Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 5 · 8. januar 2010 14 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Ummæli inna törnroos inna@sosialurin.fo Skýmings bøkurnar eru ungdóms­ bøkur. Eg eri 38 ár, og tí eini 20 ár ov gomul at lesa hesa bók. Hóast tað so verði eg trøllabundin av henni. Forboðin kærleiki er altið áhuga verdur at lesa um, og hátt­ ur in sum vampýrurin Edward og systkin hansara verða lýst, er sera for vitnisligur. Bókin er heilar 527 síður. Tað er ikki fyrrenn á teimum seinastu 200 síðunum, at tann verðuligi spenn­ ingurin tekur seg upp. Fyrstu 300 síðurnar lýsa hvussu Bella og Edward hittast og læra hvønn ann an at kenna. Fyri meg var hetta heldur langdrigið og stund um óinteressant umaftur og um aftur lesa um vakurleikan hjá Edward, kloss utu Bellu og tímarnar í skúl anum. Men eg eri sum sagt ikki rættu liga rættur málbólkur. At bókin er skrivað av einum ameri kanskum høvunda, Stephenie Meyer, merkist væl. Amerkanska skúla umhvørvið kennist aftur frá filmum og sjónvarpssendingum sum 90210 Beverly Hills, og kyns­ roll urnar eru stoyptar í sement. Hóast at bókin osar av sex, so verð­ ur onki gjørt, og tá tað verður um­ talað, er tað innan hjúnarband. Vampýrar eru lokkandi, eftirsum teir líkjast okkum menniskjum, men eru samstundis vandamiklir. Í hesi bókini eru flestu vampýrar á góðu síðuni og liva av djórablóði ístaðin fyri menniskjablóði. Tostin eftir menniskjablóði er tó sjálvandi til staðar og skapar spenning. Gentan Bella er løtt hjá flestu ungu gentum at kenna seg aftur í. Hon er ósikkur, illsint, bleik og kloss ut, men hóast hetta verða nógv ir dreingir áhugaðir í henni. Bók in er skrivað úr hennara sjónar­ horni. Hevði eg verið lærari í fram­ haldsdeildini í føroysku skúlunum, hevði eg avgjørt latið næmingarnar lisið hesa bók. Hóast hon kann tykj­ ast sera tjúkk, er hon løtt at lesa, og tað, at Hollywood­filmur er gjørdur um hana, ger óivað ikki áhugan hjá ung um minni. Blóðdryppandi kærleikssøga lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Andrea Reynstind Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 1 høsnarungi 1 tsk av frískum hakkaðum ingifer 4 tsk av karry 3 fet av hvítleyki 2 leykir 1 tern av høsnarungabuljong 100-130 g kokosnøtamjólk (í blokki) 0,5 dós av ananasbitum og saftin av uml. 0,5 dós 3 gularøtir 3 eplir pipar og salt ketchup Filipinskur høsnarungi Brasa hvítleyk, leyk, ingifer í olju. Koyr karry í, og lat alt hetta svitsa eina løtu. Sker høsnarungan í fýra bitar, og reinsa hann væl. Koyr síðani høsnarungan í grýtuna og lat simra eina løtu í blandingini. Síðani koyrir tú høsnarunga-buljong í, og uml. 0,5 l av vatni. Somuleiðis koyrir tú ananas-saftina,ananas-bitarnar og ketchupi í. Flys eplini og gularøturnar og sker tey sundur í bitar. Koyr tey í saman við høsnarunganum. Lat kóka í uml. 45 min. ella til høsnarungin er leysur av beinunum. Smakka rættin til við salti og pipari. Et rís afturvið Fyrsta bókin í heimskendu »twilight-røðini« er nú týdd til Føroyskt og hevur Fingið heitið »skýMing«. bøkurnar um kærleikan millum gentuna bellu og vaMpýrin edward eru Farnar sum eldur um allan heimin og verða nú samanbornar við bøkurnar um harry Potter. Fyrsta bókin í Twilight-røðini, kom út í 2005 og er filmur eisini gjørdur um hana. Bókin er týdd til 20 ymisk mál.