hósdagur 13. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 241 - 13. desember 2001
Nr. 241 - 13. desember 2001
5
FISKIRANNSÓKNIR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Væl er at fáa av toski á Før-
oyabanka, men støddin er
minkandi. Hetta vísa sein-
astu kanningarnar, sum
Magnus Heinasson hevur
gjørt á leiðini. Niðanfyri
prenta vit høvuðsútslitini
av royndarveiðuni.
Dagarnar 14. til 18.
september gjørdu fólk frá
Fróðskaparsetrinum
og
Fiskirannsóknarstovuni
kanningar við Magnusi
Heinasyni á Føroyabanka.
Úrslitini vístu, at meira var
fingið av toski hendan túrin
enn í fjør, men at toskurin
nú er minni. Eins og
undanfarin ár er hýsan í
støðugum vøkstri. Hetta er
eisini galdandi fyri upsan,
men upsin er minni nú enn
fyrr. Miðallongdin á upsan-
um hendan túrin var 56 cm.
Hetta er væl minni enn
undanfarin ár. Í september
1998 var miðallongdin á
upsa 65 cm, í 1999 var hon
67 cm. Miðalhitin við
botnin
á
Føroyabanka
hendan túrin var 10.52 °C.
Hetta er á leið tað sama
sum andanfarin ár.
Høvuðsendamálið
við
túrinum var at fáa eitt mát
fyri nøgdina og biologiina
hjá teimum týdningarmestu
fiskasløgunum, ið finnast á
Føroyabanka. Eisini vórðu
tey havfrøðiligu viðurskift-
ini á Bankanum kannaði.
Umframt hetta var túrurin
skipaður sum ein undir-
vísingartúrur hjá biologi
næmingum á Náttúruvís-
indadeildini á Fróðskapar-
setrinum.
Magnus Heinason nýtti
eitt 16 fóts kassatrol við 40
mm meskum í posanum og
við
vanligum
grunni.
Breidlarnir vóru 60 m og
120 m, Steinhamns lemm-
ar, Minilog temperatur- og
dýpdarmátari,
Sea-Bird
CTD og WP-2 glúpur.
Farið varð av Havnini 13.
september kl. 21.00. Fyrsta
CTD-støðin varð tikin á
Føroyabanka 14. september
kl. 04.56. Seinasta støðin
varð tikin 18. september kl.
18.05. Tríggjar støðir vóru
ikki tiknar (1722, 1729 og
1839) av tí at tíðin gekk
undan. Í sýnishondbókini
verður miðað eftir at taka
400 nytrur av toski, hýsu og
upsa. Hetta var tó ikki
møguligt fyri upsan, av tí at
ov lítið var at fáa.
Fingin vórðu íalt 32
ymisk fiskasløg, sum til-
samans vigaðu 35.198 kg
(talva 1).
Tilsamans vóru fingin
5.283 kg av toski á
Føroyabanka hendan túrin
Toskur var fingin á 21 av
teimum 26 støðunum. Mest
var fingið í punti 1716 (724
kg). Annars var veiðan
javnt býtt yvir tað mesta av
Bankanum, har botndýpið
var minni enn 200 m..
Miðallongdin var 78 cm.
Hetta er nakað minni enn
undanfarin ár, tá miðal-
longdin hevur verið umleið
90 cm. At miðallongdin er
minkað kemst av, at meira
var til av smærri toski (< 70
cm) enn undanfarnu árini,
tá so at siga bert stórur
toskur, størri enn 80 cm,
hevur verið at fingið á
Bankanum.. Hendan túrin
var miðalveiðan 203 kg pr.
fiskitíma. Hetta er meira
enn undanfarna ár, tá veið-
an var 83 kg pr. fiskitíma.
Í alt vórðu fingin 18.006
kg av hýsu (talva 1). Hýsan
var at fáa yvir tað mesta av
Bankanum Størsta tovið var
fingið í punti 1715 (2.474
kg). Miðallongdin av hýs-
uni var 38 cm. Miðalveiðan
av hýsu hendan túrin var
693 kg pr. fiskitíma, móti
436 kg undafarna ár.
Samlaða veiðan av upsa
var 5.944 kg. Størst tovið
var fingið í punti 1813
(2.602 kg). Miðallongdin á
upsanum var 56 cm . Hetta
er væl minni enn undan-
farin ár. Í september 1998
var miðallongdin á upsa
fingin í yvirlitstrolingini á
Føroyabanka 65 cm, í 1999
var miðallongdin 67 cm..
Miðalveiðan hendan túrin
var 229 kg pr. tov. Hetta er
væl meira enn fyri einum
ári síðani, tá veiðan einans
var 83 kg pr. tov.
Sera lítið var fingið av
brosmu, einans 12 kg á 3
støðum. Lálla var bert
fingin á 3 støðum vestan-
fyri. Seinastu árini hevur
kalvin verið í minking.
