hósdagur 13. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 241 - 13. desember 2001
Nr. 241 - 13. desember 2001
3
KONSERT
Tíðindaskriv
Komandi sunnudag verður
tann árliga jólakonsertin
hjá Klaksvíkar Hornor-
kestri. Hesin táttur varð
tikin upp í 1965, tá bretin
Norman
Edwards
var
leiðari fyri orkestrið, og
hevur hann óbrotin hildið
sær síðani. At byrja við var
tað bert Hornorkestrið, sum
luttók, men seinni kom
Klaksvíkar Sangfelag við,
og í nógv ár luttóku trý kór:
Klaksvíkskórið, Emmaus-
kórið og KFUMkórið. Hes-
ar konsertir hava verið sera
væl vitjaðar, og hevur hetta
verið eitt kærkomið av-
broyti hjá fólki at hoyra
hugnaligu jólaløgini spæld
og sungin uppundir høg-
tíðina í hátíðarliga um-
hvørvinum,
sum
bert
Christianskirkjan
kann
veita.
Í ár kemur, umframt
Klaksvíkar Hornorkestur,
eisini
Klaksvíkskórið,
stjórnað av Helgu Gerðalíð,
at luttaka, og harafturat ein
bólkur av blokkfloytunæm-
ingum
frá
Klaksvíkar
Tónlistaskúla.
Á skránni hjá Horn-
orkestrinum verða umframt
tey traditionellu jólaløgini,
Ave verum, Solemn Melo-
dy, Bless this House og
Jerusalem.
Hesi
bæði
seinastu verða við luttøku
av sangarum. Klaksvíks-
kórið syngur, Eg rósu upp
sá næla, Náttin var ágæt ein
og Í dag er glatt í døprum
hjørtum. Blokkfloytunæm-
ingarnir
spæla
tríggjar
føroyskar vetra- og jóla-
sangir.
Fyrr hevur konsertin
byrjað klokkan 20:30, men
fólk hava hildið tað vera í
so seint; so í ár er avgjørt at
hava konsertina klokkan
20.
Tað kom dátt við hjá
okkum, tá ið skiparin á
Havhesti ringdi og bar
okkum
tey
boð,
at
Mikkjal, sonur, beiggi,
svágur
og
mammu-
beiggi, var dottin um
umborð á Havhesti og
fingið eina heilabløðing.
Vit høvdu ilt við at
skilja, at hann ikki skuldi
vera saman við okkum
meira. Men Gud, sum
øllum ræður, veit hvat
hann ger, vit skilja ikki
hansara vegir, men vit
kunnu bara seta alt álit í
Harrans hond.
Mikkjal góði, tað er
ein stórur saknur ikki at
hava teg ímillum okkum
meira.
Tú
var
so
spaklyntur, tá tú kom inn
til okkara og heilsaði upp
á mammu, sum hevur
havt tvær heilabløðingar
fyri nøkrum árum síðani.
Tú
flutti
inn
til
Hvannasunds at búgva
fyri
mongum
árum
síðan, har tú búði saman
við mammu í kjall-
aranum hjá okkum, til tú
keypti tær eini hús fyri 4
árum síðani, har tú búði
sjálvur.
Lítið grunaði eg, at tá
tú ringdi yvir til mín og
bað meg koyra til til
Dúgvuna,
tú
skuldi
avstað við Havhesti, at
tað skuldi verða seinasta
ferð, eg skuldi siga tær
farvæl.
Vit hugsa mangan um,
hvussu tungt tað man
hava verið hjá tykkum
umborð á Havhesti í
teirri sváru stund, tá tú
Mikkjal so brádliga bleiv
tikin frá okkum. Eina
hjartans tøkk skulu tit
eiga fyri tykkara roynd at
halda honum á lívi til
tyrlan kom.
Eisini ein hjartans tøkk
til starvsfólkið á deild 8 á
Landssjúkrahúsinum.
Hvíl í friði.
Øll í húsinum, systir
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
móðir, vermóðir, omma og langomma
Jóhanna S. Joensen
á Trønni, í Fuglafirði
andaðist í heiminum týsdagin 11. desember,
81 ára gomul.
Kistan fer frá heiminum í kirkjuna,
hósdagin 13. desember kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju
fríggjadagin 14. desember kl. 13.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Familjunnar vegna
Børnini
Minningarorð um
Mikkjal Sjúrð Olsen
føddur 05.10.1958
deyður 06.11.2001
Ein heilsan til okkara
høgt elskaðu mammu,
sum sovnaði her úr fold
annan sunnudagsmorgun
í advent.
Vit systkini vilja altíð
minnast teg, elskaða
mamma, sum eina dýra-
bara mammu og eina
megnarkvinnu. Nú ert tú
farin heim til Harran,
sum tú altíð minti okkum
á at minnast og at lesa
um og hevur tín trúgv
sermerkt okkum øll.
