fríggjadagur 8. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2010
Í eitt hálvt ár hevur
deildin Invest in
the Faroes arbeitt
við einum áliti
um, hvussu vit fáa
útlendingar at gera
íløgur í føroyskt
vinnulív
ÍLØGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Á tíðindafundi í morgun
legði deildin fyri Íløgur í
Føryum fram álit um,
hvussu føroyingar kunnu
draga útlendskan kapital
inn í okkara vinnulív.
Vanligi føroyingurin er
vitandi um, at nakað av
útlendskum kapitali longu
nú er í føroyskum vinnulívi,
og at hetta umfatar eitt nú
SMS, Vodafone, bankarnar
og oljufeløgini. Men eitt yvir
lit, sum arbeiðsbólkurin hev
ur gjørt, vísir, at útlendskar
íløgur finnast í heili 22 før
oyskur fyritøkum.
Men ynski er um at fáa
fleiri útlendingar at gera
íløgur í Føroyum.
Royndir uttanlands vísa,
at londini við útlendskum
íløgum hava størstu búskap
arligu framgongdina. Og
kanningar í Danmark vísa,
at hóast tað í dag bert finn
ast útlendskar íløgur í ein
um prosenti av privastu
fyritøkunum, umboða hesar
14 prosent av samlaðu
arbeiðsmegini, sigur Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Kitty May Ellefsen, sum
er leiðari á deildini fyri
Invest in the Faroes, sigur, at
tey hava lagt dent á at kanna,
hvussu londini uttan um
okkum gera, fyri at draga
útlendskan kapital til sín.
Serliga hevur verið hugt
eftir, hvussu danir gera, men
eisini lond sum Malta og
Cypros hevur verið hugt
eftir, eins og samstarvsavtala
er gjørd við felag í New
York, sum hevur royndir at
marknaðarføra
Danmark
sum íløguland.
Føroyskar royndir
Ein av teimum, sum hava
royndir við fremmandum
kapitali í sínari fyritøku, er
Niels Mortensen, stjóri í
SMS, og hann hevur bara
gott at bera hesum ílegging
arformi.
Tað er í minstan mun
pengarnir, sum telja í hesum
sambandi. Tað er nógv
meiri tað knowhow, ið vit
fáa tilført við kepitalinum,
sum telur. Nú eru vit sjálv
andi í teirri hepnu støðu, at
okkara íleggjarar sjálvir eru
innan somu bransju, og tað
er dagliga sambandi, ið hev
ur mest at siga, sigur Niels
Mortensen.
Tað er tí ikki bert sjálv
kapitalinnspræningin
ella
kvarttalsligu nevndarfundir
nir, sum hava størsta týdn
ingin í hesum føri.
Eg kann bara av hjarta
viðmæla, at fyritøkur taka
inn útlendskar íleggjarar,
sigur Niels Mortensen.
Eisini Bjarni A. Bjarnason
hevur royndir við útlendsk
um kapitali, og hóast tað í
førinum Vodafone var tungt
at
vekja
áhugan
hjá
útlendskum íleggjarum, so
skal týdningurin av hesum
á ongan hátt undirmetast.
Tað er eisini púra greitt, at
føroyingar eru farnir frá
hugsjónini um heldur at eiga
100% av ongum enn 25%
av nógvum. Tað sum telur,
er at skapa vøkstur, fyritøku
og samfelagi at gagni.
Fleiri møguleikar
Johan Dahl heldur, at møgu
leiki er hjá fleiri føryskum
fyritøkum
at
draga
útlendskar íløgur til sín, og
ein upplagdur møguleiki er
innan maritima økið.
Útlendingar eru longu
íleggjarar í til dømis Atlants
farinum, Sea Freeze, Mar
ine Harvest, Atlantic Bio
technology og øðrum før
oyskum
reiðaríium.
Og
møguleikarnir fyri øðrum
verkætlanum eru upplagdir.
Talan kann til dømis
verða um Green IQ, Faroe
Cod Farming í Hvalba ella
HSJ, sum allar eru maritimt
relateraðar fyritøkur, sigur
Johan Dahl.
Og tá er mest upplagdi
møguleikin, nevniliga innan
kolvetni, als ikki nevndur.
Tað, sum nú fer at
henda, er at vit við hesum
amboðnum í hondunum
(ísandi til frágreiðingina
hjá arbeiðsbólkinum) fara
undir at marknaðarføra Før
oyar sum eitt íløguland,
sigur Johan Dahl.
Hetta fer at verða gjørt í
samstarvi við Uttanríkis
ráðið, sum umsitur ferða
vinnu og tónleikavinnu.
Uttanríkisráðið hevur
einar tríggjar milliónir at
marknaðarføra Føroyar við,
og Vinnumálaráðið hevur
sett eina millión av til hesa
verkætlanina, so tilsamans
eiga vit at røkka rímiliga
langt, sigur Johan Dahl.
Hann hevur ikki beinleiðis
sett sær nakað mál fyri, hvat
succeskriteriið er í sambandi
við hesa verkætlanina.
Men fáa vit ein ella tveir
útlendskar
íleggjarar
til
Førya við hesi marknaðar
føring, so eru vit væl nøgd.
Og ongantíð betri, um tað
gerast til fleiri, sigur Johan
Dahl, vinnumálaráðharri.
Útlendskar íløgur til Føroya
Kitty May Ellefsen og Erika Anne Hayfield hava staðið fyri frágreiðingini, sum Johan Dahl, vinnumálaráðharri, legði fram í morgun
Stjórar við royndum av útlendskum kapitali í fyritøkum teirra, Niels Mortensen, SMS, Bjarni
Askham Bjarnason, Vodafone og Regim W. Dalsgaard, Globi
Bót til burka
Í Fraklandi skal tjóðartingið taka støðu til eitt
lógaruppskot, sum sigur, at kvinnur skulu fáa 750 evrur
ella einar 5.600 krónur í bót fyri at ganga í burka. Ein
talsmaður fyri stjórnarflokkin UMP sigur við blaðið Le
Figaro, at menn, sum noyða kvinnur at ganga í burka og
niqab, skulu fáa uppaftur størri bót. Fleiri halda, at
uppskotið skerjir trúarfrælsið í Fraklandi, men tað heldur
stjórnin ikki. Sum skilst verður uppskotið lagt fyri
tjóðartingið seinni í hesum mánaðinum, men tað kemur
ikki til viðgerðar fyrr enn eftir kommunuvalið, sum verður
í mars, skrivar Le Figaro.
Loysa marknatrætu
Í næstu viku fara grannalondini Irak og Iran undir truplar
samráðingar, sum eftir ætlanini skulu staðfesta markið
millum londini. Markið landanna milælum er næstan 1.460
kilometrar langt, og tá er eisini talan um sjómark í Persa
flógvanum. Fyri einum mánað síðani vildu iraksku mynd
ugleikarnir vera við, at iranskir hermenn vóru komnir inn
um markið í oljuøkinum Fauqa, og at teir høvdu verið har
nakrar dagar. Tá varð eisini sagt, at tey seinastu árini hava
iranskir hermenn javnan verið inni í irakskum øki. Árini
frá 1980 til 1988 var blóðugt kríggj millum Irak og Iran.