Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2010 Prestaósemjan í Hvalba hevur elvt til ósemju millum mentamálaráðið, fíggjarmálaráðið og bisp um, hvussu prestaósemjan skal loysast. Eftir sita eitt kirkjulið uttan prest og tveir prestar í hvør síni óynsktu støðu Ósemja Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Avgerðin um, hvussu ósemjan um prestastarvið í Hvalba skal loysast, er eftir øllum at døma vorðin ein kastibløka millum menta­ málaráðið, fíggjarmálaráðið og bisp. Hetta hóast hvørki kirkjuliðið ella umstríddi presturin Ólavur Rasmussen eru áhugað í, at Ólavur Ras mussen kemur aftur í prestastarvið í Hvalba. Eftir situr eitt kirkjulið, sum nú ongan prest hevur og ein kirkjuráðsformaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum. – Um Helena Dam á Neystabø ikki hevur vilja ella rygg til at loysa hetta málið, eigur hon at leggja kongin. Slíkt støðuloysi kann hon hvørki bjóða kirkju liðnum, prestunum ella fólkakirkjuni, tí tað bara brýtur niður, sigur ein harmur Niclas Sigurheim, kirkjuráðsformaður í Hvalba og vísir til, at evsta avgerðin í hesum málinum liggur hjá mentamála ráð­ num. Drepandi tøgn Hetta vátta tey eisini í menta málaráðnum, har menta málaráðharrin sam­ stundis undrast yvir støð­ una, sum nú er íkomin. – Eg helt, at hendan ósemjan varð loyst áðrenn jól, so hetta má eg fara at kanna nærri, sigur Helena Dam á Neystabø. Hóast evsta avgerðin um at seta ella loysa ein prest úr starvi liggur hjá menta­ málaráðnum, er hetta kort­ ini ikki so einafalt, visir hon á. Kurilin, sum nú er komin á tráðin, hongur møgu liga saman við, at fíggjarmálaráðið ikki metir grundarlag vera fyri at loysa Ólav Rasmussusen úr starvi við løn, heldur Helena Dam á Neystabø, sum ikki vil gera fleiri við­ merkingar í málinum, tí talan er um eitt persóns­ mál. Semja var annars millum kirkjuráðið í Hvalba, Ólav Rasmussen og bisp um, at keypa prest leysan úr starv­ inum á ein hátt, sum ikki kom at kosta tí almenna eitt oyra. Men av onkrari orsøk hevur mentamálaráðið vrak að hetta semingsupp­ skotið. Hví tað er hent, er tað hvørki eydnast okkum ella kirkjuráðsformanninum í Hvalba at fáa svar uppá frá mentamálaráðnum. – Vit hava ringt og ringt til mentamálaráðið, fyri at vita, hvat hendir, men har valdar bara drepandi tøgn. Eftir øllum at døma tví­ heldur mentamálaráðið um, at Ólavur Rasmussen skal aftur í starvið, men vit hava heldur ongi boð fingið um, nær tey ætla, at hann skal byrja aftur, sigur Niclas Sigurheim. Onki at koma aftur til Eftir hansara tykki átti held ur ongin at havt áhuga í at givið Ólavi Rasmussen harraboð um at fara aftur í eitt starv, sum hann ikki vil hava til eitt kirkjulið, sum ikki ynskir hann. – Um hann kemur, fer hann at sita einsamallur í kirkjuni, tí hann hevur onki kirkjulið at koma aftur til, og kirkjutænararnir fara ikki aftur til arbeiðis við hon um sum presti. Alt hetta vita bæði mentamálaráðið og Ólavur Rasmussen, og hann hevur langt síðani góð tikið støðuna, minnir Niclas Sigurheim á. Støðuloysið hjá menta­ málaráðnum hevur ikki bara havt við sær, at sóknin ongan prest hevur frá næsta sunnudegi. Tað syrgiliga er, at hetta politiska støðuloys­ ið eisini hevur kroyst ein góðan prest úr starvi, sigur kirkjuráðsformaðurin, og vísir á støðuna hjá virkandi prestinum, Símun