Í aug., tá tú fylti 75 ár,
fóru tú og babba uttan-
lands og aftur í okt., tá
babba fylti. Hesar túrar
vart tú so glað fyri og
tosaði tú nógv um teir.
Tú og babba vóru nógvar
túrar saman og onkuntí
eisini við bili, tit bæði
høvdu tað gott saman og
vóru altíð góð við hvønn
annan.
Altíð ringdi tú at
spyrja um, hvussu vit
høvdu tað og spurdi eftir
ommubørnunum, sum tú
altíð nevndi við navni.
Tú gloymdi ongantíð
nakran og var altíð líka
fitt og ófør til alt.
Fyri nøkrum árum
síðani bleiv tú sjónveik
og fór at arbeiða á
blindastovninum.
Har
gekst tær væl at veva, tí
hetta hveði tú ikki roynt
fyrr.
Mamma
hevði
vovið øllum ommudøtr-
unum toy til føroyskt
skjúrt. Hetta er eitt ser-
liga stórt minni at hava
og ein serlig gáva frá tær
mamma.
Á
blindastovninum
treivst tú ógvuliga væl og
tú tosaði um, hvussu góð
tey vóru við hvønn ann-
an. Stovnurin var títt
hjartamál, men tíverri
eru nógv fólk har slókn-
að ta seinastu tíðina.
Nú er eitt stórt tómt
pláss eftir teg, elskaða
mamma, og ikki minst
hjá tær, góði babba, sum
var so serliga góður við
mammu. Og ikki untist
tykkum báðum ein ser-
ligan dag, sum skuldi
verða um ein góðan
mánaða.
Góði, elskaði babba,
vit hugsa nógv um teg og
má Gud vera hjá tær og
styrkja teg í stóru sorg-
ini.
Góða mamma, núr tín
rødd tagnað og vit sita øll
í stórari sorg. Men ein
dag skulu vit møtast
aftur, har bara gleði er.
Æra veri minnið um
teg, elskaða mamma.
Heilsan,
Ása, Kirstin,
John Ove, Marin,
Margith, Ann og Randi
Óluva Hansen
Jólakonsert í Christianskirkjuni
Faroe Salmon hevur
leigað ein brunnbát
úr Noregi, so slaktið
av fiskinum í
Hvannasundi kann
ganga skjótari. Tvey
virki í Klaksvík
arbeiða nú laksin
ALIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Faroe Salmon
hevur sett meira ferð á
slaktið av laksi úr ILA-
rakta Hvannasundi. Alifel-
agið hevur leigað ein
brunnbát úr Noregi, so teir
nú hava tveir bátar, sum
flyta fisk úr Hvannasundi
og til Klaksvíkar, har tvey
virki nú virka fiskin.
– Vit royna at bera so
skjótt av sum gjørligt fyri at
tøma allar teir 9 ringarnar,
sum vit hava í Hvanna-
sundi. Vit rokna at verða
lidnir í februar mánaði, sig-
ur Heini Gregersen, sum er
annar av eigarunum av
Faroe Salmon.
Sjúkan ikki spreitt seg
ILA-sjúkan var staðfest í
einum ringi hjá Faroe
Salmon í Hvannasundi, og
hesin ringurin er tømdur
nú.
Átta aðrir ringar eru í
umráðnum,
og
Faroe
Salmon ætlar at taka allan
hendan fiskin.
Eingin tekin eru um, at
ILA hevur spreitt seg til
nakran av hinum ringunum,
men vandi er fyri, at hetta
kann henda, og tí verður
allur fiskurin tikin sum
skjótast.
Nógvur laksur
Faroe Salmon hevur um
900.000 laksar yvir fýra
kilo í Hvannasundi, og
allur hesin fiskur verður nú
slaktaður.
Northern Fish Cold Sto-
rage tók ímóti laksinum úr
smittaða ringinum, men nú
arbeiða teir eisini fiskin á
Eystlaks, har laksin hjá
Faroe Salmon vanliga verð-
ur arbeiddur.
– Vit miðja eftir at taka
góð 300 tons um vikuna, og
vit hava leigað brunnbátin
úr Noregi fram til februar
mánaða, tá vit rokna við at
vera lidnir við slaktið í
Hvannasundi, sigur Heini
Gregersen.
Hava leigað brunnbát úr Noregi
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara kæra mamma
Anna Jensen
fødd Ellingsgaard
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikumorgunin
12. desember 89 ára gomul.
Familjunnar vegna
Jákup og Annfinnur
Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata Herberginum hjá
Frelsunarherinum í Tórshavn eina gávu.
– Hetta uppskotið
tekur tann ringasta
ójavnan burtur
millum pensjónirnar
hjá
landsstýrismonnum
og løgtingsmonnum,
sigur Anfinn
Kallsberg, sum nú
hevur lagt nýtt
uppskot um
pensjónirnar hjá
landsstýrismonnum
fyri tingið
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Nú hevur Anfinn Kallsberg
tikið stig til, at uppskotið
um pensjónirnar hjá lands-
stýrismonnunum, sum var
samtykt í tinginum fyri
hálvum ári síðani, verður
tikið av sama dag, sum tað
skal koma í gildi.
