Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 5 · 8. januar 2010 5 VIKUSKIFTI Nýggjasta skotið iNNaN føroyska sNiðgeviNg eitur Elsa BEch. HoN Hevur Nógv jørN í eldiNum, tí HoN bæði málar, framleiðir barNaklæði, koNufólkaklæði og tilHoyr, og so Hevur elsa síNa Heilt egNu HugsaN um, Hvussu HoN skal Náa síNum máli SnIðgeVI sum spælir uppá nógvar streingir Samrøða Eydna skaale eydnaskaale@hotmail.com ‒ Málið er at fáa eitt brand, sum er kent, og har eg kann selja øll míni ymisku ting. Orðini eigur Elsa Bech, sniðgevi og listakvinna, sum í september stovn­ aði eina fyritøku í egnum navni: elsabech. Elsa er útbúgvin sniðgevi og design teknolog. Hon ger serliga barna­ og kvinnuklæði, umframt tilhoyr, til dømis pungar og smúkkur. Harumframt er hon listakvinna, sum í stóran mun fæst við málningalist. ‒ Summi kenna meg frá máln ing­ unum, meðan onnur kenna meg frá klædna­ og smúkkuframleiðsluni. Nú arbeiði eg við at samantvinna øll tingini eg geri, og eg royni at skapa eitt brand, har alt hóskar inn, sigur Elsa. Selja á netinum Men hóast hon er ein ungur, ný út­ búgvin sniðgevi við stórum ætlanum, so fer Elsa ikki at ganga vanliga vegin út á markn aðin. ‒ Tey flestu fara á mótamessur og til showcases og royna á tann hátt at selja síni ting, og fóta sær á markn­ aðinum. Men eg ætli mær at selja umvegis netið. Í øllum førum í fyrst­ uni. ‒ Mótaheimurin er ótrúliga harður, og tað er ringt at fóta sær. Tí hugsi eg, at tað kann vera ein fyrimunur at skapa eina lívsstílssíðu á netinum, har eg sjálv kann hava stýr á tingunum, fylgja við í søluni og áhuganum hjá fólki og selja øll míni ting, sum jú fevna rættiliga vítt, greiðir Elsa frá. Hon heldur, at tað kanska kann vera ein vansi, at hon hevur so nógv jørn í eldinum, og tað kann eisini vera, at hon við tíðini fer at leggja seg eftir at framleiða okkurt framum okkurt annað, t.d. barnaklæðir ella málningar. ‒ Felagið hjá mær er so nýtt, so eg føli meg eitt sindur fram enn. Eg fari at brúka komandi tíðina til at finna útav, hvussu eg skal skipa frameiðsluna, og um tað riggar at samantvinna øll hesi ymsu tingini, ella um eg noyðist at satsa uppá okkurt ávíst. Elsa ásannar, at tað er ógvuliga dýrt at byrja sítt egna merki, og tí leit ar hon nú eftir íleggjarum. ‒ Í hesi vinnuni krevst, at tú fylg ir við. Tú mást vera heilt frammi í odd­ inum, um tú skalt verða tikin í álv­ ara. Og tað kostar. Men tað er ringt at finna nakran íleggjara, nú tað er kreppa, sigur Elsa. Í tí sambandi er tað eisini ein fyri­ munur at byrja við eini heimasíðu, sum við tíðini kann menna seg til nakað størri. Møguliga ber eisini til at gera samstarv við aðrar sniðgevar. Í løtuni verður arbeitt við heima­ síðuni, sum verður virkin seinni í ár. Ger alt sjálv Sum er, situr Elsa sjálv á øllum sess­ unum í fyritøkuni. ‒ Eg fái hugskotini, framleiði, marknaðar føri og selji. Eg geri alt, men tað kann ikki halda fram. Á hend an hátt fer tað aldrin at geva nak að avkast. Hon hevur innrættað sær eitt rúm í húsinum til verkstað, og sum er, arbeiðir hon fulla tíð við merk­ inum elsabech. Men skal hon fáa nak að burturúr, má tað framleiðast aðra staðni. Hon hevur tí longu kannað møgu­ leikarnar fyri at framleiða í India, og tað sær út til at kunna gerast veru­ leiki. ‒ Um eg fái beint sjálva fram­ leiðsluna til onkran annan, kann eg savna meg meiri um tað kreativa, vísir Elsa á. Um stílin sigur hon, at hann er rætt­ iliga ráur við hvítum og svørtum. ‒ Mær dámar væl at blanda ymisk evni, soleiðis at flatan verður saman­ sett og rá á at líta. Tað er galdandi bæði fyri málningarnar og klæðini. Eg havi eisini nokkso nógv bíbilsk motiv í mín um málningum, sum kanska eru meiri í chabby­chic stílinum. Stóra uppgávan, sum nú liggur fyri framman, er tó fyrst og fremst at fáa heima síðuna upp at koyra, og síðani finna útav, hvussu ‒ og um ‒ tað letur seg gera at skapa so nógv ymisk ting í senn og saman sjóða sniðgevingina. Hóast elsabech bert hevur verið eitt merki í stutta tíð, hevur tað longu fingið umtalu frá donsku miðl unum m.a. Elle Magazine. Tað var fyri eina smúkku, evnað sum ein revolvari, sum er eitt mótmæli móti skjót ingini, sum alsamt vindur uppá seg upp í Danmark. - Tað byrjaði við, at ein vinmaður mín varð skotin á Nørrebro. Tá fekk eg íblástur til at gera okkurt; ein trend av onkrum slag, sum kundi tala fyri, at tað er ófeitt at bera vápn. - Vit høvdu um print í skúlanum júst tá, og tí bleiv tað til hendan printaða revolvaran úr stoffi við áskriftini »Stop Skydningen«. Eg sendi myndir til Elle Magazine og tey tóku tað upp. Og síðani hava sera nógv fólk vent sær til mín, og spurt um hesa smúkkuna. Hon hevur eisini selt væl, og eg eri farin undir aðru sendingina nú, greiðir Elsa frá. - Tað, at tað er ein revolvari, ger eisini, at fólk verða forvitin. Tey vilja vita, hví eg gangi við einum revolvara um hálsin, og tað skapar ein dialog, har eg fái høvi at greiða frá mínari hugsan um at ganga við vápnum, sigur Elsa Bech. »Stop skydningen« smúkkan myndir: jens kristian vang – Felagið hjá mær er so nýtt, so eg føli meg eitt sindur fram enn, sigur Elsa Bech