst fyri at fáa endarnar at røkka sam­ an, segði hon við. Tíðindakvinnan á Rás2 vísti Maritu Rasmussen á, at í øðrum londum er tað komið fyri, at fakfeløg hava góðtikið at fara niður í løn fyri at varðveita arbeiðspláss og hon spurdi um vit eisini kunnu koma í eina støðu í Føroyum, har arbeiðsgevar­ arnir fara at krevja, at lønin lækkar. Heldur ikki tað vil stjórin í vinnuhúsinum gera við­ merkingar til. Men hon staðfestir eina­ ferð enn, at tað er ongin ivi um, at vinnufyritøkur hava tað tórført, tí eftirspurning­ urin eftir vørum og tænast­ um, bæði á føroyska og serliga útlendska marknað­ inum er fallin og samstundis eru prísirnir falnir. ­ Tað er ringt hjá fyritøk­ unum at fáa samanhang í raksturin, sigur hon. Og hon leggur afturat, at hægri lønir kann føra til upp­ sagnir og økt arbeiðsloysi ­ Hægri lønir kann føra til færri fólk í starvi og tað eru hesi bæði, sum skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum segði hon við Rás2. Lønin hækkað munandi Hon ásannar, at prísirnir eru hækkaðar, men hon vís­ ir samstundis á, at seinastu trý árini er lønin hækka 9%­10%, so talan hevur ver­ ið um munandi lønarhækk­ ingar ­ Nú er støðan eitt heilt onnur og útgangsstøðið eitt heilt annað, staðfestir hon. Hon sigur, at arbeiðsgev­ ararnir fara nú at umhugsa, hvørji mál, teir fara at reisa í samráðingunum og at fyri­ reika seg til samráðingarnar annars. Og tá ið samráðing­ arnar byrja, verða krøvini so løgd fyri partarnar. Fær vinnan øktar útreiðslur, versnar kappingarførið tilsvarandi, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag samRáðingaR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at arbeiðarafel­ øgini hava sagt sáttmálan upp. ­ Og so taka vit tað hað­ ani frá, leggur hann aftur­ at. Johan Páll Joensen, for­ maður í Føroya Arbeiðs­ gevarafelag, hevur nakrar serligar viðmerkingar til tann veruleika, at arbeið­ arafeløgini nú hava sagt sáttmálarnar upp Hann sigur, at nú bíða tey eftir til samráðingarnar vera og so taka tey tað, sum tað kemur. Sostatt hevur hann heldur onga viðmerking til eitt møguligt krav um lønarhækkingar. Kortini staðfestir hann, at vinnan kemur at hava tað ivaleysa tungt hesa næstu tíðina og so frægt hann dugir at síggja, er ongin bati at hóma úti í havsbrúnni. ­ Í løtuni sær rættiliga myrkt út. Tað gongur sjón fyri tí hvønn einasta dag, leggur hann afturat. Og hann staðfestir eis­ ini, at veruleikin er rætti­ liga einfaldur. Og veruleik­ in er, at ein og hvør broyt­ ing fer sjálvandi at ávirka vinnuna tann vegin, sum broyting er. Tað, hann leggur í hetta, er, at økjast byrðarnar hjá vinnuni, verður kappingar­ førið tað verri. Og lætna byrðarnar, verður kapping­ arførið sostatt eisini tað frægari. Tað einasta, hann vónar, er at samráðingarnar verða góðar og at útgangsstøðið verður tikið í tí veruleika, vit liva í. Men hann fegnast kort­ ini um, at arbeiðarafeløgini ætla at samráðast í felag, tí tað gera samráðingarnar lættari. Sær rættiliga myrkt út Hægri tímaløn kann føra til minni arbeiði Arbeiðsgevarar staðfesta, at sum støðan í vinnuni er í løtuni verður tað øgiliga tórført, fyri ikki at siga heilt ómøguligt, at ganga ynskinum um lønarhækking á møti Nr. 5 - 8. januar 2010