Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 241 - 13. desember 2001 Nr. 241 - 13. desember 2001 7 Sámal Petur í Grund var toppskorari í Eysturoynni við 533 persónligum atkvøð- um til seinasta løg- tingsval. Til fólka- tingsvalið 20. novem- ber í ár fekk hann bert 21 atkvøður í Eysturoynni. Nú hevur Lasse Klein bjóðað hon av POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Lasse Klein trein inn á politiska pallin í januar 1985, tá hann gjørdist landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í sam- gonguni millum Javnaðar- flokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Krist- iliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs og Fiskivinnu- flokk. Lasse Klein varð valdur á ting í 1988, og hann varð afturvaldur til løgtingsvalið í 1990. Tá umboðaði hann Sjálvstýrisflokkin saman við Helenu Dam á Neysta- bø og Asbjørn Jonesen. Men ósemja tók seg upp í flokkinum, og á vári í 1994 fór Lasse Klein úr Sjálv- stýrisflokkinum. Til valið í 1994 stillaði Lasse Klein upp fyri Kristi- liga Fólkaflokkin, sum tá varð farin í tvíningar, hin parturin gjørdist Miðflokk- urin. Lasse Klein varð vald- ur, og Sjálvstýrisflokkurin misti mannin í Eysturoynni. Sjálvstýrisflokkurin fekk tvey fólk á ting, Helenu Dam á Neystabø í Havn og Álv Zachariassen í Klaks- vík. Eftir at Sambandsflokk- urin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin skip- aðu samgongu eftir valið í 1994, gjørdist Sámal Petur í Grund landsstýrismaður – og varð tað fyrstu ferð, hann trein fram á politiska pallin. Í desember 1997 nýtti Edmund Joensen, løgmað- ur, á fyrsta sinni rættin, løg- maður fekk við nýggju stýrisskipanarlógini, at siga landsstýrismann úr starvi. Tað varð Sámal Petur í Grund, sum var tann fyrsti at fáa henda ivasama heið- ur: at verða koyrdur frá sum landsstýrismaður. Men hann var væl um- tóktur politikari tá, og varð hann valdur á ting fyrstu ferð í 1998 við ikki færri 533 persónligum atkvøðum í Eysturoyar valdømi – hann fekk nógv flestar per- sónliga atkvøður í valdøm- inum. Næstur honum var Alfred Olsen úr Sambands- flokkinum við 388 atkvøð- um. Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður- in hjá Sjálvstýris- flokkinum – og seinni løgtingsmaðurin hjá Kristiliga Fólkaflokk- inum, Lasse Klein, býður seg nú fram sum valevni hjá Sjálv- stýrisflokkinum í Eysturoy POLITIKKUR Eirikur Lindenskov – Eg vil fegin verða við til at lyfta Sjálvstýrisflokkin upp úr trupulleikunum, segði Lasse Klein, fyrrver- andi landsstýris- og løg- tingsmaður við Deg og Viku í týskvøldið, sam- stundis sum boðað varð frá, at hann hevur játtað at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy til næsta løgtings- val. Mikið rok hevur verið um Sjálvstýrisflokkin, síð- ani Sámal Petur í Grund bjóðaði Helenu Dam á Neystabø av til formans- valið. Úrslitið av hesum stríði gjørdist, at Helena Dam á Neystabø meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Eftir lemjandi ósigurin hjá flokkinum til fólka- tingsvalið – og serliga hjá floksformanninum, Sámal Peturi í Grund, valdi hann at leggja frá sær, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, er nú formaður Sjálvstýris- floksins. Persónliga valið hjá Sám- ali Petur í Grund var sera vánaligt. Hann misti 1.045 atkvøður í mun til seinasta fólkatingsval og fekk ein- ans 73 atkvøður kring alt landið. Í hansara egna val- dømi, Eysturoy, fekk hann einans 21 atkvøður í móti 365 til seinasta fólkatings- val og 533 til seinasta løg- tingsval. Í Degi og Viku varð eisini sagt, at Lasse Klein stillar upp, líka mikið um Sámal Petur í Grund verður á sama lista ella ikki. Tí er tað ymiskt sum bendir á, at tað verður kapping millum Sámal Pet- ur í Grund og Lassa Klein um at vinna løgtingssessin hjá Sjálvstýrisflokkinum aftur í Eysturoynni. Talan er um eitt eykamandat, so tað kann eisini fella aðra staðni í landinum. Lasse Klein varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy í 1988 og í 1990. Í 1994 varð hann valdur fyri Kristiliga Fólkaflokkin í Eysturoy, men hann varð ikki afturvaldur til valið í 1998. Hann fekk tá 147 atkvøður í Eysturoy. 