Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2010 13 viðmerkingar Heldur enn at ernast av tí, ið vit sjálvi hava megnað og kunnu skapa, verður ein følsk mynd skapt av einum blokk­ stuðli, sum verður nýtt sum amboð at flýggja undan ábyrgd og framtíðarvisjónum Lesarabræv eftir lesara­ bræv. Røða eftir røða á tingi. Viðmerking eftir viðmerking á netsíðum og millum manna. Og eisini oddagreinar í størstu bløð­ unum, hava síðani niður­ gongdina í búskapinum í 2009, miðvíst roynt at givið blokk stuðulsniður­ skurðinum í 2001 ábyrgd­ ina av okkara fíggjar­ og búskaparstøðu í dag. Hetta er ikki bert ein sera følsk mynd av veru­ leikanum. Hendan blokk­ mytan er samstundis tann knakin, ið ábyrgdin hjá teimum flokkum, sum hava sitið við valdið í 6 ár, verður hongd á, tá teir fara úr henni hvønn dag. Hon er hartil oyðileggjandi og niðurgerandi mótvegis øllum fólkinum og vinnuni í hesum landi, sum skapa tey veruligu virðini – og sum hava megnað ótrúlig tøk, síðani landið fór á heysin við fullum blokk­ stuðli í nítiárunum. Og hendan blokkerandi blokk­ mytan skapar undirbrotlig­ heit og undanstøkking mótvegis teimum broyt­ ingum og visjónum, ið politiska skipanin eigur at taka á seg. Vit hava havt ov mikið av peningi Hvussu følsk blokkmytan er, sæst bert við at hyggja at teimum veruligu búskapartølunum: ­ Síðani 1998, tá blokk­ stuðulin fyrst varð settur til viks og síðani skorin í 2001, hava vit nærum tvífaldað bruttotjóðar­ úrtøkuna. Úr 7 milliard­ um upp í 13 milliardir. Tað merkir, at blokk­ stuðulin í dag bert er uml. 6% av øllum, tí ið vit sjálvi skapa. Og hetta brúka leiðandi politikarar alla orkuna at taka fram, heldur enn at tosa um tey 94%, ið fólkið og vinnan í landinum skapar. ­ Inntøkur landskassans eru eisini vaksnar støðugt. Síðani blokkurin varð skorin, eru inntøkur landskassans vaksnar við einari milliard – hóast skattalættar vórðu givnir fyri 400 mió. undir fyrra ABC­landsstýrinum. ­ Undir fullveldislands­ stýrinum varð skuldin niðurgoldin og milliardir spardar upp. Tað gjørdi, at hóast øll alivinnan og rækjuflotin fór á heysin í 2003, megnaðu vit at standa ímóti uttan kreppu og panikkloysnir. Tað hava vit ongantíð megnað fyrr, tá so stór afturstig eru komin. Í nítiárunum fóru vit á heysin við full­ um blokkstuðli. ­ Og sjálvt nú, er grundar­ lagið fyri, at vit yvirhøv­ ur hava møguleika til atgerðir og bata, at full­ veldispolitikkurin rindaði skuldina niður og legði pening til viks. Veruleikin er, at vit ongan­ tíð hava vit havt so nógvan og vaksandi pening, síðani blokkstuðulin varð tikin úr renslinum. Vit áttu at verið ómetaliga errin av tí, sum føroyska samfelagið megn­ aði frá miðjum 90­unum til 2004. Ov nógvur peningur skapt kreppuna Men síðani er peningurin lorkaður burtur. Tað, sum hevur skapt kreppuna, er ikki ov lítið av peningi at nýta, men ov nógvur peningur, ið verður oyðsl­ aður burtur og ikki skapar verulig virðir. Og soleiðis hevur tað í veruleikanum altíð verið. Sannleikin er, at ABC­ flokkarnir komu til eitt búgvið borð í 2004, har skuldin var niðurgoldin og 2,3 milliardir spardar upp. Avtalur vóru gjørdar við kommunur um búskapin, 10­ára íløguætlan løgd, skil á fíggjardisiplinini – og onki ár undir fullveldis­ landsstýrinum hevði givið undirskot. Hetta varð alt slept. Avtalur við kommunur uppsagdar og langtíðar­ ætlanir sleptar. Kalkulerað varð við undirskoti beinanvegin. Skattalættar givnir, ið hava kostað 400 mió. um árið. Óloglig meirnýtsla hava kostað aðrar 340 mió um árið. Skúlar fluttir og verk­ ætlanir støðgaðar, ið hava tvífaldað kostnað. Bara hetta tilsamans svarar á leið til undirskotið á fíggjarlógini í dag. Harumframt hava sitandi flokkar brotið løgtings­ samtyktina um, at pening­ urin fyri sølu av Føroya Banka skuldi setast í Búskapargrunn. Ístaðin eru hesar 1,6 milliardirnar eisini brúktar. Úrslitið var ovurnýtsla, har kostnaðarstøðið og kappingarførið ruku av leið. Útlánini hjá bank­ unum hækkaðu úr 10 milliardum í 2004 uppí 18 milliardir í 2008. Hartil varð arbeiðsmarknaðurin afturlatin fyri útlendskari arbeiðsmegi. Fólk kunnu so bara ímynda sær, hvat var hent, um blokkstuðulin ikki var skorin og hesir pengar høvdu verið sprænd ir út afturat. Blokk­ stuðulin hevði í dag verið 1,4 milliard, var hann ikki skorin og fastfrystur. Hvat kostar heimastýri og ábyrgdarloysi? Tí eru tær avbjóðingar, ið vit hava í løtuni við einum halli uppá 800 mió., júst tær somu, sum tá tað ræður um at gera okkum leys av temum seinastu 600 milli­ ónunum í blokkstuðli. Við einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki, fiski­ vinnureformi, vinnu poli­ tikki, reformum í almenn­ um skipanum og íløgum í útbúgving og gransking, fara vit sjálvsagt eisini at megna tað. Og taka vit eisini á okkum ræði á okkara atgongd til um ­ heim in og til altjóða sam­ starv, eru størstu inntøku­ møguleikarnir har at finna. Vit eiga at venda følsku myndini um blokkin á høvdið og spyrja: ­ Hvat hevur heimastýrið kostað Føroyum? (Sam­ bært Caragata­álitinum, kostaðu bara 80’ini 13 milliardir út gjøgnum vindeygað). ­ Hvat hevur ábyrgdar­ leysur fíggjar­ og búskaparpolitikkur og vantandi politisk mál og planlegging kostað Før­ oyum? ­ Hvat hevur tað kostað okkum, at vit ikki hava ræðið á okkara egnu viðurskiftum við um ­ heimin og kunnu gera egnar avtalur við onnur lond? ­ Og hvat hevur tað kostað okkum, at meira enn helvtin av øllum polit­ iskum orðaskifti hjá valdum politikarum og teirra stuðlum í bløðun­ um, snýr seg um at tekna eina falska mynd av, hvat vit ikki megna og hvat vit ikki kunnu? Blokkerandi blokkmytan Høgni Hoydal Tað kann vera sera áhuga­ vert at lesa ummælið av einum sjálvum, serliga tá ummælari ætlar at finna tað mest negativa um ein, og onnur uppfata royndina sum nærmast positiva. Havi ringt við at skilja, hvat persónligt synda­ registar hevur við formans­ valið í Fiskimanna felag­ num at gera,serliga tá synd irnar bara blíva til einar tvær tríggjar. Sum eitt undantak, haldi eg tað verða neyðugt at gera eina viðmerking til ta persónliga, ið Jan Højgaard førir fram í grein síni um mína fortíð, annars haldi eg tað vera meira áhuga­ vert at skifta orð um, hvussu ein kann bøta um viðurskiftini hjá fiski­ monn um. Tað, at eg havi verið fiskiskipari, hvørki kann ella ætli eg at renna frá, eg kann vissa Jan Højgaard um, at ein kemur ikki sov­ andi upp á brúnna á einum skipi, sum er í tí frægara endanum í flotanum. Fiskar ein onki, so verð­ ur onki at býta til nakran, hvørki til manning ella skip. Eg havi tey síðstu mongu árini verið avloysari við besta fiskiskipi í Svø­ riki, og havi verið sera glaður fyri hendan møgu­ leikan, vónandi verður tað eisini møguligt hjá fleiri av okkara ungu monnum at sleppa at royna seg á sama hátt. Tað er vælsignað at sleppa at royna nýggj og góð skip. Hvussu kann tílíkt verða negativt í eyg­ unum á formanninum í fiskimannafelagnum. Tað, at eg havi átt part í skipi fyri skjótt 20 árum síðan, kann heldur ikki rennast frá, og tað er harmuligt, at Jan Højgaard ikki hevur roynt tað eisini. Samanlagt lærir man nógv av tí, man gjøgnum lívið fæst víð, ikki minst tá illa hevur gingið í hond. Tá tað í hasi løgnu grei­ nini hjá formanninum verð ur funnist at, at eg í politikki havi samstarvað við fólk víð aðrari