fríggjadagur 8. januar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 5 · 8. januar 2010
13
VIKUSKIFTI
Hundarnir kukka í túnið
Hey Rigmor
Vit búgva í randarhúsum í Havn og hava ein stóran
trupulleika við hundalorti. Grannarnir á báðum síðum
og fleiri onnur í grannalagnum hava hund og lata teir
ganga leysar. Hetta vísir seg so í hundalortum, ið liggja
fjaldir í grúsinum uttan fyri hjá okkum. Vit traðka
sjálvandi í hetta og merkja ikki luktin fyrr enn vit sita
inni í hitanum í bilinum. Sera vemmiligt og ólekkurt.
Hvussu skal eg bera meg at fyri at siga við grannarnar,
at hesin atburður ikki er í lagi?
Heilsan ein óður granni
Góði óði granni
Ja, hvussu ber tað til, at fólk fáa sær hund og so skíta tey
á, hvar hann skítur? Líka so fittir, sum hundarnir eru,
líka so vemmiligir eru hundalortarnir, sum sløðast um
geilar og tún, til stóran ampa fyri gongufólk.
Eg rokni við, at tú veitst, hvørjir grannarnir eru, sum
ikki taka upp eftir sær. Kanska skilja teir boðskapin, um
tú blakar eina rullu av hundalortaposum í postkassan
hjá teimum. Tú fært ókeypis rullur frá Snarskivuni hjá
kommununi.
Og so kanst tú eisini vóna, at grannarnir kenna seg
raktar, tá teir lesa títt hjartasuff í blaðnum.
Hjálpir tað ikki, kanst tú senda boð eftir hunda
fang aranum næstu ferð ein hundur gongur leysur í
grannalagnum.
______________________________________________
Góða Rigmor
Dóttir mín er 16 ára gomul. Hon og vinkonurnar eru
javnan til dansitiltøk, og eg haldi meg vita, at tey drekka
til hesi tiltøk. Mær dámar ikki, at dóttirin byrjar ov
tíðliga at drekka. Hevur tú nakað hugskot um, hvussu
eg skal fyrihalda meg til hetta? Eg vil heldur ikki læsa
hana inni, til hon verður 18 ára gomul.
Vinarliga Mamman
Góða Mamman
16 ára gamlar gentur eru rættiliga vaksnar og skilagóðar,
og eru oftast komnar yvir tað ringasta, sum puberteturin
hevur at bjóða. Tær búnast við rúkandi ferð og hava
brúk fyri at slíta seg leysar frá foreldrunum.
Diplomatisku evnini hjá foreldrunum sleppa at standa
sína roynd, tá børnini verða tannáringar, og tað kann
vera torført at finna eina natúrliga javnvág í mun til
avtalur og útilív. Konfliktir standast ofta, tá mørkini eru
órealistisk í mun til nútíðina og tað lív, sum tann ungi
vil liva.
Í útgangsstøðinum haldi eg, at tú eigur at hava álit á
dóttrini – í øllum førum so leingi hon virðir avtalurnar.
Men so mugu avtalurnar eisini vera soleiðis, at tær,
innan fyri skilamørk, ganga hennara ynskjum á møti.
Tí hon má hava ein reellan kjans at prógva, at tú kanst
hava álit á henni. Til dømis nær hon skal vera heima, at
hon skal ikki drekka seg fulla, at hon skal sova heima,
at hon skal siga frá, hvar hon er, ella hvat tit nú kunnu
semjast um. Brot á avtalur kunnu fáa avleiðingar fyri
eitt nú lummapening, klædna og onnur ynski, og aðra
»goodwill« frá foreldrunum.
Sum tú sjálv sigur: tað ber ikki til at læsa hana inni, til
hon verður 18 ár.
v. rigmor
Pápi drekkur
Góða Rigmor
Pápi mín er sjómaður og hevur leingi drukkið alt ov
illani. Mamma finnur seg í hesum – eg veit ikki hví –
men tað ger hon so. Eg og beiggi mín eru 16 og 12 ár,
og vit eru so troytt av, at pápi altíð er fullur, tá hann
er heima hjá okkum. Eg vil bara hava ein pápa, sum
eg kann tosa við, uttan at hann hevur gloymt okkara
samrøðu dagin eftir. Er tað ov nógv at forlanga?
v.h. dóttirin
Góða dóttir
Nei, tað er ikki ov nógv forlangað, at pápi tín minnist
samrøður tykkara dagin eftir. Ella at hann og mamma
tykkara geva tær og beiggja tínum ein tryggari
uppvøkstur.
