Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 5 - 8. januar 2010 viðmerkingar Nú, 6. januar er Jan Høj­ gaard aftur frammi í Sosial inum, grovari enn nakrantíð, og sum vanligt er trúvirði hansara á sera lágum støði. Hetta eru sum vanligt ósannindi, snaringar og manipula­ tiónir, sum skulu upphevja hann og seta niður á okkum aðrar í nevndini, í umdømi fiskimanna. Hann tosar eitt nú um rættarmál. Tað hava verið tvey rættarmál, eitt er tapt og hitt er endað við semju. Hetta seinna málið endaði eisini við, at somu menn mistu kjansin og harvið eisini stórar inntøkur. Hes­ um hevði verið sloppið undan, um tað tá hevði verið lurtað eftir okkum og sakførara felagsins, sum longu tá mælti til semju. Sum fyrsta uppskot var eitt tal upp á 750.000 kr. á borðinum sama dag, og hevði tað verið eitt frálíkt útgangsstøði hjá okkum at forhandla útfrá. Men nei, her segði okkara formaður »alt ella onki«. Sum øll vita endaðu vit við eini semju upp á 800.000 kr., og við teimum fylgjum hetta hevði fyri manning­ ina, umframt sakførara­ kostnaðin, ið felagið var noytt at gjalda, og aðrar útreiðslur, ið stóðust av hesum máli, er lítið at ivast í, at hetta ikki eigur at verða ein fjøður í hattinum hjá formanninum. Tá Jan Højgaard í sínum brævi sigur, at vit einans eru komnir við uppskotum, ið hava til endamáls at lækka hýruprosentið hjá okkara limum, má hetta harðliga afturvísast. Tað einasta vit kenna til hetta, er, at vit vóru við til at leingja fyribilssáttmálan við næstsíðsta Næraberg. Tann sáttmálin var gjørdur av Jan Højgaard, og ætlaður at galda í eitt ár, og ljóðaði hann upp á 17,5%. Vit vildu saman við Jan Højgaard leingja hann sáttmálaskeiðið út, men eftir tveimum mánaðum var Næraberg seldur, og fór tann sáttmálin tí úr gildi tá. Ikki er óvanligt, at for­ maðurin leggur nevndar­ fundirnar til rættis so at ávísir limir ikki fáa møtt. M. a. varð hetta gjørt, tá ALKA málið var fyri. Eitt annað, vit eru sera ónøgdir við, er at hann fyrst í oktober var í miðl­ unum og boðaði frá, at ein samd nevnd hevði koyrt ávísar menn úr felagnum. Sannleikin er tann, at málið hevði als ikki verið fyri á nevndarfundi, sum tað sambært viðtøkunum átti at vera. Nevndin samtykti seinni at ógilda hesa fráboðan, men tann ógildiga fráboðanin er enn at finna á heimasíðu felagsins. Við seinastu samráðingar hevði Fiskimannafelagið ein langan lista við krøvum til reiðarafelagið, men samstundis sum hann legði tey fram, tók hann megin­ partin av teimum aftur. »Hetta er ikki ikki eitt absolut krav« ella »hetta skulu tit ikki taka fyri fult« vóru nakrar av útsøgnunum hjá formanninum undir framløgunum av okkara krøvum. Vit, sum hava rættiliga nógvar royndir í samráðingarhøpi, sótu bara púra býttir og undraðust á hendan hátt at samráðast. Tað var í øllum førum ikki avtalað. Hetta má eisini sigast at vera sera ópro­ fessionelt, og kemur uttan iva at koma okkum aftur um brekkur í einum kom­ andi samráðingum. Tá ein situr sum leiðari, má uppgávan vera at samansjóða teir menn, tú til eina og hvørja tíð hevur undir tær, og sigast má at tey evnini hevur Jan Højgaard ikki, tíverri. Til seinast kundi verið hóskiligt at spurt Jan Højgaard, hví hann ikki førir valstríð móti Henrik Old og kemur fram við onkrum ætlanum fyri framtíðina, heldur enn at provokera sínar egnu nevndarlimir. Fríðrik SivertSen Tá tað gongur væl, fær skiparin heiðurin – Tá illa gongst fær manningin skuldina