Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 5 · 8. januar 2010 7 VIKUSKIFTI Eingin kann fara aftur og byrja av nýggjum, men øll kunnu byrja í dag og fáa ein nýggjan enda. Maria Robinson 10 tIng um Flemming Østergaard Stríddi seg aftur á føtur Hann fekk at vita, at Hann kundi ongantíð ganga aftur, men Hann noktaði at góðtaka dómin frá læknunum. Her eru upplýsingar um Flemming Østergaard, sum í nógv ár var stjóri Hjá todi jónsson í FC Keypmannahavn. PláTuvendarIn og blaðmaðurIn LeIf LáadaL leSur bo bedre og hyggur eFTIr blacKadder. leIF nýTIr neTIð TIl næSTan alla Sína mIðlanýTSlu. miðlarnir og Eg Lagt tIL rættIs: eyðun Klakstein Lagt tIL rættIs: Inna Törnroos í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. hann er 66 ára gamal, giftur og eigur tveir synir – nikolai og Peter. Fyrst í 1990’unum fóru fjepparar at kalla hann don Ø, og við tíðini hevur hann vant seg við navnið. hann hedlur, at ein vissur týdningur verður lagdur í eitt slíkt navn, og hann kann finna upp á at undirskriva seg don Ø. Kelinavnið don Ø er nú eitt skrásett vørmerki hjá Patent- og varemærkestyrelsen Østergaard hevur útbúgving frá keypsskála, og hann hevði egin virki – eitt nú Føma Kontorsystemer, og hann átti í Kinnarps Kontormøbler. Í 1994 blandaði Østergaard seg av álvara upp í fótbólt, tá ið hann yvirtók lyngby, har eitt nú todi Jónsson var ein av spælarunum. í 1996 flutti Østergaard til Fc Keypmannahavn, sum hann síðani hevur verið ímyndin av. Tá ið hann flutti felag var Todi Jónsson ein av spælarunum, hann tók við sær. í 2002 gavst Østergaard sum stjóri í FcK – ella felagnum Parken Sport & entertainment a/S – men síðani hevur hann virkað sum nevndarformaður. í 1980’unum var hann í einari ferðsluvanlukku og fekk álvarsaman skaða í beinini. læknarnir søgdu honum, at hann ongantíð aftur fór at ganga. men hann noktaði at viðurkenna seg og vandi beinini hjá sær, so hann aftur kundi fara á føtur og ganga. í 2007 gjørdist Østergaard nevndarlimur í donsku sjónvarpsstøðini Tv2. árini frá 2005 til 2008 fekk Flemming Østergaard 30 milliónir krónur fyri sítt arbeiðsavrik í Parken – tað var meira enn tvífalt so nógv sum nevndarformaðurin fyri aP møller-mærsk fekk somu ár. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt bLað Sosialurin, Dimmalætting, oyggjatíðindi, Norðlýsið og gratisavísin. Mín heIMasíða Portal.fo, vagaportal.fo, dimma.fo, nordlysid.fo, politiken.dk, kramm.fo, grams.fo, plagg.fo, mess.fo og regluliga einar fimti aðrar, umframt tað leysa. Mín tónLeIKUr Beint nú er favoritturin ókeypis podcast download chill-tónleikur frá www.loungecast.net. Annars dámar mær nógv sløg av tónleiki og royni at fylgja við tí, sum hendir á føroyska og partvís útlendska tónleikapallinum. Nýggjastu útgávurnar hjá guðrið Hansdóttir og Teiti eru super, og »nýggi« marius og Páll Finnur Páll eru kul á palli. Jazzur er altíð góður – serliga sendingarnar hjá Leivi Thomsen. Mítt sosIaLa netVerK Facebook – bæði mín egni profilur, og tann hjá Kramm.fo á Facebook. Annars er eitt nýtt føroyskt netverk ávegis fyri fólk, sum hava áhuga fyri, og arbeiða við og á internetinum. Tað gleði eg meg til. Mín dVd Skal eg navna nakrar, so Breaking the Waves, La vita è bella, The Shawshank Redemption, Down by law og usual Subjects. men tað eru eisini nógvir aðrir yndisfilmar. Mítt MagasIn Beint nú: Bo Bedre. Mín sjónVarpsrøð Blackadder. (ókeypis á netinum á http://video.google.com) Mín bóK New York Triology hjá Paul Auster og nógvar aðrar. Mítt útVarp ÚF, Rás2, tær ymsu DR rásirnar (á netinum), umframt allar møguligar aðrar netrásir, m.a. frá iTunes. Mín teLefon Ein nærum fýra ára gomul Sony Ericsson, sum riggar fínt. hVat VIL tú IKKI brúKa MIðLatíð Uppá? Lesið og hyggið eftir so at siga øllum. hVat IrrIterar teg í MIðLUnUM? At teir almennu miðlarnir hava loyvi til at selja lýsingar og samstundis »seta fólk í geglið«, um tey ikki betala lurtara- og hyggjaragjald fyri nakað, sum tey kanska hvørki lurta ella hygga eftir. hVat VIL tú haVa MeIrI aV í MIðLUnUM? Eg vil ikki hava meira, men minni. Tað hevði bøtt um dygdina.