fríggjadagur 8. januar 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 8. januar 2010
Dystir um
vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
10/01 14.30 StÍF-VÍF
10/01 14.30 Neistin-VB
10/01 15.00 Tjaldur-Stjørnan
Atlantic Airways-kappingin
10/01 16.00 StÍF-VÍF
10/01 16.00 KÍF-Kyndil
10/01 16.00 Neistin-H71
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
09/01 12.30 Mjølnir-TB
10/01 14.00 ÍF-KÍF
10/01 15.00 SÍ-Dráttur
Eik-ligan, menn
10/01 15.00 Fleyr-Mjølnir
Tvørákvinnur skulu í Eik-
ligu ni hjá kvinnum royna
at verja annaðplássið, tá
tær í morgin fara til Klaks-
víkar. Sunnudagin verð ur
grannauppgerð í Vág um
millum SÍ og Drátt, og tá
verður eisini gamli mans-
klassi karin millum Fleyr og
Mjølnir
Kvinnukappingin sær út til at gera
al samt meira spennandi, og nú trý
um før eru eftir, áðrenn stigini verða
býtt í helvt, royna serliga tey næst-
fremstu at staðfesta sína støðu, so
tey fáa sum mest við sær.
Eitt sindur óvæntað eru tað
kvinn ur nar hjá TB, ið liggja á øðrum
plássi, men tó við sama stigatali sum
Mjølnir og Fleyr, og tvey stig framm-
an fyri Drátt. TB skal á útivølli møta
Mjølnir, ið óivað vil gera alt fyri at
vin na annaðplássið aftur, so nú
slepp ur TB veruliga at standa sína
roynd.
Hóast oddaliðið SÍ er heili seks
stig framman fyri tey næstu, er lítið
at ivast í, at dysturin ímóti Drátti
sunnu dagin fer at hava alt tað, sum
ein sonn Vágaupgerð skal hava –
ikki minst, nú Dráttur tykist hava tik-
ið seg væl fram í síðstuni.
Triði kvinnudysturin verður mill-
um botnliðini bæði sunnudagin, tá
ÍF á Kambsdali tekur ímóti KÍF. Vinn-
ur ÍF, sleppur liðið fýra stig frá unga
KÍF- liðnum, sum enn einki stig hev-
ur vunnið.
Mansklassikari
Í Eik-liguni hjá monnum er bara ein
dystur um vikuskiftið, men afturfyri
er talan um ein gamlan klassikara í
før oyskum
mansflogbólti.
Hann
verð ur sunnudagin í Havn, tá Fleyr
tek ur ímóti Mjølnir.
Hjá monnunum eru stigini longu
býtt í helvt, og her ræður um hjá
Fleyr at gera ein vørr, skal Mjølnir
ikki beinanvegin stinga av frá hin-
um liðunum. Mjølnir er undan dysti-
num trý stig framman fyri SÍ og
Fleyr, sum kappast um at møta
klaks vík ingunum í FM-finalunum.
Hin dysturin hetta umfarið verður
ikki fyrr enn mikukvøldið, tá SÍ í Sør-
vági tekur ímóti ÍF.
Eftir at kvinnurnar eru
tjóv start aðar við tveimum
dyst um í vikuni, fer allur
hond bólturin í gongd aftur
sunnu dagin, tá seks dystir
eru á skránni í Sunset- og
Atlantic Airways-kapp ing-
unum
Nú fyrsta fulla umfarið eftir jól og
nýggjár verður spælt hjá kvinnu-
num, hava fýra av liðunum longu
ver ið í gongd. Týskvøldið vann
Stjørn an greitt á StÍF og miku-
kvøldið vann VÍF eitt sindur óvænt-
að á Neistanum. VB og Tjaldur spæla
ikki sín dyst í tí umfarinum fyrr enn
mitt í næsta mánaði.
Í vikuni hevur nógv fokus verið á
dystinum millum Tjaldur og Stjørn-
una, sum Tjaldri vildi hava fluttan. Í
skrivandi løtu bendir tó alt á, at
dysturin verður sunnudagin, sum
upp runaliga ætlað. Síðstu tríggjar
ferð ir nar, liðini hava spælt, hevur
Stjørn an vunnið, og nú Tjaldur ikki
hev ur allar spælararnar tøkar, er
Stjørn an favorittur at vinna fjórðu
ferð við.
Á heimavølli skal Neistin royna at
reisa seg ímóti VB, ið vil hava stig, so
liðið ikki dettur ov langt aftur um
VÍF, sum á útivølli skal royna seg
ímóti StÍF, ið somuleiðis vil vísa, at
lið ið er betur enn avsmurningurin
ímóti Stjørnuni.
Neistin fer avstað
Hjá
monnunum
koyrir
Neistin
av stað við fullari ferð, og hóast tað
eru føroyameistararnir, ið vitja hesa
ferð, eru teir bláu enn eina ferð
favorittar. Liðini møttust eisini í
hálv finalunum í steypakappingini,
og tá vann Neistin so nógv í heima-
dystinum, at ikki var neyðugt at
skræða seg sundur uppi í Hoyvík, tá
H71 vann.
Á Skála tekur StÍF ímóti VÍF, og her
stendur eitt sindur upp á spæl, tí nú
eru vestmenningar bara tvey stig
aftan fyri strandingar. Í Kollafirði
møtast KÍF og Kyndil, og her spyrst,
um Kyndil skal takast í álvara sum
finalu biðil, ella um KÍF enn eina ferð
ger okkurt óvæntað.
TB skal verja finalustøðuna
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Fult hondbóltsumfar
Tjaldur-Stjørnan
Stjørnan hevur vunnið
tríggjar ferðir á
rað, og móti einum
skerdum Tjaldurs-liði
eru tær favorittar til
dystin, sum hóast alt
rokið verður spældur
sunnudagin