fríggjadagur 8. januar 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
9
VIKUSKIFTI
VIT eru FarIn Inn í eITT nýtt ár VIð bæðI nýggjum og gomlum aVbjóðIngum,
TrupulleIKum og Vónum FyrI framtíðIna. nIðanFyrI hyggja SeKS leIðandI FólK
umboðandI ymSar SamFelagSbólKar og ymISK áhugamál Inn í KrystallKúlUna
og Koma VIð TeIrra boðum uppá og Vónum um, hVaT 2010 Fer aT borðreIða VIð.
anna EllIngsgaard
forkvinna í Føroysk Miðlafólk
tormóðUr stóra
leiðari á Psykiatriska deplinum
sIgVald KrIstIansEn
formaður í Landsfelag Pensjónista
»Journalistikkurin verður betri«
»Sálarsjúk hava bíðað ósømiliga leingi«
»Pensjónistar við skerdum førleika verða verri fyri«
Hvussu fer 2010 at hátta seg
fyri føroyska fjølmiðlaheimin?
Skjótu tíðindini eru vorðin ókeypis á netinum eina
ferð við alla. Tí mugu hinir miðlarnir savna seg
um útgreinandi bakgrundsjournalistikk.
Fíggarliga verður neyvan pláss fyri
meiri enn trimum útgávum um
vikuna hjá teimum stóru
bløðunum. Kring varp
ið fer at humpa
víðari í sama
lag, inn til
myndug
leikarnir fata, at tað kostar pengar at framleiða
góðan journalistikk. Journalistfakliga støðið fer
hin vegin sum heild at hækka, tí krøvini verða
størri og fleiri eftirútbúgvingartilboð verða til
miðlafólk. Eisini tí fólk eru troytt av lættisoppa
og lata seg ikki longur lumpa av lýsingartilfari
og spinndoktaríi, sum roynir at síggja út sum
journalistikkur.
Hvat vónar tú fyri føroyskar fjølmiðlar
og føroyskan fjølmiðlapolitikk í 2010?
At okkara politikarar umsíðir vísa dirvi til at skapa
fíggjarligar umstøður fyri eini væl virkandi pressu
og síðani halda fingrarnar
langt vekk og geva henni ar
beiðsfrið. At Kring varpið fer
at savna seg um sínar skyldur í nýggja Public
Service sáttmálanum og sleppur av við alt lýsing
ar tilfar, so privatu miðlarnir fáa ein kjans at
yvirliva og báðir partar harvið kunnu røkja sín
týðandi leiklut í okkara fólkaræði. At starvsfólkini
í Kringvarpinum umsíðir fáa arbeiðsfrið og bløðini
fáa útberingarstuðul, sum veruliga munar. At allar
journalistiskar kreftir verða savnaðar í einum
fakfelag við einum nútíðar sáttmála, sum tryggjar
okkum munandi betri arbeiðskor.
Hvussu fer 2010 at hátta seg
fyri psykiatriska økið í Føroyum?
Vit koma væl longri í arbeiðinum at skapa
eitt meira fjøltáttað og dygdargott við
gerðartilboð til psykiatriskar sjúklingar
og teirra avvarðandi. Eg vænti, at vit
koma at síggja meira til tær umskipanir,
sum vit hava arbeitt við í strembanini
eftir at skapa eina samskipaða røkt og
við gerð í psykiatriini. Hetta ger kanska
eis ini, at tað verður meira sjónligt, at
tað eru nøkur økir í psykiatriini, sum
ikki fáa nøktandi raðfesting. Eg vænti,
at vit endiliga koma í gongd við at
skipa virðiligar bústaðarmøguleikar til
fólk við sálarsjúkum, sum hava bíðað
ósøm iliga leingi.
Hvat vónar tú fyri
føroyska psykiatri og
føroyskan psykiatri -
politikk í 2010?
At vit koma longri á leiðini at minka um fordómar,
mytur og tabu um psykiatriskar sjúkur, so tað
gerst lættari at vera psykiatriskur sjúklingur í
Før oyum. Eg vóni, at tað verða gjørdar nakrar
greiðar politiskar raðfestingar, sum gera, at vit
kom andi árini kunnu seta fokus á fyribyrgjan og
heilsufremjan á psykiatriska økinum. Samstundis
at vit koma á mál í árinum við at leggja til rætt is
nýggja psykiatriska depilin, soleiðis at vit kunnu
koma nærri strembanini eftir at geva psykiatr
iskum sjúklingum meiri virðilig viðurskifti undir
innleggjan og samstundis kunnu seta ferð á eitt
sera spennandi konsept fyri psykiatriska viðgerð,
sum arbeitt verður við.
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri
føroyskar pensjónistar og eldraøkið?
Hjá teimum pensjónistum, sum eru væl fyri til
likams og sálar og hava eina inntøku afturat
fólka pensjónini og samhaldsfasta, verður
2010 óbroytt frá undanfarnu árum. Hóast
hægri avgjøld og skatt verður livihátturin
hjá teimum ikki nervaður av fíggjarkreppuni.
Pensjónistar við skerdum førleika, sum hava
tørv fyri hjálp heima, verða verri fyri, tí heima
hjálpin, sum er lítil frammanundan, verður enn
meira niðursett. Hetta verður størsta avbjóð
ingin á eldraøkinum í 2010.
Hvat vónar tú av føroyska
eldrapolitikkinum í 2010?
Størsta mál í eldrapolitikkinum
í ár er støðutakan til nýskipan av pensjónini, sum
vónandi verður til frama fyri komandi pensj
ónistar. Fyri núverandi pensjónistar verður ein
nýskipan, sum higartil fráboðað, eingin bati, uttan
so, at samhaldsfasta pensjónin hækkar munandi, tí
grundupphæddin í fólkapensjónini verður minkað,
avtikin. Ein livikorskanning hjá fólkapensjónistum
verður liðug tíðliga í hesum ári, og vónandi kemur
úrslitið at ávirka eldrapolitikkin til frama fyri teir
pensjónistar, sum tørva mest hjálp.