politisk­ ari uppfatan, bæði til høgru og vinstru, so er at siga til tað, at eg fann skjótt út av, at uttan samstarv og álit millum fleiri partar, kom onki burturúr. Mín fyrsta tala í tinginum um fiski­ vinnu, snúði seg um at fáa sett á stovn eina uppboðs­ sølu av fiski í Føroyum. Tað bleiv harðliga funnist at, sum nakað sum ikki lat seg gera í Føroyum. Nøkur fá ár seinri bleiv eg nevnd­ ar formaður í Løn javningar­ grunninum, John Petersen bleiv landstýrismaður í fiskivinnumálum, og tá var leyst og liðugt, og stutt eftir startaðu vit eina upp­ boðssølu gjøgnum eitt telefax á Lønjavningar­ grunn inum. Eg gleðist stórliga, tá hugt verður afturá, hvat góðar kreftur hava fingið uppboðssøluna til í dag. Ikki minst týdningurin av at smærru keypararnir eru slopnir fram at fisk­ inum, fyri at halda prísin uppi. Við treiskni og samstarvi sá Samhaldsfasti dagsins ljós, somuleiðis ALS skip­ anin, inntøkutrygdin er meira enn tvífaldað. Kanska var størsti sig­ urin, tá fiskimenn á Føroyagrunninum sluppu frá kvotaskipanini og yvir til fiskidagaskipanina. Neyvan nakrantíð fyrr hava so nógvar góðar kreftur staðið saman um at loysa eitt mál, sum fekk so stórar positivar fylgjur fyri allar partar í fiskivinnuni. Tá Jan Højgaard setur spurnartekin við, um eg fari at halla reiðarans veg, so skal eg vísa á, at fyri fyrstu ferð í søguni hevur fomaðurin í Fiskimanna­ felagnum akkurát skrivað undir ein nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið, har ikki eitt komma varð broytt, og ikki ein króna komin átrat til fiskimannin. So kann hvør í sínum lag meta um, hvønn reiðarin er glaðari fyri. Henrik old Soðið er blivið beista tunt Tey forfjónaðu Hitti aftur fleiri teirra um jólini. Glaðar, fevnandi søgdu tær mær um lív sítt uttanlands. Góðar útbúgvingar, góð størv, góðan gerandisdag. Børnini trivust og tær við.....Ja, eg tosi sjálvsagt um støku uppihaldararnar, sum hava valt at seta búgv aðrastaðni enn her, tí tær ikki fingu endarnar at røkka saman her. Fá hagtøl eru sum vísa, hvussu føroyskar famljur liva. Men Jólahjálpin sum veitti familjum, sum vóru illa fyri fíggjarligan stuðul til jólar segði, at tað serliga vóru støku uppihaldararnir sum vóru illa fyri fíggjarliga. Fleiri verða stakir uppihaldarar Tá vit hava tosað um stakar uppihaldarar á tingi, tykjast nakrir at halda, at um vit geva teimum ov góð kor í Føroyum eggja vit familjum til at fara hvør til sítt!!! Kenni meg púra sannførda um, at tað ikki er eitt lutvíst frípláss ella 500 kr til hvørt barnið, sum fær eitt par at fara hvør til sítt. Virkin familjupolitikkur Vit kunnu gera nógv fyri at bøta um støðuna, hjá støkum uppihaldarum og familjum sum annars eru í fíggjarligari trongstøðu. Nakrar ábøtur eru lutfalsliga lættar at gera: • Broyta skattalógina við at taka burtur, at eyka barnapengar verða skrásettir sum inntøka hjá barninum – við verandi skipan eru børnini hjá støku uppihaldarunum verri fyri fíggjarliga enn hini. Tí hon ger, at hesi børn skulu gjalda skatt fyrr enn hini. Má gera vart við, at tað sama ger seg galdandi fyri tey børn sum eru móður ­ella faðirleys og í tí sambandi fáa pensjónsútgjald. • Betri bústaðarmøguleikar – lestrar -og lutaíbúðir • Hækka hámarkið fyri lutvísum fríplássi – vøggustova, barnagarður og frítiðarskúli. Hava ikki ráð at missa tykkum Dýrar broytingar at fremja? Dýrari er at missa hesar familjurnar fyri altíð. Tá tey finna sær maka uttanlands ella børnini eru vorðin hálvvaksin, koma tær heilt vist ikki heimaftur. Sum er, eru longu 2000 færri kvinnur enn menn her – okkum tørvar tykkum og børn tykkara. Vend má koma í. Bergtóra Høgnadóttir Joensen