P. Jacob­ sen, sum nú fer í annað prestastarv. – Vit vóru øll glað fyri at hava Símun P. Jacobsen sum prest, og hann var glað ur fyri at vera her og vildi fegin verða verandi. Men tá mentamálaráðið ikki kann taka støðu til, hvat skal henda við hansara starvi, sigur tað seg sjálvt, at hann má finna onkra aðra loysn. Slíka óvissu kann man ikki bjóða fólki, tí hann hevur eisini sína familju at hugsa um, minnir kirkjuráðsformaðurin á. Hann leggur afturat, at so leingi hendan óvissan vald­ ar kring prestastarvið í Hvalba, fer neyvan nakar annar prestur at bjóða seg fram at røkja tað. – Øll hendan støðan sigur mær so mikið sum, at menta málaráðið ikki er ført fyri at umsita fólkakirkjuna, tí hesin trupulleikin kundi í prinsippinum rakt eithvørt annað prestagjald í Føroy­ um, sum so eisini hevði lig­ ið í prestaloysi. Okkara støða í løtuni hevur í øllum førum víst, at menta mála­ ráðið sum evsti kirkjuligi mynduleiki í Føroyum ikki hevur evni ella vilja til at loysa eitt slíkt mál, sigur Niclas Sigurheim, kirkju­ ráðsformaður. Greið lóg Fyribils má kirkjuráðið bara bíða, tí sum Bergur Berg, fulltrúi í kirkjumálum, vísir á, so hava kirkjuráðini ongar heimildir, tá talan er um at loysa ein prest úr starvi. Tað einasta, tey kunnu gera fyri at ávirka støðuna, er at heita á bisp, sum tey longu hava gjørt. Sum nevnt hevur bispur eisini longu roynt at gera sína ávirkan galdandi og sambært lógini átti hansara støða at viga tungt í hesum málinum. Í § 30d í tænastu manna­ lógini stendur nevniliga, at »Eftir tilmæli frá biskuppi kann sóknarprestur verða sagdur úr starvi eftir § 29, vegna álvarsama ósemju mill um sóknarprest og kirkjulið, ið hevur verið til munandi bága fyri kirkjuliga lívið og trivnaðin á stað­ num.« Men hóast bæði lógin, kirkjuliðið, prestur og bisp­ ur hava eina greiða støðu í hesum máli, hevur menta­ málaráðið eftir øllum at døma tørv á at kanna málið nærri, áðrenn ein avgerð kann takast. Politiskt ráðaloysi í prestaósemju Í kjalarvørrinum á prestaósemjuni í Hvalba liggur eitt kirkjuliði uttan prest, ein prestur sum varð kroystur úr einum starvi, sum hann fegin vildi varðveitt og ein annar prestur, sum møguliga noyðist aftur í eitt starv, hann ikki ynskir Ísrael rindar endurgjald Ísrael er í prinsippinum gingið við til at endurrinda tað, sum kríggið í Gaza fyri einum ári síðani kostaði ST. Ein talsmaður hjá ST vil ikki siga, hvussu nógvar pengar talan er um, men kanning í fjør kom til ta niðurstøðu, at kríggið hevði gjørt skaða á bygningar hjá ST fyri 60 milliónir krónur. Talsmaðurin leggur dent á, at avtalan við Ísrael er ikki undirskrivað enn. Í fyrstani sýtti Ísrael fyri at rinda ST endurgjald, men seinasta summar broytti landið støðu og gekk við til at samráðast við ST. Fogh vil hava muslimar NATO­aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, ætlar nú at fáa muslimskar hermenn til Afghanistan at hjálpa NATO­ deildunum. Við Berlingske Tidende sigur hann, at eydnast tað at fáa muslimsk lond at senda hermenn til Afghanistan, er tað ein staðfesting av, at kríggið har hevur einki við átrúnað at gera, men at talan er um eitt kríggj ímóti yvir­ gangi og víðgongdum kreftum. Aðalskrivarin hevur havt samband við fleiri muslimsk lond, og hann útilokar ikki, at nøkur teirra fara at senda hermenn til Afghanistan.