fríggjadagur 8. januar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
12
VIKUSKIFTI
Tað skal ikki síggjasT í hansara bókum aT hann er føroyingur, sigur Teknarin og
høvundurin Bárður OskarssOn, sum eisini avdúkar, hví giraffurin Pól er so kul
Bárður og kuli giraffurin
BarnaBøkur
Maria Eriksen Britt
á www.fortællingen.dk
Eins og hinar bøkurnar hjá tær,
snýr Pól, hin kuli giraffurin
seg um djór. Hví hevur tú valt
at tekna og skriva um djór
í staðin fyri menniskju?
– Tað er lættari við djórum. Um man
brúkar menniskju, skal man býta tey
upp í allar møguligar bólkar, og so
verður tað knappliga politiskt ella
rasist iskt ella alt møguligt annað. Man
kann loyva sær nógv meir, tá man brúk
ar djórini sum útgangstøði.
– Hundurin gongur aftur í
øllum mín um søgum, (uttan
tí nýggjastu) tí hann er ein
sera góð mynd av menn
iskj um, tá tey eru ringast.
Og so
fái eg eisini
ymiskt
forerandi í mínum ar
beiði, tá eg brúki ein
hund og seti hann inn í
eina menniskjaliga støðu.
Keði meg skjótt
Hvussu arbeiðir
tú, tá tú skalt gera
eina nýggja bók?
– Faktiskt tekni eg bara, og
so koma hugskotini aftaná.
Ella kanska sum frá líður.
Bókina um giraffin Pól
brúkti eg átta dagar um at
tekna. Eg vildi gjarna gera
eina bók, sum byrjaði við
»Einaferð ...«, og so sat eg
og teknaði saman við mín
um børnum, og knappliga
var Pól bara har. Við bókini
Ein hundur, ein ketta og ein
mús, teknaði eg stórt sæð
allar tekningarnar, áðrenn eg
byrjaði at ar beiða við sjálvari
søguni. Eg manglaði bara eini
tríggjar tekingar, tá eg byrjaði
at arbeiða við restini.
– Mátin, eg arbeiði, hongur
saman við, at eg skjótt byrji
at keða meg. Tað skal ganga
skjótt, ella tími eg ikki. Tí
sær man eisini, at figurarnir
broytast í mín um bókum.
Um tú hyggur eftir Pól í
byrj anini og endanum á
søguni, so sært
tú væl, at
tekingarnar eru broyttar. Tá so ein
figurur er komin har til, at hann er
lið ug ur, so tími eg ikki at tekna hann
meir. So er tað jú ikki longur ein av
bjóðing.
Gott tað endar galið
Er eydnan at hava tað
størsta kjøtbeinið?
– Ja, um man er ein hundur. Ella um
man er menniskja, tá tað er ringast.
Men eg sigi ikki, hvat tað er, hundarnir
um boða. Eg hugni mær við mínum
bók um og haldi, at tað er upp til lesaran
at tulka tær og gruna yvir, hvat slag
av menn iskjum búgva aftanfyri ymsu
figur arnar.
Tá man lesur Ein hundur,
ein ketta og ein mús virkar
tað næstan, sum at tú
heldur, at vit oyðileggja
kreativitetin og lívs gleðina
hjá børnum við at vera so
pedagogisk og friðarsøkjandi.
Heldur tú tað?
– Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi
at kreativitetur og lívsgleði eru
grund leggjandi kenslur, sum altíð
fara at yvir liva, uttan mun til,
hvat vit gera við okk ara børn.
Kreativiteturin er meir ein drív
megi enn eitt val.
– Men ein partur av poeing
inum er jú nettup, at uttan mun
til, hvat vit gera ella hvat vit læra
okkara børn, so end ar tað galið á
onkran máta fyrr ella seinni, og
tað er gott! Tað gev ur ein eyka
spenn ing í ger andis degnum.
Og tí er ikki neyðugt hurta
undir nakað, man skal bara
minnast til at flenna eftir tí
av og á.
Bárður, giraffurin
og Marlboro-maðurin
giraffurin Pól er kul,
uttan at nakar ordiliga
veit hví. Er tú eisini ein
sovorðin, sum ert kul,
uttan at vit vita hví?
– HA! Tað veit eg ikki
... Men eg kundi gott
hugsað mær at verið
tað. Eg haldi, at tað er
ein sovorðin MarlboroMan dreym ur,
sum býr í okkum øllum. Hatta við at
vera avslappað kul, uttan at royna at
vera tað ...
– Og Pól er bara kul! Tað er nokk, tí
hann er komin tað longri, enn allir aðrir
giraffar. Hann torir at seta spurnartekin
við, hvussu tingini eru, og hann hevur
vilj an at satsa. Og í ósigrinum hann
upp livir, er eisini ein sigur.
