Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2010 15 Georg Otthamar, løgreglumaður, andaðist á Landssjúkrahúsinum 5. januar, 54 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum fríggjakvøldið kl. 18 heim í Ebenezer. Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygar­ dagin kl. 13. Sámal Mikkelsen, Klaksvík, andaðist mikudagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 82 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrshúsi heim í Betesda leygardagin kl. 18. Jarðaferðin verður úr Betesda sunnudagin kl. 13. Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans kunnu í staðin lata Zarepta ella Sambýlinum í Bøgøtu eina peningagávu. Konta í Norðoya Sparikassa. Lydia Kruse, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi 5. januar, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 frá Salem. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum okkara, at elskaði maður og pápi okkara Georg Otthamar løgreglumaður Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 54 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Ebenezer leygardagin kl. 13. Christa Gunnbjørn, Anna Helena og Bogi Tøkk Øllum tykkum, sum mintust og sýndu fastur okkara Sannu Mariu K. Johansen tann seinasta heiðurin at fylgja henni, takka vit hjartaliga. Vegna tey avvarðandi Bette og Ingigerð Jóladag andaðist Petrina Kristensen á røktarheim­ inum Vinterbylle í Stens­ ved í Danmark, 86 ára gomul. Við jarðarferðina, sum var frá Vesturkirkjuni týs­ dagin 5. januar, segði Berg­ ur D. Joensen prestur m.a.: Petrina varð fødd og vaks upp á Tvøroyri, dóttir Char­ les Hauritz úr Kolding í Danmark, og Jettu fødd Jespersen av Tvøroyri. Petrina fór tíðliga út at arbeiða, og trúliga helt hon á at stríðast alt lív sítt. Hon byrjaði mangan dagin at vaska fisk og turka á fiska­ plássunum hjá Thomsen keypmanni. Eisini var hon hjá Mortensen. Umframt tað gjørdi hon mat til brúd­ leyp, føðingardagar og kon­ firmatiónir. Hon arbeiddi um dagin og tók sær av børnunum og tí húsliga, tá hon kom heim. Hon seym­ aði sjálv tey pløgg, sum børnini gingu í. Petrina giftist Jentoft Kristensen, úr Finsnes í Norra tann 7. januar í 1947. Petrina átti tilsamans níggju børn. Trý børn átti hon, áðrenn hon kom sam­ an við Jentoft. Tey vóru Ing­ er, Magdalenu og Nyborg. Petrina og Jentoft fingu síð­ an seks børn: Synøvu, sum andaðist bara 9 mánaðar gomul, Charles, Synøvu, Lilly, Jentoft og Johnny. Fyrstu árini búðu tey á Tvøroyri, til tey í 1949 fluttu til Havnar. Jentoft koyrdi tá ørindi fyri Hotel Skarv í Havn. Tey fóru so aftur til Tvøroyrar fyrst í 50­unum, og komu so aftur til Havnar at búgva mið­ skeiðis í 50­unum. Jentoft var bilførari í Havn í mong ár. Tað eru helst mong sum minnast, at hann í mong ár koyrdi á bilstøðini Akstur Bil. Petrina fekk fiskaarbeiði á Bacalao. Um kvøldarnar var hon støðdama, fyrst hjá Taxa, so hjá Akstur Bil. Eisini vaskaði hon umborð á DFDS­skipunum og umborð á skipum hjá Stand­ ferðsluni ­ serliga Smyrli og Rituni. Hon gavst seinni á Baca­ lao og var burturav støð­ dama hjá Akstur Bil og vaskaði umborð á skipum. Hon vaskaði í eini 35 ár, sum eisini var hennara lívs­ starv. Eitt skifti var Petrina álitiskvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hon var eisini virkin í Javnaðar­ flokkinum og var t.d. ofta við til at reka fólk á val. Tá ið Jentoft, maður henn­ ara, doyði 58 ára gamal í 1979, flutti Petrina til Dan­ markar at búgva. Nú hon andaðist, átti hon 25 ommu­ børn, 53 langommubørn og fýra oldurommubørn. -red Til minnis um Petrinu Kristensen Jens Werner frá “Vild med dans”, og konan Anette Werner, koma enn einaferð til Føroyar at undirvísa í dansi. Hesaferð verður tað 5. og 6. februar 2010 á Hotel Føroyum. Talan verður um undirvísing fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Tað er Martin Brodersen frá wellness.fo, sum stendur fyri tiltakinum í Føroyum. Tilmeldingarfreistin er sett til 25. januar á adressuni: wellness@wellness.fo. Martin sigur, at tað eru longu fleiri, sum hava teknað seg til undirvísingina. Vild med dans í Føroyum Petrina og Jentoft Í dag 8. januar eru 75 ár liðin síðan Elvis Presley varð føddur í Tupelo, Mississippi, í USA. Sum 13 ára gamal flutti Elvis saman við familjuni til Memphis, Tennessee. Hann byrjaði sína tónleika­ karrieru í 1954 og fekk sítt gjøgnumbrot tvey ár seinni við m.a. filminum “Love Me Tender” í 1956. Elvis Presley ella „King of Rock and Roll“, sum hann eisini bleiv nevndur, gjørdist helst kendasta tónleikanavn í heimssøguni. Elvis andaðist 16. august 1977, 42 ára gamal. -red 75 ár síðan Elvis varð føddur Jens Werner 75 ára føðingardagur Tann 19. januar fyllir Sofus Boesen í Froðba 75 ár. Dagurin verur hildin á Høvdanum í Froðba leygardagin tann 16..01.10 kl 19.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding á tlf. 372634 áðrenn 10 januar. Gullbrúdleyp 9. januar 2010 hava hjúnini Arndis og Eli Davidsen, Møllemarksvej 28, 4291 Ruds Vedby, gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin saman við næstringum, vinum og kenningum í Reerslev Forsamlings­húsi frá kl. 15.00. Gullbrúdleyp 10. januar hava hjúnini Jastrid og Árni Olsen í Haldórsvík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Haldórsvík leygardagin tann 9. januar kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 12. januar hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. jan kl 13 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Jóhanna Dahl Sørensen Norðdepil og Rasmus Magnusson Innan Glyvur. Eftir vígsluna verður receptión á Klaksvíkar Sjómansskúla frá kl 14­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl. 19. Prógv Tann 16. desember 2009 stóð Rakul Napoleonsdóttir Joensen prógv sum cand. mag. í norðurlendskum máli og bókmentum við Aarhus Universitet. Merkisdagar