fríggjadagur 8. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 5 - 8. januar 2010
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Lógvatak fyri
oljuleiting
Tað er einki minni enn eitt ordans lógvatak, sum
føroyskir oljumyndugleikar og útlendsk oljufeløg
hava tikið nú beint eftir nýggjár, nú avgerð er
tikin um at bora ein nýggjan brunn á føroyska
landgrunninum, tann áttanda í røðini.
Hóast mong okkara kanska ikki geva slíkum tíðind-
um stórvegis ans, tí tey kennast so veruleikafjar,
so er kortini greitt, at her veruliga er talan um
koll veltandi tíðindi. Hvør veit, um vit ikki ein dag
í næstu framtíð, fara at uppliva, at nettupp henda
eina avgerðin, var tann, sum gjørdi okkum til eina
oljutjóð!
At bora brunnar er einasti mátin at finna fram til,
um kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum finnast í
undirgrundini. Og tá talan er um eitt jomfrúiligt
øki, eitt váðiligt umráði, har enn einki lønandi
fund er gjørt eftir seks brunnar, so kunnu vit bara
vera nøgd við, at oljufeløg kortini trúgva uppá
økið og vilja brúka hundraðtals milliónir fyri at
finna kolvetni.
Statoil, Dong og OMV hava tikið avgerð um at
bora tann áttanda brunnin við Føroyar. Og útlit
eru fyri, at Statoil eisini fer at átaka sær at bora
tann níggjanda brunnin.
Hetta eru góð tíðindi fyri føroyska oljuleiting, ikki
minst í eini tíð, har nógv oljufeløg beint tvørtur-
ímóti skerja sínar leitiútreiðslur og als ikki bora í
ov váðiligum og ókendum økjum. Og har vit longu
hava verið vitni til, at fleiri oljufeløg hava tikið seg
úr føroyska økinum.
Um somu tíð, sum vit fegnast um hesa stóru
íløg una í oljuleiting við Føroyar, bíða øll í spenn-
ingi eftir, at ENI fer at bora sjeynda brunn in á
landgrunninum longu í vár. Nógvir oljuser frøð-
ingar hava góðar vónir um júst henda brunnin,
sum verður boraður ikki so langt frá einum fundi,
sum er gjørt hinumegin markið, nevnt Cambo. Tað
gevur oftani størri møguleikar fyri at útbyggja eitt
fund, um oljuframleiðsla finst í grannalagnum. Og
mangt bendir á, at Cambo verður útbygt.
Og nettupp tí er eisini nýggjasti brunnurin hjá
Statoil so áhugaverdur. Hann verður boraður
stutt frá enn einum stórum oljufundi hinumegin
markið, Rosebank, sum eftir øllum at døma verður
útbygt.
Við hesum báðum brunnum, ið liggja skamt frá
framtíðar oljuframleiðslum í bretskum øki, má
sigast, at Føroyar eru komnar eitt týðandi stig
nærri eini oljuframleiðandi tjóð. At kolvetni eru
staðfest í okkara undirgrund, og at stór fund eru
gjørd so nær markinum, eru alt tekin um, at vit eru
á røttu kós.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Innistandandi peningur í
føroysku peningastovn
unum stendur tryggur –
eisini eftir 30. september
2010, tá Bankapakki I fer
úr gildi.
Útvarpið hjá Kringvarpi
Føroya bar í tíðinda send
ingini í gjár mikudagin 6.
januar kl. 12.20 hesi
tíðindi:
»Fólk, sum eiga pengar á
kontu í føroyskum bank
um, hava onga trygd fyri
sínum pengum eftir 1.
oktober, tá Bankapakki I
heldur uppat.«
Kringvarp Føroya tykist
hava misskilt eitt tíðinda
skriv frá Fíggjarmála ráð
num, og Føroysku Pen
ingastovnarnir gera tí vart
við, at innlán í føroyskum
peningastovnum eru eins
trygg og í teimum donsku.
Her eru fakta í málinum:
· Fram til og við 30.
september 2010 eru øll
innlán tryggjað 100% við
Bankapakka I.
· Fíggjarmálaráðið og
Fíggjareftirlitið samstarva
í løtuni um at fáa lagt eitt
lógaruppskot um nýggja
innskjótaratrygd fyri
Løg tingið. Tá tað er sam
tykt – ætlandi í góðari tíð
áðrenn 30. september
2010 – verður inn skjót
aratrygdin uml. 750.000
kr. Løgið skuldi verið,
um nakar kundi verið
ímóti eini tílíkari lóg,
sum onga útreiðslu hevur
fyri landskassan, og sum
er til fyrimun fyri
føroyskar borgarar.
· Skuldi tað óvæntaða hent,
at lógaruppskotið ikki
verður samtykt áðrenn
30. september 2010, er
framvegis
innskjótaratrygd galdandi
eftir hesa dagfesting.
Trygdin er tá 300.000 kr.
Ongin saklig orsøk er at
halda ella gita um, at inn
skjótaratrygdin í Føroyum
eftir 30. september 2010
verður øðrvísi enn í
Danmark, tvs. 750.000 kr.
