fríggjadagur 8. januar 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2010
35
Búskapurin er framvegis
illa fyri, og fá tekin eru um
batar komandi árið. Fíggj
ar lógin fyri 2010 átti at
tikið hædd fyri búskapar
ligu støðuni, men í staðin
fyri at loysa trupul leik
arnar, ger hon teir verri.
Fíggjarlógin gongur beint
móti allari fakligari tilráð
ing. Tí var tað ein van
lukka, at hon varð atkvødd
ígjøgnum
Vit eru í einum tíðar
skeiði, har heimsbúskap
urin er merktur av óvanliga
stórari óvissu. Vit eru júst
komin ígjøgnum ringastu
fíggjarkreppuna síðan
seinna heimsbardaga.
Krepp an er so ring, at hon
einans kann samanberast
við húsabløðruna í Japan,
sum brast í 1991 og sum
Japan enn ikki er komið
burturúr – og so stóru
depressiónina frá
1930’unum.
Hóast fíggjarkreppan er
um at vera av, seta búskap
arfrøðingar sær nógvar
spurningar um, hvat
framtíðin hevur at bjóða.
Er fíggjarkreppan veruliga
av, ella var hetta einans
fyrsti partur? Er hugsandi,
at vit fáa enn eina kreppu
um einans heilt fá ár?
Vit mugu jú minnast til,
at fíggjarkreppan lutvíst er
komin sum úrslit av. at
stjórnirnar prentaðu nógv
an pening, og at markn
aðurin næstan druknaði í
peningaríkiligheit. Loysnin
á kreppuni hevur verið at
prenta enn meiri pening.
Er tað veruliga nøkur
loysn, ella er tað upp skrift
in til eina kreppu afturat?
Búskaparkreppan er als
ikki av
Eitt eru búskaparfrøðingar
tó rættiliga samdir um,
nevniliga at búskapar
kreppan, sum kom av
fíggjarkreppuni, er als ikki
av. Hon er einans í byrj
unar fasuni.
Rættiliga stórur munur
er á eini fíggjarkreppu og
eini búskaparkreppu.
Ein fíggjarkreppa er
avmarkað til fíggjar markn
aðin, tvs. peningastovnar,
kredittfeløg, parta bræva
marknaðirnar o.s.fr. Hetta
eru stovnar og marknaðir,
sum vanlig fólk ikki hava
nógv við at gera.
Tá fíggjarkreppan breiðir
seg til eisini at gerast ein
búskaparkreppa, hevur hon
ávirkan á sjálvan real
búskap in – tvs. framleiðsl
una, inntøkuna, íløgurnar,
nýtsluna og arbeiðsloysið.
Her merkja vanlig fólk
munandi meiri til krepp
una, tí tá minka inntøk
urnar og arbeiðsloysið
veksur.
Her er tað, at búskapar
frøð ingar eru rættiliga
samdir um, at árinið á
búskapin ikki er av, m.a.
við teirri avleiðing, at
arbeiðsloysið fer at vaksa
munandi komandi árini, og
at rúm tíð gongur, áðrenn
vit aftur hava “business as
usual”.
Oljuprísurin hækkar
aftur
Eitt annað, ið stór semja er
um, er, at tá vit aftur
nærkast vanligum tíðum,
fer oljuprísurin at hækka
aftur.
Vit hava longu sæð, at
hann nærkast 80 dollarum
fyri fatið nú um ársskiftið,
hóast heimsbúskapurin enn
ikki er komin úr kreppuni.
At oljuprísurin hækkar
so nógv, hóast talan er um
krepputíð, er ikki góð
tíðindi fyri okkum. Føroyar
er eitt samfelag, har stórt
sæð øll vælferðin er bygd á
oljuna. Uttan rímiliga
bíliga olju verður sera
trup ult at varðveita núver
andi vælferðarstigið, og
ógjørligt verður at tosa um
hækkandi vælferð í kom
andi árum.
Tí mugu vit burtur frá
oljuni og yvir til aðrar
orkukeldur alla staðni, har
tað ber til.
Besta loysnin fyri húsar
haldini er at bjálva húsini
betur. Allar kanningar vísa,
at har fær man mest fyri
pengarnar. Tí eru ráðini:
Bjálvið fyrst og farið síðan
og hugsið um alternativar
orkukeldur.
Hallið á fíggjarlógini má
minkast
Landskassin hevur kom
andi ár eitt hall, sum fer at
tátta í milliardina. Sam
stundis leggur førdi
fíggjar politikkurin upp til,
at hallið komandi árini ikki
skal verða minni.
Hetta er ikki haldførur
fíggjarpolitikkur. Í veru
leikanum er talan um, at
vit lána pening fyri at
fíggja raksturin av sam
felagnum. Øll munnu vita,
at hetta gongur ikki í
longd ini.
Tá útreiðslurnar hjá
landskassanum eru størri
enn inntøkugrundarlagið
loyvir, verður tað rópt
bygnaðarligt hall. Hetta
skal síggjast í mun til eitt
vanligt konjunkturelt hall,
sum t.d. kann stava frá
einum ringum inntøkuárið
við lágum fiskaprísi ella
sjúku í alivinnuni. Tá
viðurskiftini gerast vanlig
aftur, tvs. fiskaprísurin
hækkaður ella sjúkan
burtur, fer konjunkturella
hallið á fíggjarlógini somu
leiðis burtur og alt er í lagi.
Soleiðis er ikki við
bygnaðarligum halli.
Eitt bygnaðarligt hall er
munandi verri at fáa burtur
aftur, tí tað er komið av, at
vit hava hækkað okkara
almennu útreiðslur upp um
tað, sum okkara vinnulív
klárar at bera. Einasta
loysnin er at broyta sam
felagsbygnaðin við færri
útreiðslum, ella at seta
skattatrýstið upp. Vit hava
frammanundan millum
hægstu skattatrýst í heim
inum, so í veruleikanum
má størsti parturin finnast í
almennum sparingum.
Bygnaðarbroytingar
mugu í fokus
Semja er um, at stórar
broytingar mugu til kom
andi árini. Búskaparráðið
er júst komið við síni
frágreiðing fyri heystið
2010 og sigur soleiðis:
“Týðandi partar av hall
inum hjá tí almenna árini
2008–2010 eru bygnað ar
ligir, og standast sostatt
meiri av skeivum fíggjar
politikki undanfarin ár enn
av konjunkturniðurgongd í
búskapinum. Tiltøk, ið
verða sett í verk næstu
árini til tess at bøta um
bygnaðarligar skeivleikar í
inntøku og útreiðslu
politikkinum hjá tí
almenna, nýtast tó ikki at
hava sum endamál at fáa
alt hallið hjá tí almenna at
hvørva. Ein partur av
hallinum hvørvur av sær
sjálvum, tá ið meiri ferð
kemur aftur á búskapin og
nýtsluna. Tískil eiga
tiltøkini at vera stílað eftir
bygnaðarliga partinum av
hallinum.”
Onnur lond hava eisini
líknandi trupulleikar, m.a.
Danmark. Har koma ávar
ingarnar frá Det Økonom
iske Råd:
“Den nye overvismand,
økonomiprofessor Hans
Jørgen WhittaJacobsen
siger, at indtægter og
udgifter ganske enkelt ikke
hænger sammen på sigt
uden nye vidtgående
reformer. Udgifterne er for
store, så finanspolitiken er
ikke holdbar, og der er
ikke styr på gældsud
viklingen.”
Tað, at onnur lond hava
líknandi trupulleikar, eigur
ikki á nakran hátt at verða
nýtt sum undanførsla fyri
einki at gera við okkara
egnu trupulleikar. Tvørtur
ímóti kunnu vit møguliga
brúka av loysnunum, sum
hini londini finna fram.
Týðandi politiskar
avgerðir skulu til
Búskaparstøðan í landinum
hevur við sær kravboð um
sterkar politiskar avgerðir,
sum kunnu verða við til at
flyta okkum framá og
førka okkum burtur úr
búskaparliga fallinum, vit
eru á veg inn í.
Tað nyttar einki at lata
standa til og halda fram at
reka politikkin frá undan
farnum árum. Tað er jú
hesin politikkur, ið hevur
ført okkum í støðuna, vit
eru í.
Tí má politikkurin leggj
ast um, so vit loysa avbjóð
ingarnar fyri framman, og
tær eru ikki so fáar:
1. Almennu útreiðslurnar
mugu minkast.
2. Byggivinnan má stimbr
ast við almennum
byggivirksemi.
3. Bygnaðarbroytinar
mugu fremjast, so
samfelagið gerst bíligari
at reka.
4. Skil má fáast á fiski
vinnuna, soleiðis at hon
kann geva eitt munagott
avkast.
5. Oljan skal skiftast út við
aðra orkukeldur.
Hetta er bara fyri at nevna
nakrar av avbjóðingunum,
sum hava størstan týdning
at fáa loyst í stundini.
Fíggjarlógin kann ikki
loysa allar trupulleikarnar,
men hon eigur at vísa
vegin og leggja røttu
kósina.
Fíggjarlógin loysir ongar
trupulleikar, men ger teir
verri
Fíggjarlógin fyri 2010
loysir tó ongar trupulleikar
– heldur ger hon teir verri.
Almennu útreiðslurnar
áttu at verið minkaðar,
men í staðin økir fíggjar
lógin almenna raksturin
munandi. Hetta er ein
sannroynd, sjálvt um vit
velja at trúgva, at plenu
klipparametodan fer at
eydnast – sum er sera
ivasamt., eftir sum vit hava
sera ringar royndir at tí í
undanfarnum árum.
Almennu ílløgurnar áttu
at verið øktar fyri at
stimbra byggivrksemið,
men tær eru í staðin skorn
ar niður í botn. Tvs. í
staðin fyri at stimbra
búskapin, leggur fíggjar
lógin upp til at køla
búskapin.
Ongar bygnaðarbroyt
ingar eru framdar, sjálvt
um sagt bleiv aftur og
aftur, at tær skuldu fremj
ast í sambandi við fíggjar
lógina.