Droymir tú líka sum Pól
um at eta okkurt forboðið?
– Eg eti alt! Tað er nokk eisni tí, Pól
gjarna vil eta okkurt annað. Man skal jú
altíð royna. Eg haldi ikki, nakar nakr
an tíð hevur bjóðað mær nakað, sum eg
ikki havi etið. Í grundini snýr tað seg
um, at eg gjarna vil vita, hvat hend ir.
Hvat hendir, um ein giraffur ger av at
eta kjøt? Eg royni veruliga at minn ast
tann øðrvísi mátan. Minnast at virðis
meta tey skeivu tingini, sum henda.
Djarvt føroyskt forlag
Hvat er tað, sum tú vilt
fortelja við tínum bókum?
– Eg havi onga ávísa missión. Mær
dámar best, tá tingini henda, meðan
eg ar beiði. Annars blívir tað skjótt ov
til gjørt og keðiligt.
– Barnabøkur skulu tora at taka stór
evni upp. Ikki bara tey álvarsomu og
tungu, men øll evni og so bara fara eitt
sindur longur. Seta fleiri spurningar.
Seta meir uppá spæl. Eg skrivi ikki fyri
at tekkjast nøkrum. Eg skrivi, tí mynda
bøkur skulu vera stuttligar.
– Sum foreldur keði eg meg ofta, tá
eg lesi eina søgu fyri mínum børnum,
og tað skal eg jú ikki! Góðar bøkur skulu
gera nakað við bæði børn og vaksin, so
tey hava okkurt at tosa um.
Hvussu sæst tað í tínum
bókum, at tú ert úr føroyum?
– Tað sæst faktiskt ikki. Eg havi í øll um
førum gjørt mær ótrúliga stóran ómak
fyri at tað ikki skal síggjast.
– Tað koma øgiliga nógvar mynda
bøkur út í Føroyum, og tær eru sera
góð ar og flottar. Men ofta kunnu tær
vera truplar hjá øðrum at skilja, tí tey
kenna ov lítið til Føroyar og mentanina
har. Tað var ein av orsøkunum til, at
eg fegin vildi gera eina bók, har tað
tjóðar liga ikki trínir fram. Eg haldi
held ur ikki, at mínar bøkur eru serliga
danskar
– Um man sær nakað føroyskt í bók
unum, so er tað nokk í tí nýskapandi
og djarva. Tí lukkutíð er mítt forlag í
Før oyum sera djarvt. Tey geva nógvar
skeivar og øðrvísi bøkur út, og tað
gevur nógvum rithøvundum dirvi til
at skriva okkurt, sum ikki er líka sum
alt annað. Og tað havi eg nokk tikið
við mær.
Hvørjar ætlanir hevur
tú fyri framtíðina?
– Eg arbeiði í løtuni við trimum bókum.
Ella tvær av teimum eru faktiskt lidnar.
Bókin um giraffin Pól var løtt at lesa
og skilja og løtt at tosa um. Onnur
av bók unum, sum nú liggja klárar, er
eitt sindur torskildari, og tað dámar
mær eisini væl. Og tvær av bókunum
snúgva seg sjálvandi um hundar. Bæði
um onkrar nýggjar og onkrar, sum man
kanska hevur sæð fyrr ...
Bøkur skulu upplivast
Hvat eru góðar barnabókmentir?
– Tær skulu vera ein uppliving! Tær
kunnu gott vera logiskar og einfaldar,
men máltónin og málið í myndunum
ger allan munin. Í veruleikanum hevur
søgu gongdin onki at siga.
– At lesa eina bók skal vera ein hend
ing, sum tolir at verða endurtikin. Og
tað er sjálvandi tí, tað eisini er spenn
andi at skapa barnabøkur. Tær bestu
barnabøkurnar verða skaptar, tá málið
og myndirnar møtast og eitt triðja mál
uppstendur, sum tosar til allar sansir.
Týtt úr donskum: Anna V. Ellingsgaard
Aldur: 37
Starv: Barnabókahøvundur og teknari.
Debuteraði í 2004 við bókini Ein hundur,
ein ketta og ein mús, sum vann barna- og
ungdómsbókavirðisløn útnorðurráðsins í
2006 umframt ein »White Raven« Special
Mentinon frá Children's Digital Library.
Forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags
og Torgarð hava givið út bøkurnar hjá Bárði
Oskarsson á ávikavist føroyskum
og donskum
Bøkur:
• Ein hundur, ein ketta og ein mús, 2004
• Beinið, 2007
• Pól hin kuli giraffurin, 2007
fakta Bárður OSkArSSOn