karl iSakSen eyðun JohanneSen Vónandi er tað nú vorðið legalt hjá javnaðarfólkum at hugsa og siga, sum er: Tað er føroyski lima skap­ urin í Ríkisfelagsskapinum, sum ger, at innistandandi hjá føroyingum í føroysk­ um bankum stendur trygt. Formaður floksins tykist hava gjørt eina gleðiliga kúvending. Endiliga sá Javnaðar­ flokkurin ljósið! Tað, sum øll skilafólk vistu – eisini tey í Javnaðarflokkinum – er nú loksins vorðið stovu­ reint í leiðslu Javnaðar­ floksins. Danska fíggjareftirlitið veitir tryggleika Tað má vera niðurstøðan eftir eitt innslag í Út varp­ inum á døgurða mikudagin 6. januar. Har varð landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, spurd­ ur um ymiskt í sam bandi við innskjótaratrygdina í føroysku peningastovn­ unum. Essensurin av tí, sum Jóannes Eidesgaard segði, var, at ongin føroyingur skal stúra fyri pengum sínum, sum standa í før­ oyskum peningastovnum, tí fíggjareftirlitið og fíggjarmálaráðið í felag arbeiða við at tryggja, at innskjótaratrygdin í Før­ oyum verður eins góð og í Danmark eftir 1. oktober, tá Bankapakki I fer úr gildi. Við øðrum orðum: Takið tað róligt føroyingar, tí saman við danska fíggjar­ eftirlitinum verður syrgt fyri, at danska innskjót­ aratrygdin verður fult út sett í gildi her hjá okkum. Hetta var boðskapurin. Púra rætt Nú skal eg sjálvandi skunda mær at geva lands­ stýrismanninum í fíggjar­ málum púra rætt: Inni­ standandi hjá føroyingum í føroyskum bankum stendur trygt. Orsøkin er, at Føroyar eru partur av danska fíggjarsektorinum, eru undir donskum fíggjar­ eftirliti og eru við í donsku bankapakkunum. Tí kunnu tey, sum hava pengar standandi í føroysk­ um bankum ella spari­ kassum, sova trygt hvørja nátt. Pengarnir hvørva ikki, sjálvt um bankarnir í allar ringasta føri skuldu farið á húsagang. Áhugaverd kúvending Tað áhugaverda í hesum máli er, at tað er Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sum førir sjónarmiðið fram. Fyri umleið hálvum øðrum ári síðani hevði formaðurin í Javnaðar­ flokkinum nevniliga eitt heilt annað sjónarmið. Tá stóð Jóannes Eides­ gaard, táverandi løgmaður, saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum og billaði fólki inn, at tað var skilagott at taka Føroyar burtur úr danska fíggjar­ sektorinum, yvirtaka fíggjarøkið og stovnseta eitt føroyskt fíggjareftirlit. Øll fakfólk og skilafólk ávaraðu av góðum grund­ um ímóti hesi vandamiklu ætlan. Eitt føroyskt fíggjar­ eftirlit hevði nevniliga havt eitt avmarkað trúvirði, og tað hevði verið skroypi­ ligari enn hitt íslendska, sum í fíggjarkreppuni hevur spælt fullkomiliga fallit. Kortini vildu táverandi løgmaður úr Javnaðar­ flokk inum saman við Tjóð­ veldinum og Miðflokk­ inum ikki lurta. Teir vaknaðu tó við kaldan dreym í september 2008. Tá fullu bankar um allan heim sum domino­ brikkar, og fíggjarkreppan gjørdist veruleiki. Vit eiga at minnast for­ tíðina, hóast hon ikki er so langt síðani. Íslendskir tilstandir Onki eigur heldur at forða okkum í at hugsa, hvat hevði hent í Føroyum, um vit ikki vóru við í tryggu donsku skipanunum, sum í dag veita okkum rímiligan stabilitet, hóast fíggjar­ kreppan framvegis leikar í kring allan knøttin. Hvat hevði hent, um Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Karsten Hansen høvdu trýst garrvillu yvir­ tøkuna av fíggjarøkinum og fíggjareftirlitinum igjøgnum? Tað stutta av tí langa er, at so høvdu vit nú havt íslendskar