Peningur í føroyskum peningastovnum stendur tryggur
formaður í Felagnum
Føroyskir Peninga
stovnar
JANUS
PEtErSEN
Eitt av eyðkennunum við
nýggjárinum er, at mong
okkara seta sær nýggj mál
at okkurt skal broytast
ella gerast øðrvísi í tí
nýggja árinum. Vit mugu
tíverri longu nú staðfesta,
at okkara fjølmiðlar neyv
an hava tikið henda táttin
upp, men heldur halda
fram eftir sama leisti. Mál
ið er alt ov sjáldan sakligur
framburður av tíðindum,
men heldur hin vegin at fáa
tíðindini serliga tey, sum
koma úr politiska um
hvørvinum, latin í ein so
neiligan og so negativan
ham sum gjørligt. Lat meg
taka trý dømi, nú árið bert
er góða viku gamalt:
Dømi 1: Sosialurin hevur í
einum leiðara hesa orð
ing:”Fíggjarlógin hongur
ikki saman. Landsstýris
samgongan megnaði ikki
at finna neyðugu bygnað
ar ligu sparingarnar. Skattir
skulu ikki hækka, og
avgjøld skulu ikki hækka.”
Fíggarlógin hongur
sanni liga saman, tó hon
hevur eitt stór hall. Grund
leggjandi tænasturnar í
samfelagnum eru væl og
virðiliga fíggjaðar. Vit hava
gamaní ikki framt allar tær
bygnaðarligu broytingarnar
enn, sum vit arbeiða við,
men á fíggjarlógini eru tó
broytingar. Niðurlaging og
uppstramning av rentu
stuðulsskipanini (fyri
fyrstu ferð í 15 ár), stigvíst
verður mvgstuðulin til
sethúsabygging tikin av og
ikki minst Heilsutrygdin.
Hetta eru so bygnaðarligar
broytingar, um man vil tað
ella ei. Men rætt er, vit eru
langt frá komin á mál enn,
og tí halda vit fram.
Skatturin er eisini hækk
aður við 2% fyri inntøkur
oman fyri 400.000 kr.,
lønarhæddaravgjaldið er
hækkað til tað dupulta, og
eitt nú hækka prísirnir hjá
SL við 12%.
So her er ikki bert talan
um negativan framburð hjá
Sosialinum, men um
beinleiðis ósanna skriving.
Dømi 2: SVF hevði eitt
rættiliga stórt innslag um
nýggju Heilsutrygdina.
Men nú var søgan ikki
henda stóra bygnaðarliga
broytingin, sum fer at gera
veruliga mun fyri vanliga
føroyingin. Nei, nú var
spurningurin, um talan var
um eina skattalækking ella
eina skattahækking í 2012.
Gamaní hevur ávísur ting
maður, sum sær tað sum
sítt fremsta mál at stinga
skør, dyrkað henda spurn
ingin nógv, men tí nýtist
ikki SVF at loypa á leistum
aftaná.
Stutta av tí langa er, at
Heilsutrygdin verður frá
2012 fíggjað á fíggjar
lógini. Allar útreiðslur á
fíggjarlógini eisini henda
til Heilsutrygdina verða
fíggjaðar við skatta og
avgjaldsinntøkum. Longur
er tann søgan ikki.
Kanska kundi SVF held
ur lýst fyrimunirnar við
nýggju skipanina ella
kanska spurningin um ogn
irnar hjá gomlu sjúkra
kassunum.
Dømi 3: Triðja dømi er úr
Útvarpinum, har yvir skrift
in henda dagin ljóðaði, at
nú var óvist um føroyingar
eftir 1. okt. í ár yvirhøvur
fingu nakra trygd fyri inn
lánum í føroyskum pen
ingastovnum. Slík yvir
skrift kann loypa ótta á
fólk, so tey kanska flyta
innlánini av landinum.
Vónandi hevur redaktiónin
umhugsað hetta.
Men veruliga søgan var
jú ein heilt onnur. Fram til
1. okt. eru øll innlán uttan
mun til, hvussu stór tey
eru, tryggjaði við Banka
pakka I. Fíggjarmálaráðið
leggur í vár uppskot fram,
sum fer at gera, at øll inn
lán eftir 1. okt. verða
tryggjaði upp til 100.000
evrur ella á leið 750.000
kr. Henda trygdin hevur
áður verið 300.000 kr. Við
øðrum orðum verður
trygdin meira enn tað
dupulta.
Vit vita øll eisini tit í
Útvarpinum, at hetta
uppskot fær stóra undir
tøku í Løgtinginum, og tí
verður samtykt uttan
trupulleikar uttan mun til,
hvat annað møguliga
hendur. Men henda góða
søgan kom als ikki fram,
heldur ikki eftir at Felagið
Peningastovnar eftir ódám
ligu yvirskkriftina í
Útvarpinum sendi út
tíðindaskriv.
Hetta vóru so trý dømi,
sum nærløgd tíðindafólk
neyvan erpa sær av.
Annars gott nýggjár til
fjølmiðlarnar.
Fjølmiðlar í negativari ringrás
JóANNES
EIdESgAArd