fríggjadagur 8. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
8
VIKUSKIFTI
2010
lagt tIl rættIs: Heini í Skorini
OddfríðUr MarnI rasMUssen
formaður í Listafólkasambandi Føroya (LISA)
leIla sOlMUnde
forkvinna í Meginfelagi teirra brekaðu í Føroyum (MBF)
MarIta rasMUssen
stjóri í Vinnuhúsinum
»Eg vænti eitt ríkt listarligt ár«
»Eg hómi ongan bata«
»Almennu Føroyar hava økt um óvissuna«
Hvat væntar tú av
føroyskari list í 2010?
Um eg skal døma frá 2009, so
fer 2010 at skikka sær væl. Í gjøgnum allar tíðir
hevur listin verið ymisk í góðsku, og soleiðis
verður eisini í 2010. Eg vænti, at tónleikurin,
bæði partiturtónleikur og poppur, fer at bjóða
nógv gott. Eitt nú Tróndur Bogason og Teitur,
Eivør og Guðrið Hansdóttir. Bókmentirnar fara
at koma meir út í Danmark, við tað at Hugin
Eide hevur stovnað Forlagið Tórgarð, og í Norra
fara eisini fleiri føroyskar bøkur at koma út.
Myndlistin er í spennandi menning, tí nógv ung
eru komin inn í myndlistalandslagið (hóast tey
ikki mála landslagsmyndir), so sum Silja Strøm,
og Steinprent gevur myndlistafólkum nýggjar
møguleikar. Nógvir góðir sjónleikir verða sýndir
á Tjóðpallinum í 2010. Eg vænti, at vit fáa eitt
listaríkt 2010, ið verður eitt framhald av 2009 á
øllum økjum, og 2009 hevði nógv gott at bjóða.
Hvat vónar tú fyri føroyskt mentanarlív
og føroyskan mentanarpolitikk í 2010?
Nógv mentanarlív er í Føroyum. Tó manglar at
seta við, at ungdómurin eisini fær atgongd til tað,
sum rørir seg í mentanarlívinum. Tiltøkini Ung
í Føroyum og Listaleypurin eru gongdar leiðir.
Vónandi verður Mentanargrunnur landsins um
skipaður til eitt Listaráð. Vónandi flytur Tjóð
pallurin í nýggj høli. Vónandi verður alt mál
politiska álitið, Málmørk, sett í verk. Vónandi finst
ein góð loysn á upphavsrættinum, soleiðis at ikki
allir pengarnir fara til umsiting í staðin fyri til
listafólkini. Og eg vóni, at ein millión av teimum
nýggju, sum Uttan ríkisráðið hevur sett av
til at promovera Før oyar uttan lands,
fer til at gera list atkomandi í
øðrum norðurlondum,
ella har tað verður
satsað.
Hvussu fer 2010
at hátta seg fyri
borgarar við breki?
Øll eftirviðgerð í Føroyum til fólk við varandi
breki er út av lagi vánalig. Í nógv ár hava ætlanir
verið um at betra hetta, men peningur er heldur
ikki settur av í 2010. Tí hómi eg ongan bata á
eftirviðgerðarøkinum. Hetta hóvar okkum illa í
MBF, tí hesi fólk hava ringa lívsgóðsku orsakað
av vantandi uppvenjing. Grundarlagið fyri at
betra um bústaðarmøguleikarnar er heldur
ikki til staðar í 2010. Vit bíða enn eftir tí síðsta
partinum av bústaðarpakkanum, sum er »serliga
lutaíbúðarlógin«, sum hevur verið ávegis í fleiri ár
og er tað enn. Enn mugu nøkur fólk búgva
undir trongum og óvirðiligum korum.
Vit fegnast um Heilsutrygdina, sum fer
at virka í 2010, tí tey, sum eru ringast
fyri og brúka sera nógvan heilivág, eru
eisini tey, sum fáa størstu hjálpina.
Hvat vónar tú fyri føroyskan
brekaðpolitikk í 2010?
At samtykti STsáttmálin verður eitt
veruligt amboð og ikki bara eitt tómt
lyfti. At sektorábyrgd kann staðfestast,
og at alt lógarsmíð verður í tráð við
sáttmálan. At orð verða til handling.
Hvussu fer 2010 at hátta
seg fyri føroyskt vinnulív?
Óvissa ávirkar eftirspurningin
eftir vørum og tænastum bæði úti og heima.
Almennu Føroyar hava økt um óvissuna við ikki
at leggja langtíðarætlanir fyri at fáa bygnaðin í
føroyska búskapinum í rættlag, bæði fyri vinnu og
borgaran. Vónin er tó, at 2010 fer at roynast betri
enn 2009. Í 2009 hevur føroyskt vinnulív arbeitt av
øllum ávum fyri at trimma fyritøkurnar og soleiðis
gera tær betri førar fyri at megna at standa ímóti
lága konjunkturinum. Hetta kemur fyritøkunum
til góðar, tá eftirspurningurin tekur seg uppaftur,
og tað vóna vit, at hann ger út á árið í 2010.
Hvat vónar tú fyri føroyskt vinnulív
og føroyskan vinnupolitikk í 2010?
Eg vóni, at 2010 verður árið, har landsins politiska
leiðsla ásannar týdningin av, at vinnulívið hevur
støðugar og forútsigiligar karmar. Hetta merkir,
at lóggivið verður langfreistað, og at allar vinnur
fáa somu viðferð, harímillum at studningur
til ávísar vinnugreinar verð ur avtikin. Eg vóni
somuleiðis, at stabilur vinnupolitikkur vil eggja
altjóða íleggjarum at gera íløgur í Føroyum, nú alt
fleiri fyritøkur skrá seta seg á virðis bræva markn
aðinum.
Tey hyggja inn í
krysTallkúluna