Hendan túrin vóru bert
fingin 11 kg av kalva á 6
støðum. Av sandsprøku
vóru bert fingin 6 kg til-
samans á 4 støðum. Sand-
sprøkan manglaði á sand-
og skeljabotninum mitt á
Bankanum. Ein hummari
var fingin á tí norðastu
støðini á Bankanum. Tað
hendir av og á, at einstakir
hummarar verða fingnir á
hesi støðini. Hesir humm-
arar stava helst frá humm-
aralarvum, sum eru riknar
av Skeivabanka, har humm-
ari jú finst. Er hetta so-
leiðis, er hetta tekin um, at
eitt rák viðhvørt er tvørtur
um Bankarennuna. Ein
fagurserkur varð fingin.
Hesin fiskurin er ikki so
vanligur um okkara leiðir,
mens finst longur suðuri.
Tvey kg av bláriddara
vórðu fingnir. Hetta er eins
og á øðrum túrum. Svart-
kjaftur, havmús, gulllaksur,
blálonga og glaskvoysa
vórðu bert fingin á støð-
unum vestanfyri.
Samlað
Tal av prøvum
––––––––––––––––––––––––––––––
Fiskaslag
veiða
Longda-
Stak
Nytrur Magar
(kg)
mátað
vektir
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
HÝSA
18006
4862
2709
442
57
UPSI
5944
728
596
311
74
TOSKUR
5283
774
659
398
51
SVARTKJAFTUR
2074
832
205
HAVMÚS
1220
76
76
GULLLAKSUR
875
198
142
MATHØGGUSLOKKUR
584
94
63
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR 398
115
46
KNURRHANI
172
90
67
GLÝSUFISKUR
166
114
71
LÍTLI KONGAFISKUR
112
143
139
LONGA
84
28
28
AGNHØGGUSLOKKUR
41
21
8
TUNGA
39
30
27
LÁLLA
24
50
50
STÓRI KONGAFISKUR
22
15
15
TRANTKONGAFISKUR
19
15
15
KALVI
11
9
9
HAVTASKA
17
4
4
HVÍTINGSBRÓÐIR
16
24
24
BLÁLONGA
16
11
11
SKØTA
14
1
1
BROSMA
12
6
6
GLASKVOYSA
12
6
6
FAGURSERKUR
11
1
1
SANDSPRØKA
6
8
8
SILVURMURTUR
4
17
12
LíTLA BROSMA
3
2
2
HUMMARI
3
1
1
BLÁRIDDARI
2
9
9
BÚKSVARTI HÁVUR
2
3
3
NEBBASILD
0.02
7
0
TILSAMANS
35198
8294
5013
1151
182
Talva 1: Samlaða veiðan og tal av mátingum/prøvum frá Føroyabankatúrinum 14.-
18. september 2001.
Toskur á Føroyabanka
minkar í stødd
Magnus Heinason
Savnsmynd
Ein bátur fekk 3.500
pund á 24 stampum,
og ein annar 3.000
pund á 12 stampum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ja, løgið kann tað vera. Um
tað er ringt tekin – ella gott,
er ilt at siga.
Men satt er tað, at út-
róðrarbátar herfyri fingu
nógvan fisk á eini so
høgligari leið, sum millum
Flesjarnar,
Hvítanes,
Hólman og Eystnes.
Góðar setur
Tað ljóðar, sum ein dreym-
ur, men hann er sannur.
Í eina tíð hava útróðrar-
bátar fingið nógvan fisk
sunnanfyri Flesjarnar,
suður ímóti Hólmanum
og nakað suður í dýpið,
sum er millum Stong og
Eystnes.
Tann eini toftabáturin
hevði ikki færri enn 3.500
pund á 24 stampum; ein
annar hevði herfyri 3.000
pund á bara 12 stampum!
Fleiri aðrar góðar setur
eru eisini gjørdar á hesi leið
í seinastuni.
Hetta er ikki vanligt, og
hvat hetta merkir, skulu
gudarnir vita.
Ringt tekin
Onkur vil ivaleyst siga, at
hetta er vánaligt tekin, at
fiskurin er svangur og fær
einki at eta úti á. Hvussu er
ov ikki, er ikki gott at vita,
men teir, sum hava roynt á
hesi høgligu leið, siga, at
fiskurin er væl fyri. Hann
er ikki rak, men slagið er
ikki nakað serligt í mun til
tað, sum fæst úti á.
Menn plaga at siga, at tað
er ikki gott tekin, tá ið
fiskurin soleiðis søkir inn
undir land. Hetta sást eisini
undan fiskaloysinum fyrst í
nítiárunum, siga teir.
Munurin hesaferð er tó
tann, at fiskurin, sum
nevnt, er í góðum standi,
meðan hann í sínari tíð var
rak.
Ikki so óvanligt
Tað er nú heldur ikki so
óvanligt, at fiskur er at fáa
sunnanfyri Flesjarnar. Har
ber saktans til at fáa nakrar
hýsur og nakrar hampiligar
toskar. Soleiðis hevur tað
altíð verið. Men nøgdirnar
seinastu tíðina á fleiri
setum hava verið størri, enn
undirritaði hevur hoyrt um
áður.
Lat okkum so bara vóna,
at nógvur fiskur hevur
verið á hesi høgligu leið, tí
so nógvur fiskur er til.
Tað er høgligur útróður, tá ið
3.500 pund kunnu fáast á 24
stampum – ella 3.000 pund á
12 stampum sunnanfyri
Flesjarnar
Nógvur fiskur
sunnan fyri
Flesjarnar
– Hetta eru burtur av
rutinerað fólk, sum
verða heiðrað fyir 25
og 30 ára starvsdag,
og teimum hevur tú
altíð brúk fyri, sigur
stjórin á Fiskavirking
í Miðvági, sum nýtir
høvi at takka hesum
fólkum fyri drúgvu
starvstíðina og
trúgvu tænastuna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Miðvágur: Í samrøðu við
Meinhard Jacobsen, stjóra í
Føroya
Fiskavirking,
spurdu vit meira av tilvild,
hvussu fólk støðast í fiska-
framleiðsluni í dag, nú
arbeiði á virkjunum kring
landið hevur verið rættiliga
støðugt. Hann letur rími-
liga væl at, men heldur, at
tað er ikki fyrr enn arbeiði
er minni støðugt, at tú fært
røttu myndina av, hvussu
fólk støðast.
Tað er tó ikki so sjáldan,
tú hoyrir tey yngru siga, at
flakavirki er einki verandi
stað fyri tey. Og tað man
eisini vísa seg, at tað meira
eru tey ungu, sum koma og
fara. Nøkur steðga í fiska-
framleiðsluni, áðrenn tey
søkja sær útbúgving ella
finna sær okkurt annað, ið
tey halda vera betri og
meira áhugavert. Men tað
eru so sanniliga eisini tey,
sum støðast og gerast
“gomul” á flakavirkjunum
kring landið, bæði tá ið tað
gekk væl, og tá ið tað gekk
minni væl.
Seks 30 og 25 ára
starvsdagar
Fríggjadagin
kl.
15.00
skipar Fiskavirking í Mið-
vági fyri hugnaløtu í sam-
band við, at seks fólk á
virkinum hava verið til
arbeiðis har í samfull 25 og
30 ár, trý í 25 ár og trý í 30
ár!
Albert Ellefsen, stjóri á
virkinum, sigur, at tey hefta
seg ikki so nógv við sjálvan
starvsdagin hjá hvørjum
einstøkum, men plaga at
skipa fyri slíkum løtum fyri
jól, og soleiðis er eisini
hesaferð.
Tey trý, sum hava 30 ára
starvsdag, eru Helgi Han-
sen (63), Miðvágur. Hann
er maskinmeistari á virkn-
um, Andreas Johannesen
(68), Miðvágur. Hann hev-
ur áður verið flakaformað-
ur, men tekur sær serliga av
pakningi og øðrum fyri-
fallandi. Síðan er tað Jona
Samuelsen (64), Sanda-
vágur. Hon fæst mest við at
pakka,
men
í
løtuni
“fóðrar” hon bandfrystaran
á virkinum. Øll hesi hava
nú starvast á flakavirkinum
í Miðvági í 30 ár.
Tey, sum hava verið í starvi
í 25 ár, eru brøðurnir, Kári
(44) og Egin (41) á Prest-
trøðni, báðir miðvingar; tann
fyrri hevur verið arbeiðsfor-
maður seinastu 5 árini, með-
an hin arbeiðir í slógnum. At
enda er tað Nicolina Harald-
sen (45), Miðvágur. Hon
arbeiðir í góðskueftirlitinum
á virkinum.
Gávu og blómur
- Vit gera ikki tað heilt
nógva burtur úr hesum,
men fara at hava ein longri
kaffisteðgkl. 15.00. Løtan
verður í kantinuni á flaka-
virkinum. Vit fara at handa
hesum fólkum, sum so
trúliga hava verið til ar-
beiðis á virkinum øll hesi
mongu árini, eina gávu og
blómur. Og tey, sum hava
30 ára starvsdag, fáa eisini
okkurt minnismerki.
Albert vísir á, at eini 10-
15 fólk á virkinum hava
verið millum 20 og 25 ár í
starvi
og
miðvingurin,
Ólavur Hansen, hevur ar-
beitt á virkinum í 29 ár!
Umframt hesi, hava eini 2-
3 onnur fólk verið til ar-
beiðis í meira enn 25 ár.
So, sigast kann ikki ann-
að enn, at nógv fólk hava
støðast ómetaliga væl á
flakavirkinum í Miðvági.
Spurdur, hvussu tað á-
virkar arbeiðsgongdina, at
so mong fólk hava verið so
leingi til arbeiðis á virk-
inum, sigur Albert Ellefsen,
at hetta er í hvussu er ikki
negativt, tvørtur ímóti.
– Hetta eru burtur av
rutineraði fólk, og teimum
hevur tú altíð brúk fyri,
sigur stjórin, sum nýtir høvi
at takka fyri drúgvu starvs-
tíðina og trúgvu tænastuna.
Fiskavirking í Miðvági er
eitt gott arbeiðspláss; her er
gott at vera, men taðskerst ikki
burtur, at her er strævið við-
hvørt, sigur stjórin at enda.
Stór løta á Fiskavirking í Miðvági:
Seks fólk verða heiðrað
C
M
Y
K
5
4