fríggjadagur 8. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
11
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Hvar er kavin?
Eysturríkski skíðarin Gregor Schlierenzauer hevur fingið flog
á sítt lop í skíðkapping í Týsklandi. Spurningurin er bara,
um flogið er ov høgt, tí her sæst einki til nakra kavabreyt,
men lendingin kann ivaleyst verða líka góð fyri tað.
Tað var ein surrealistisk ævin
leikakend religiøs løta at síggja
bilferðina hjá Obama keisara
út í Kastrup í upphitaðum út
látskavaroki tá stutt fyri jól.
Stóra veðurlagsemjan við
Føroyum í klombrum í einum
donskum ESlista gjørdist høvuð
leyst jólatrøll. Eins og friðurin í
kríggjunum hjá USA.
Men nú var Gud so á veg
heim aftur í hitan. Fyri aðru ferð
í ár úr Danmark, úr okkara ríki,
okkara ríki.
Sekund fyri sekund lýstu
garv aðir journalistar, sum kalla
seg seriøsar, ferðina hjá beist
inum (soleiðis eitur bilurin) á
grovsaltaða vegnum, har sum
tú og eg annars ofta eisini hava
koyrt.
Sum ein dópur ella hálvrundur
føðingardagur hjá drotningini
og teimum. Sekund fyri sekund í
fólksins tænastu.
Hví spælir fjórða statsvaldið
í einum tí fremsta fólkaræðinum
við í slíkum tvætli? Hví boyggir
journalistikkurin seg altíð fyri
undirhaldinum og fer at gera
undirhald í staðin fyri upplýsing
og avdúking? Eg veit ikki svarið.
Annað svar enn tað svarið, at
hetta vilja hyggjarar, lurtarar,
lesarar hava.
Gud á veg heim aftur í sítt
stóra ríki í kavaroki og líkindum
til hálku. Sekund fyri sekund fyri
sekund til hann hvarv á stórum
skínandi veingjum úr hvítagulli
upp í himmalin, sum er hjástatur
í hansara ríki.
Gudsspottan at samanbera
amerikanska forsetan og Gud?
Samanberingin er eyðsýnd.
Fjøl miðlarnir í Danmark høvdu
ikki gjørt meira burturúr, um
tað var Messisas, sum kom til
Keypmannahavnar, ja, mín sann
tvær ferðir sama árið.
Ert tú tann, ið koma skal, ella
skulu vit vænta Obama? Fyri
Guds skuld ikki Osama.
Amerikanski forsetin og Gud
kunnu gera av við okkum øll í
einum høggi. Gud ger tað neyvan
aftur.
»Tey telgja sær gudar«
kallaði Jens Pauli Heinesen eina
skaldsøgu.
Til veruleikan: heimurin er
hvørki betri ella verri, tá Obama
hevur verið forseti í fýra ár.
Held ur ikki, tá hann hevur verið
forseti í átta ár. Sjálvandi verður
hann afturvaldur. Hann sær jú so
gott út.
Um átta ár er framvegis
kríggj í Afganistan, um átta ár er
framvegis kríggj í Irak. Um átta
ár hevur USA gjørt innrás í og
hertikið okkurt landið afturat.
Um átta ár eru framvegis fangar
á Kuba, sum ongantíð hava hitt
ein løgfrøðiligan dómara og
ongantíð eru spurdir, um teir eru
sekir ella ei.
Eisini í Føroyum grótu fólk,
tá konufólkarevurin John F.
Kennedy varð skotin. Tey telgja
sær gudar. Nú gerast eyguni
blonk, tá Obama er í sjón varp
inum. Tey telgja sær gudar.
Í summar eiga okkara egnu
fjølmiðlar tørn. Margreta kunn
gjørdi nýggjársaftan, at hon og
maðurin fara til Føroya í summar.
Tá sleppa føroyskir journalistar
til arbeiðis, at renna aftaná. Hvar
er hon nú? Hvat ger hon nú?
Hvønn hitti hon har? Er lagt upp
úr døgurðapottinum? Fornermar
hon aftur Høgna Hoydal hesa
ferð? Eru ommubørnini við? Eru
verdøturnar við? Hvør fær kross?
Hvønn kjóla fer kona løgmans í?
Eingin lesur SE&HØR, men øll
vita, hvat stendur í tí.
Tollarar taka ikki móti end
anum, tá stuttleikabáturin Danne
brog leggur at. Eingin sleppur
inn um Schengengirðingarnar
at flagga við pappírsmerkjum.
Hashhundarnir vera har ikki.
Einki trygdareftirlit. Drotn ing
ar maðurin hevur ikki longur
spreingievni í undirbuksunum.
Síggi nú í Amtstíðindum, at
hjúnini flúgva.
Rúkandi asfalt og angandi
træverja og sóljugentur og før
oysk klæði og bygdamenning og
lívverjar og undirbrotligheit. Og
eingin spyr hví. Eingin spyr, hvat
fanin rakar tað okkum.
Ikki bara fjøldin er býtt. Øll
eru býtt. Tí er brúk fyri gudum,
telgdum gudum at hella seg
innat.
UmaftUrafturum
høGni djurhuuS
Bussskýlið sorlaðist sundur, men ein
genta, ið var í skýlinum, sum endaði
á skaðastovuni seinni, kom til alla
lukku sera væl frá hendingini.
Vágaportalurin
Eisini mvg á tubbaki?
Bileigarar skulu hava MVGið aftur
Sosialurin
Og so alt stríðið fyri
at fáa hann heim
Skálaberg farin av landinum
Portalurin
So keða teir seg ikki ta løtuna
Jóladagarnar ringja ofta fleiri
fólk til politiið bara fyri at
hava onkran at práta við.
Sosialurin
Lat okkum so heldur fáa
veðurlagsbroytingar
Kuldin trýstir oljuprísin upp
Dimma
Positivt problem
Brenna inni við heiligvági
Sosialurin
Góður spurningur
Fer veruleikin at rína við løgmann?
Viðmerking í Dimmu
Hvar munnu tær halda til?
TB-kvinnurnar halda jól
á øðrum plássi
Kringvarp.fo
Antin flogfar ella bilur
á skeivari leið
Bilur bar við flogfar hjá Atlantic
Dimma
ranga
í
strúpan
Seinasti mótin í Palestina
Tað var eftir øllum at døma gongd í søluni av mótaklæðum í Palestina nú fyri jól. her gongur ein
maður – sjálvur klæddur í seinasta móta – fram við einum klædnahandli í nablus á vestara áarbakka.
Klárur til
dystin
Sumo glímarin Hakuho, sum
er ættaður úr mongolia,
er klárur til nýggjársdyst
í tokio í Japan. Einki sæst
til mótstøðumannin, men
vit halda, at tað hevði
verið spennandi at sæð
ein ordiliga føroying í
slíkum bardaga. Hvat
við at tobbi ella Kaj Leo
royndu seg í slíkum dysti?
mynd: PolfoTo
mynd: PolfoTo
mynd: PolfoTo
telgdir gudar