fríggjadagur 8. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
6
VIKUSKIFTI
Hvussu skal man kalla teg?
‒ Eg eiti Guðrun. Áðrenn »Stjerne for en
aften« varð eg bara kallað Guðrun, men
aftaná tað bleiv tað Guðrun Sólja. Tað er
faktiskt líkamikið, hvat fólk kalla meg.
Hvar býrt tú?
‒ Í Albertslund uttanfyri Keyp mannahavn.
Hvat gert tú nú?
‒ Eg gangi í
skúla og læri til
sanglærara ella
»vocalcoach«,
sum tað eitur.
Útbúgvingin er
trý ár, og hetta
er annað árið.
Livir tú av tónleikinum?
‒ Eg hevði eina konsert í gjárkvøldið
her á Tvøroyri. Annars havi eg
minni framførslur av og á.
Hvør er besta songkvinna í Føroyum?
‒ Eivør og Lena eru sera góðar. Eg hugsi meira
um góðar sangir enn tey, sum syngja teir. Sting,
til dømis, hevur sera nógvar góðar sangir,
men mær dámar onki serligt hansara rødd.
Hvør er tín fyrimynd?
‒ Haldi ikki, eg havi nakra fyrimynd júst nú.
Fyrr var tað Alanis Morrissett, tí hon ger
so fantastiskan tónleik. Mamma mín og
beiggi mín eru sjálvandi eisini fyrimyndir.
Hvussu sært tú nú uppá tað at
vinna »Stjerne for en aften«?
‒ Ógvuliga positivt. Tað var ein fantastisk
uppliving, og eg lærdi meg nógv. Um tað
ikki var fyri tí, hevði eg óivað enn gingið
her heima og ivast í, hvat eg skuldi gjørt.
Er tað ein forðing at verða kraftig?
‒ Ja tað er tað, men tað ber til at hava
útstráling, hóast man er kraftigur. Tað, sum
er øðrvísi hjá mær, er, at eg til dømis ikki
kann vera hálvnakin í mínum videoløgum.
Er tú rík?
‒ Eg eri lesandi,
so eg livi av SU.
Men eg havi lagt
eitt sindur av
peningi til síðis.
Hvat er tað besta við
at búgva í Danmark?
‒ Lukturin. Eg elski luktin, tá man kemur úr
flogfarinum og er lendur í Danmark. Tað er
ein annarleiðis luktur í Danmark enn heima.
Handlarnir og kaféirnar eru eisini deiligar.
Hvat angrar tú mest í lívinum?
‒ Veit ikki um eg angri nakað sum so,
kanska at eg burdi verið betri fyrireikað
til summar konsertir, enn eg havi verið.
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vart ósjónlig í ein dag?
‒ Verið ein fluga á vegginum,
har fólk sótu og slatraðu.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
‒ Eg trúgvi uppá nakað størri enn vit.
Eg biði faðir vár og gangi í kirkju.
Hvat er tín lívrættur?
‒ Beint nú er tað ræstur fiskur, sum
eg fái frá mammu í kvøld.
Hvat ger
teg illan?
‒ Fólk sum ikki
vísa respekt
og tey, sum
hyggja niður
á onnur fólk.
Guðrun Sólja jacobSen
Eg kann ikki vera hálvnakin
í mínum videoløgum
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Fakta guðrun sólja
Aldur: 27 ár
Bústaður: Albertslund, Danmark
Starv: Lesandi
Familja: mamma og beiggi
Hvat er tín
hægsti dreymur?
‒ At vera lukkulig. At
eg sleppi at fáast við
tónleik, antin sjálv á
palli ella sum lærari.
mynD: JEnS KriSTiAn VAnG