fríggjadagur 8. januar 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
10
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Bipparin hjá Osvaldi Schiller Johansson
er farin í gongd.
Hann veit ikki enn hvørji boðini eru,
men hann er greiðir yvir, at tað er eitt
álvarsmál.
Tað er óljóð har brandmaðurin er,
og tí hoyrir hann ikki, hvat bipparin
sig ur. Hinvegin er hann veit hann, at
hann skal vera uppi á støðini um fimm
min uttir.
Osvald nærum loypur út í bilin, setir
í gongd og spælir boðini av bipparanum
aftur.
So koma boðini: Tað er ein ferðslu
vanlukka, har trý fólk sita føst í einum
bili, sum er farin út av vegnum í Kald
baksbotni. Tey eru lutfalsliga væl fyri.
Tað lætnar fyri sløkkiliðs mann inum.
– Eg taki altíð svørtu málinga spann
ina fram, tá boð koma yvir bipparan,
greiðir Osvald Schiller Johansson frá.
Á støðini fara menninir í myrkabláu
og gulu draktirnar.
Reyðu bilarnir fara blunkandi av
stað við bláu ljósunum og larmandi
sirenum.
Stutt eftir koma sløkkiliðsfólkini á
staðið. Fólkini verða klipt úr bilinum
við stóru tongini og verða bjargað.
60 reyð uppkall
Líknandi støður – sum omanfyri
nevnda – koma fyri umleið 60 ferðir
ár liga. Tá ringir reyða telefonin og
sløkk iliðs fólkini, sum ikki longu eru á
støð ini verða í skundi boðsend.
Men soleiðis er ikki í dag.
Í dag er ongin svørt málingaspann.
Vit sita nevniliga inni í kaffistovuni
á brandstøðini í Havn, og menninir sita
róligir og eta nýbakaðu av skonsunum,
sum brandmenninir sjálvir hava
bakað.
Millum menninar er Osvald Schiller
Johansson. Hann skal beint nú út við
MBF bilinum, tí fólk av Virkni í Berja
brekku skulu oman í SMS.
Vit fara spakuliga út í reyða mini
bussin.
– Vit gera so øgiliga nógv ymiskt.
Eg havi enntá tikið ein kettling úr
ein um instrumentbrettið á einum bili
einaferð, sigur brandmaðurin og peik ar
á kilometurvísaran í rúmliga bil inum,
meðan vit koyra oman eftir Oyggjar
vegnum.
– Eg plagi eisini at siga tað. Veitst
tú ikki hvar tú skalt ringja, ring so
til brandstøðina, tí vit kunnu taka
okkum av tí mesta, flennir sløkkiliðs
maðurin.
Blíva kyniskir
Men lívið sum brandmaður er ikki
bara at bjarga kettlingum, koyra fólk
við breki og at hjálpa gomlum fólki á
føt ur. Tað eru eisini hendingar, sum upp
á seg eru nógv meiri álvarsligar, og tá
verða sløkkiliðsfólkini bjóðað av.
– Vit koma eisini út til vanlukkur,
og tá vit eru farnir í gongd er ein ávís
kynisma. Vit loysa bara uppgávuna, og
eg minnist eisini eina ferðsluvanlukku,
har eg fann kjøtpettir, sum ongin annar
hevði sæð. Tá segði eg tað bara við
portør ararnar og so tóku teir eisini tey
pettini við, greiðir sløkkiliðsmaðurin í
19 ár frá.
Flenna tað burtur
Men tað eru ávísar uppgávur, sum
hóast alt nerva sløkkiliðsmannin. Tað
er ser liga, tá yngri fólk eru við.
– Tað ljóðar eitt sindur løgið, men
eru tað fólk, sum eru yngri enn eg, sum
eru úti fyri vanlukku, so er tað nógv
verri, fortelur Osvald.
Hann leggur afturat, at ávísar hend
ingar við smáum børnum hava havt við
sær, at sløkkiliðsmenninir hava fingið
sálarliga fyrstuhjálp.
– Men hinvegin haldi eg, at vit
brandmenn duga rættiliga at flenna
hendingar burtur, sigur sløkkiliðs
maðurin álvarsligum brá, beint áðrenn
hann fer út úr bilinum at hjálpa fólk
unum í koyristóli inn í bilin.
– Nú hopi eg, at onkur av tykkum
keyp ir mær bomm, tí annars komi
eg ikki aftur eftir tykkum, staðfestir
Osvald flennandi.
– Ja, ja. Kanska fært tú, suffar ein
av monnunum á Virkni, áðrenn tey fara
út úr bilinum.
Síðan 1991 hevur Osvald schillEr JOhanssOn verið sløkkiliðsmaður í havn.
í heSi tíðini, har eiSini Stórar vanlukkur, hevur brandmaðurin funnið útav einum:
– veitSt tú ikki, hvar tú Skalt ringja, ring So til brandstøðina, tí vit kunnu taka
okkum av tí meSta, greiðir hann millum annað frá um Sítt fjølbroytta arbeiði
Ring til brandstøðina
46 ára gamli Osvald Schiller Johansson minnist, at hann nærum altíð
hevur ynskt at vera sløkkiliðsmaður. – Fyrr var tað, tí tað var eitt
spennandi starv, men nú er tað meira fyri at hjálpa fólki, sigur hann
myndir: álvur Haraldsen
til arbeIðIs
navn: Osvald Schiller Johansson
arbeiðspláss: Brandstøðin í Havn
starv: Sløkkiliðsmaður
besta við starvinum:
At tað er fjølbroytt. Alt frá at hjálpa gomlum
fólkum, sum er dottin heima, til at fara út til
stórar vanlukkur
ringasta við starvinum:
At koma til vanlukkur við ungum fólkum
størsti dreymur við starvi:
Tað dugi eg ikki at siga. Vit hava tað so gott
størsta frambrot: Dugi eg ikki at siga
starvstíð: 19 ár
Lívsstarv: Ja
starvsfólk: 20 við mekanikarum
og eini 20 partíðarbrandfólk
sett á stovn: 1. oktobur 1933
staður: Oyggjarvegur 34
stjóri: Kartni Jacobsen
fakta osvaLd