Samstundis leggur løg-
maður fram uppskot til
broytingar í gomlu pen-
sjónslógini frá 1993.
– Hetta verður gjørt fyri
at beina burtur tann ring-
asta ójavnan, sum er mill-
um landsstýrismenn og løg-
tingsmenn, men hetta upp-
skotið gevur als ikki lands-
stýrismonnum somu pen-
sjónsviðurskifti, sum løg-
tingsmenn
hava,
sigur
Anfinn Kallsberg.
Í broytingaruppskotinum
verður mælt til, at ein serlig
nevnd skal setast til at geva
løgmanni tilmæli um lønar-
og pensjónsviðurskifti hjá
løgmanni og landsstýris-
monnum. Løgmaður roknar
við, at hendan nevndin fer
at arbeiða fyri, at viður-
skiftini hjá løgtingsmonn-
um og landsstýrismonnum
verða javnstillað.
Munurin millum løg-
tingsmenn og landsstýr-
ismenn kom av álvara í, tá
løgtingið broytti pensjón-
irnar hjá løgtingsmonnun-
um í 1999.
Broytingar koppaðu
øllum
Tað var triðja dagin í mars
mánaði í ár, at landsstýrið
legði uppskotið um broyt-
ing í lógini um samsýning
og eftirløn hjá landsstýris-
monnum fyri løgtingið.
Endamálið við uppskot-
inum, sum landsstýrið legði
fyri løgtingið, var at javn-
stilla pensjónsviðurskiftini
hjá landsstýrismonnum og
løgtingsmonnum.
Undir
viðgerðini í løgtinginum
komu onkur broytingar-
uppskot, sum vórðu sam-
tykt. Eitt av teimum var, at
lógin varð sett í gildi aftur
til 1951.
Eftir at uppskotið var
samtykt
í
løgtinginum
vaknaðu summir politikarar
og fólk við kaldan dreym.
Undirskriftir vóru savnaðir
ímóti lógini, sum fólk hildu
vera órímiliga, og flokkar
hava ynskt, at lógin skuldi
takast av, áðrenn hon kom
at virka.
Tað einasta rætta
Nú hevur løgmaður lagt
nýtt broytingaruppskot fyri
løgtingið, og her verður
skotið upp, at broytingarnar
skulu umfata løgmann og
landstýrisfólk, sum tóku
við í 1998.
–
Løgtingið
broytti
pensjónirnar hjá løgtings-
monnum í 1999, og tað gav
eisini
sitandi
løgtings-
monnum ágóðan. Tí er tað
einasta rætta, at broyting-
arnar í pensjónunum hjá
landsstýrismonnunum
eisini umfata sitandi lands-
stýri, heldur Anfinn Kalls-
berg.
Løgmaður sigur seg hava
staðfest, at lítil og eingin
undirtøka nú er fyri tí upp-
skotinum, sum varð sam-
tykt í løgtinginum hálvum
ári síðani, og tí leggur hann
nýggja uppskotið fram.
Samstundis sum hetta
uppskotið verður lagt fram,
mælir løgmaður eisini til, at
uppskotið, sum varð sam-
tykt í mai mánaði í ár, verð-
ur sett úr gildi sama dag,
sum tað kemur í gildi.
Heldur seg fáa
undirtøku
Anfinn Kallsberg roknar
við, at undirtøka verður fyri
nýggja uppskotinum hjá
sær.
– Eg havi gjørt mær
ómak við at tosa við allar
teir politisku flokkarnar, og
uppskotið er eisini broytt
fyri at ganga ynskjum hjá
onkrum á møti. Onkur
flokkur hevur tó ikki havt
hug at verið við í hesum
arbeiði, sigur løgmaður.
Andstøðutingmaðurin
Jenis av Rana stuðlar
nýggja uppskotinum, og
hann heldur, at tað hevði
verið hykl, um løgtings-
menn noktaðu landsstýris-
monnum at fáa somu
pensjón sum teir.
– Eg helt, at tað var púra
burturvið, at lógin skuldi
fáa gildi aftur til 1951, men
hetta nýggja uppskotið er í
lagi. Tað rætta hevði verið,
at uppskotið, sum varð
samtykt fyrr í ár, bara var
broytt soleiðis, at tað fekk
gildi frá 1998, men tað er
ivaleyst onkur annar flokk-
ur, sum er ímóti tí, sigur
Jenis av Rana, tingmaður
fyri Miðflokkin.
Landsstýrispensjónirnar aftur til viðgerðar:
Varisligar broytingar lagdar fyri tingið
- Eg havi gjørt mær ómak við at tosa við allar teir politisku
flokkarnar, og uppskotið er eisini broytt fyri at ganga ynskjum
hjá onkrum á møti, sigur løgmaður um nýggju broytingarnar
til pensjónirnar hjá landsstýrismonnum
C
M
Y
K
3
2