tilstandir í Føroyum. Júst í hesum døgum berjast okkara frændir í Íslandi við eina kreppu, sum er nógv djúpari enn nakað, ið áður er sæð her um okkara leiðir. Ein stór orsøk er, at teirra íslendska fíggjar­ eftirlit var ov veikt, tá íslendsku bankavíkingarnir tóku lán og søplaðu milli­ ardirnar burtur í vakstrar­ rúsinum, ið ráddi. Úrslitið er, at íslendska tjóðin – glæsiliga fyri­ myndin hjá loysingar­ flokkunum í Føroyum – er sokkin í knæ. Hetta er tíverri veruleikin, og vit harmast øll. Men samstundis skulu vit prísa okkum lukkulig fyri, at tað ikki eru vit og okkara børn, sum standa í búskaparligu sugguni. Tillukku við kúvendingini Nú er sum nevnt vent í holuni hjá Eidesgaard, og tað er at fegnast um. Vónandi er tað nú vorðið púra legalt hjá javnaðar­ fólkum at hugsa og siga sum er: Tað er føroyski limaskapurin í Ríkisfelags­ skapinum, sum ger, at innistandandi hjá føroy­ ingum í føroyskum bankum stendur trygt. Vóru Føroyar ikki við í Ríkisfelagsskapinum, so vóru Føroyar heldur ikki partur av danska fíggjar­ kervinum, ikki undir eftir­ liti av danska fíggjar­ eftirlitinum og heldur ikki við í donsku bankapakk­ unum. So einfalt er tað. Tillukku við kúvendingini. Vónandi er hon varandi. Tillukku við kúvendingini løgtings- og fólka- tings maður edmund JoenSen Tvær kunngerðir eru júst nú til hoyringar. Hoyr ings­ freistin er 14. januar og gildiskoman 1. februar! Innihaldið er aftur ein útreiðsla hjá pensjonist un­ um. Á hesum sinni snýr tað seg um, at pensjonistar sum hava heimahjálp fyri neyðini skulu rinda lutvís fyri heimahjálpina. Tað fer at merkjast hjá øllum pesjonistum, sum fáa sam­ haldsafasta ella annars hava inntøku umframt pensjónina. Broytingar seinastu vikurnar Greinin verður drúgv, um allir sosialpolitisku skeiv­ leikarnir sum framdir eru á m.a.eldraøkinum undir sitandi ABCsamgongu skulu nevnast. Vil tó stutt nevna teir, sum eru framdir seinastu vikurnar: 1. Samgongan samtykti at hækka egingjaldið hjá búfólkum á stovni – úr 10 upp í 30 % av inn­ tøku út yvir pensjónina. Endamálið segðist vera at minka almennu út ­ reiðslurnar til eldraøkið. Má nevna, at andstøðan mælti til í staðin at tryggja øllum pensjón­ istum á sambýlum, bústovnum, ellis­ og røktarheimum pensjón – eins og Landsfelag Pensjonista og Nær­ verkið mæltu til. Á tann hátt kundu øll rindað fyri uppihald sítt og tað hevði verið munandi meiri virðiligt enn í dag, tá mong bert fáa lumma­ pening, men onga pen­ sjón. At øll fingu pen­ sjón og rindaðu fyri uppi hald sítt hevði verið meiri virðiligt. 2. Eisini samtykti sam­ gong an, at sjúk millum 67 og 70 ár nú hava mist rættin til sjúkradag­ pening, um tey fáa pensjón. Her atkvøddi andstøðan sjálvsagt eisini ímóti. Vit halda ikki, at takast skal frá sjúkum fólki. Vit hvørki skilja ella taka undir við førda sosialpolitikkinum 3. Harumframt bleiv slái­ maskinan nýtt at minka útreiðslurnar á almanna­ økinum við 0,75% á fíggjarlógini. Tjóðveldi tekur frástøðu Nú eru so hesar báðar kunngerðirnar til hoyr­ ingar. Tjóðveldi tekur ikki undir við kunngerðunum – og tað undrar okkum stór­ liga, at samgongan áhald­ andi kemur við broytingum á eldraøkinum, samstundis sum allir flokkar royna at koma ásamt um eina nýggja pensjónsskipan. Hóast vit ikki eru komin á mál við samráðingunum við partarnar á arbeiðs­ marknaðinum er greitt, at Bergtóra høgnadóttir JoenSen Áhaldandi herferð móti pensionistum Framhald á næstu síðu