Børn hjá alkaholikarum rinda ein ovurhondshøgan
prís, tá annað ella bæði foreldrini drekka. Og arrini
fylgja teimum restina av lívinum, fáa tey ikki hjálp.
Hvørki tú ella nakar annar kann noyða pápa tín
at gevast at drekka. Hann má sjálvur koma til ta
niðurstøðu, at honum tørvar hjálp!
Tí mugu tit læra at frígera tykkum frá hansara
trupulleika, so tit kunnu mennast og trívast, og elska
pápa tykkara sum hann er.
Tit kunnu byrja við at seta tykkum í samband við
heilsusystrina í skúlanum ella flokslærara tykkara. Tað
eru fleiri felagsskapir, sum bjóða hjálp til avvarðandi
hjá alkaholikarum, eisini til børn og ung. Tit kunnu fara
sjálvi, ella kanska tit fáa mammu tykkara við eisini. Her
eru nøkur leinki til stovnar og felagsskapir: Blái Krossur
www.blakross.fo, Anonymir Alkoholikarar www.
alanon.dk og Barnaverndarstova Føroya www.bvs.fo.
Eisini eru nakrar heimasíður, har til ber at leita sær ráð
www.eg.fo og www.hope.dk.
Góðu tit. Lovið mær, at tit leita tykkum hjálp sum
skjótast. Har eru nógv, sum eru klár at taka ímóti
tykkum.
Góða eydnu við øllum.
v. rigmor
______________________________________________
Vónbrotin av
systkinabarninum
Góða Rigmor
Eitt syskinnabarn mítt skal giftast í summar. Hon og
komandi maðurin hava bjóðað umleið 100 gestum. Men
vit systkinabørn og makar eru ikki boðin við. Tá eg og
maðurin giftust fyri nøkrum árum síðani, vóru hon og
komandi maðurin millum okkara 150 gestir. Nú eri eg
altso eitt sindur súr inn á hana, tí hví skal hon akkurát
halda okkum syskinnabørnum úti, tá hon sjálv hevur
verið boðin við til brúdleypini hjá systkinabørnunum í
familjuni? Hvat heldur tú eg skal gera?
Heilsan hin skuffaða
Góða skuffaða
Sjálv havi eg tað prinsipp ongantíð at leggja meg út
í hvønn ella hvussu fólk bjóða í veitslu. Næstan øll
noyðast at seta markið onkrastaðni – helst mest av
fíggjarligum orsøkum, og ikki tí tey ikki ynskja at síggja
fólk. Send tú brúðarparinum eina pena heilsu á stóra
degnum. Tú missir onki av at vísa stórsinni.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Hetta er sjálvsagt skeivt. Forkláring kemur seinni. Tað var
eitt undarligt upplivilsi at hoyra útvarpið ein leygarmorgun
í fjør.
Evnið var svimjing, og tey flestu, sum høvdu orðið, vóru
børn. »Hvussu ofta venja tit?« spurdi útvarpið. »Vit trena
hvønn dag«, svaraði barnið.
Og soleiðis alla tíðina. Hør den uskyldiges røst. Børn ini
brúktu konsekvent ‘trena’, sum er tað rætta, og lands stovn
urin brúkti hvørja ferð ‘venja’, sum er ein grovur grammat
iskur feilur, tí ‘venja’ er transitivt, ávirkandi, tekur ávirki.
Ilt er at venja gamlan hund uppi at sita.
Tað ber til at hyggja at onkrum øðrum orði. Vit kunnu
taka greipuna bróta/brotna. At bróta er transitivt. Tað ber
til at bróta beinið, rútin, fløskuna. Og í yvirførdum týdningi
kunnu vit bróta nasar. Hitt orðið, brotna, er intransitivt,
tekur ikki ávirki: árin brotnaði, tonnin brotnaði. Tað sama
er við slíta/slitna: Løgmaður sleit samarbeiðið; samgongan
slitnaði.
Tað, sum vit uppliva í fjølmiðlum, er harður ágangur
á før oyska grammatikk. Tað sigur nakað um tað skeiklaða
málfølilsið, at fólk ikki hoyra, at tað er skeivt at siga: Vit
venja hvønn dag. Taka vit eitt annað orð, so munnu tey
flestu hoyra munin. Tað kann ikki eita: Miðlafólkini brotna
mál regl ur nar; tað eitur: Tey bróta tær.
(MT)
tey brotna málið
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð