Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 5 - 8. januar 2010 lýsingar Skeið í teknmáli Í januar og februar 2010 verður skipað fyri skeiðum í teknmáli. Skeiðini verða í hølunum hjá Deyva­ felag Føroya, Íslandsvegur 10 b. Talan er um byrjunarskeið stig 1 og 2, sum hvørt er upp á 20 lektiónir. Neyvari kunning og tilmelding er hjá skeiðsleiðaranum: Edny Poulsen á Tlf. : 518364 Fa. EP v/Edny Poulsen Skrivstovustarv á Fjarskiftis-, Post-, Elveitingar-, Tryggingar- og Kappingareftirlitinum Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til tvør­ gangandi skrivstovuuppgávur á Fjarskiftis­, Post­, Elveitingar­, Tryggingar­ og Kappingareftirlitinum. Eftirlitini halda til á Skálatrøð 20 og eru skipað sum stovnar undir Vinnumálaráðnum við felags stjóra og felags skrivstovuhaldi. 13 fólk starvast á eftirlitunum. Harumframt eru ráðgevar knýttir at stovnunum. Tín førleiki: Vit vænta at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella royndir, sum kunnu javnsetast við skrivstovuútbúgving • royndir innan almenna umsiting • góðan kunnleika til føroyska, danska og enska málið • góðan telduførleika • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin Tínar arbeiðsuppgávur: Arbeiðið fevnir um: • ymiskar skrivarauppgávur fyri stjóra, ráðgevar og fulltrúar • post­, teldupost­, og telefonavgreiðsla • røkja heimasíður • standa fyri innkeypi • annað vanligt skrivstovuarbeiði á stovnunum Vit bjóða tær: Eitt spennandi starv, sum tú sjálv­/ur er við til at skapa, umframt at kunnu bjóða tær góðar skeiðs­ og eftirútbúgvingvarmøguleikar. Starvsfólkini á teimum ymsu eftirlitunum arbeiða í ávísan mun við tvørgangandi uppgávum innan ymsu økini, og kemur tú at starvast saman við dugnaligum starvs­ feløgum í einum óformligum starvsfólkaumhvørvi, har avbjóðandi uppgávur verða loystar. Løn – og setanartreytir: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løg­ mansskrivstovuna og hini aðalráðini. Umsóknir: Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn saman við prógvum, viðmælum o.ø. til: Fjarskiftiseftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO­110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2010, kl. 12. Um tú ynskir nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við: Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356021, teldupost jt@fse.fo ella Eyð Hansen, journalleiðara, tlf. 356026, teldupost eh@fse.fo Meira fæst at vita um stovnarnar á: www.fse.fo, www.kapping.fo, www.tryggingareftirlit.gov.fo Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Skeiðið telur 15 námsstig. Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00. Skeiðið byrjar mánadagin 8. februar 2010 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 26. mai 2010. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og hevur sera stórur áhugi verið fyri tí. Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi PhD lektari í løgfrøði. Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð- skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.500 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 20. januar 2010. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Aðalfundurin 2010 Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum leygardagin 20. mars 2010 Skrá: smb. viðtøkum felagsins – sí viðtøkur felags­ ins á heimasíðu felagsins www.pedagogfelag.fo Formansval Vísandi til § 8 og § 10 í viðtøkum felagins, skulu uppskot til formansevni skrivliga latast nevndini í seinasta lagi 1. feb. 2010 Saman við uppskotinum skal sendast skrivlig váttan frá viðkomandi, sum er í uppskoti um, at hon/hann vil taka við vali. Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðar­ starvi í felagnum. Val av nevndarlimum Vísandi til § 8 skulu uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. feb. 2010. Uppskot til aðalfundin Vísandi til § 8 ­ Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskot latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.febr.2010. Skal sendast til: Føroya Pedagogfelag Postsmoga 318 110 Tórshavn Nevndin Præklusivt PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Annu Sigrid Abrahamsen, Berja­ brekka 211, 100 Tórs­ havn, fødd tann 03.08. 1951 og deyð tann 14.09.2009 verða við hesum biðin um innan 3 mánaðir frá kunngeð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða. Tikið er við arvi og skuld í búnum. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, sum var tann 14.09.2009, og skulu sendast undir­ ritaða, vísandi til máls nr. 5131/1150, saman við frumrit av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. Tórshavn, tann 06.01.10 umboðandi arvingarnar Skansavegur 1 · Postsmoga 85 110 Tórshavn · Tlf. 31 21 71 pall@advokatvirkid.fo Advokatvirkið