Tað, sum frammanundan
var avsett til at bjálva
almennar bygningar og
finna aðrar orkukeldur, er
minkað munandi. Harvið
eru allar royndir at koma
burtur frá oljuni steðgaðar,
ella í øllum førum mink
aðar.
Stutt sagt kann sigast, at
fíggjarlógin gongur beint
móti øllum fakligum
tilráðingum.
Kundi ikki atkvøða fyri
Allar fakligar tilráðingar
søgdu, at rættast var at
minka um raksturin og
hækka íløgurnar. Hetta var
eisini tað, sum var samtykt
í Ólavssøkupakkanum í
august mánaða og sum
varð staðfest ferð eftir ferð
í almenninginum. “Karm
arnir skulu haldast!” var
mantraið.
Tá fíggjarlógin kom í
Tingið, helt man seg eisini
til hesa tilráðing. Tað var
ikki fyrr enn seint í
desember, at øll faklig atlit
vórðu slept, gjørt varð
beint ímóti fakligu til ráð
ingunum.
Heldur enn at minka
raksturin og hækka íløg
urnar, varð raksturin
hækkaður og íløgurnar
minkaðar.
Samstundis vórðu allar
bygnaðarbroytingarnar
útsettar til eftir nýggjár –
av tí sama er nú meiri
ivasamt um bygnaðarbroy
tingarnar yvirhøvur verða
framdar.
Sjálvsagt kundi eg ikki
atkvøða fyri nøkrum, sum í
so stóran mun gekk móti
míni sannføring. Stýris
skipanarlógin áleggur
tingfólki at atkvøða sam
bært síni sannføring og
ongum øðrum.
Tí lysti meg at frætt,
hvussu tey, sum atkvøddu
fyri fíggjarlógini, kunnu
rættvísgera, at tey
atkvøddu sum tey gjørdu.
Vóru tey veruliga sannførd
um, at hetta var ein nøkt
andi fíggjarlóg?
Ein heilsan til
Jan Højgaard
Góði Jan
Eg vil takka tær fyri virksemi títt tey seinastu trý
árini og fegnist um alt, sum tú hevur fingið av skafti.
Eg veit, at tað eru fleiri, sum royna at tileinkisgera
avrik tíni, men eitt skalt tú vita, at vit fiskimenn eru
sera fegnir um kósina tú hevur sett.
Jú víst eru nógv góð ting hend, Fiskimannafelagið
førir nógvar sakir, sum tit vinna, og ikki minst, so
hevur fiskimannafelagið verið við til at fáa Samtak
eitt samstarv millum fiskimenn og tímalønt
arbeiðsfólk upp at koyra.
Um tað eru menn í nevndini, ið eru ónøgdir, so áttu
hesir at lagt frá sær heldur enn skapa split í felagið.
Mín áheitan er at standa saman um Jan Højgaard
sum formann.
gamal fiskimaður
Hanus Hammer
Fíggjarlógin er ímóti allari fakligari tilráðing
tinglimur
magni
Laksáfoss
ein partur av uppskotinum
snýr seg um at minka
grundarupphæddina og
ístaðin hækka viðbótina. Tí
er sera óheppið, at sam
gongan støðugt nartlar av
og niðurgerð tey eldru,
heldur enn at nýta orkuna
til fyrst at semjast um eina
pesnjónsnýskipan.
Ørkymlandi hjá verandi
og komandi pensjónistum
Skilji væl, at verandi og
komandi pensjonistar
gerast ørkymlað og ótrygg
við framferðarháttin hjá
sitandi samgongu. Nógvar
ymiskar útmeldingar eru,
umframt brádlig inntriv í
inntøkur og útreiðslur hjá
teimum – broytingar sum
ongantíð eru pensjonist
unum til fyrimuns. Broyt
ingarnar eru at kalla hvørja
ferð framdar uttan nakra
tillagingartíð ella møgu
leika fyri at umskipa
fíggjar støðuna. Slíkt kann
ikki annað enn gera fólk
stúrin.
Er nakar sosial
politikkur?
Tjóðveldi mælir frá at
skapa broytingar á eldra
økinum fyrr enn pensjóns
nýskipanin er veruleiki, og
vit vita, hvørja ávirkan hon
fær á gerandisdagin og
lívsdygdina hjá pensjon
istunum. Eisini finnast vit
hvassliga at áhaldandi
framferðarháttinum hjá
ABCsamgonguni mótvegis
pensjónistunum.
Vit spyrja enn einaferð:
Hvar er sosialpolitikkurin?
Hvørjar eru visjónirnar?
Hvussu skal anstøðan, sum
tekur sítt arbeiði í álvara,
samstarva í arbeiðs bólk
inum um eina pensións
nýskipan saman við sam
gonguni, tá asosial stig
móti pensionistunum støð
ugt koma sum ófráboðað
omanlop niðuryvir før
oyska samfelagið og tey, ið
serliga bygdu land
meginpartin av farnu øld?
Framhald av síðu 34
viðmerkingar