1985: Lasse Klein verð- ur landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin 1988: Lasse Klein vald- ur á ting fyri Sjálvstýris- flokkin í Eysturoy 1990: Lasse Klein vald- ur á ting fyri Sjálvstýris- flokkin í Eysturoy 1994: Lasse Klein meldar seg úr Sjálvstýr- isflokkinum 1994: Lasse Klein verð- ur valdur á ting fyri Kristiliga Fólkaflokkin 1994: Sámal Petur í Grund verður landsstýr- ismaður fyri Sjálvstýr- isflokkin 1997: Sámal Petur í Grund verður koyrdur frá sum landsstýrismað- ur 1998: Sámal Petur í Grund fær 1.118 at- kvøður til fólkatingsval- ið – sera gott úrslit fyri Sjálvstýrisflokkin 1998: Sámal Petur í Grund verður valdur á ting fyri Sjálvstýris- flokkin í Eysturoy 2001: Sámal Petur í Grund verður landsstýr- ismaður 2001: Sámal Petur í Grund verður formaður í Sjálvstýrisflokkinum 2001: Helena Dam á Neystabø fer úr Sjálvstýrisflokkinum 2001: Sámal Petur í Grund fær 73 atkvøður til fólkatingsvalið – eitt sera vánaligt val fyri Sjálvstýrisflokkin 2001: Sámal Petur í Grund fer frá sum for- maður í Sjálvstýris- flokkinum 2001: Eyðun Elttør verður formaður í Sjálv- stýrisflokkinum Lasse og Sámal Petur stríðast um løgtingsess Nøkur fakta um Sjálvstýrisflokkin: Lasse Klein aftur í Sjálvstýrisflokkinum Sámal Petur í Grund var toppskorari í Eysturoyar valdømi til løgtingsvalið í 1998. Hann fekk 533 persónligar atkvøður. Til fólkatingsvalið 20. november í ár fekk hann bara 21 atkvøður í Eysturoy Hann hevur sitið sum landsstýrismaður í eitt valskeið fyri Sjálvstýrisflokkin, og tvær ferðir varð hann valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin, áðrenn hann fór úr flokkinum og varð valdur á ting fyri Kristiliga Fólkaflokkin í 1994. Í 1998 varð hann ikki afturvaldur. Nú bjóðar Lasse Klein Sámal Peturi í Grund av Hóast tað enn eru nakrir mánaðir til núverandi løgting hevur sitið skeiðið út, og politiska støðan hjá samgonguflokk- unum í løtuni ikki beinleiðis talar fyri einum vali í úrtíð, so er tíðin nú komin hjá føroyskum lesandi uttanlands at tryggja sær valrætt til komandi løgtingsval VALRÆTTUR Rúnar Reistrup Við einari broyting í løg- tingsvallógini í 1992 fingu føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands í lestrarørindum, valrætt til løgtingið. Broytingin varð framd, eftir at lesandi útisetaføroyingar í fleiri ár høvdu stríðst fyri at varðveita føroyska val- rættin í tíðini har teir fóru av landinum í útbúgvingar- ørindum. Men føroysikir útisetar skulu vera úti um seg í góðari tíð, um teir vilja brúka sín varðveitta valrætt til løgtingið. Og hóast lítið talar fyri einum løgtings- vali fyrr enn einaferð kom- andi vár, so heitir Megin- felag Føroyskra Studenta (MFS) longu nú í lima- blaðaðnum Fjølnir á limir sínar um at søkja um upp- tøku á vallista í Føroyum. Knøpp tíð Orsøkin til at MFS soleiðis tekur forskot uppá føroyska løgtingsvalið er, at tíðin kann gerast rættiliga knøpp hjá uttanlandsføroyingun- um, um teir bíða við at søkja um upptøku á val- lista, til eftir at løgtings- valið er útskrivað. Fyri at fáa valrætt skal umsóknin nevniliga verða liðugt við- gjørd í fyrrveradi bústað- arkommununi hjá umsøkj- aranum í seinasta lagi fimm vikur undan valdegnum. Sambært løgtingsvallóg- ini skal løgmaður áseta valdagin við í minsta lagi 6 viku og í mesta lagi 8 viku freist. Velur løgmaður stytstu møguligu freistina, hava føroysku útisetarnir sostatt bert eina viku til at fáa hendur á umsóknar- blaði, útfylla hetta við persónligum upplýsingum umframt eini váttan frá útbúgvingarstaðnum, senda umsóknina til fyrrverandi bústaðarkommununa, og fáa hana bæði viðgjørda og góðkenda. Hetta kann lætt gerast ógjørligt, og tí er umráðandi hjá lesandi útisetum, ið ætla sær at greiða atkvøðu, at søkja nú, áðrenn løgtingsval verður útskrivað. Skulu søkja umaftur Treytirnar fyri at ein før- oyingur búsitandi í øðrum landi hevur valrætt til løgtingið, eru, umframt at viðkomandi er undir út- búgving, at umsøkjarin hevur verið skrásetttur í føroyska fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár samanlagt, og annars lýkur treytirnar, í løgtingsvallógini. Haraftur- at skal umsøkjarin ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár. Tað er í hvørjum føri fólkayvirlitið í seinastu bú- staðarkommununi, sum tekur avgerð um at seta umsøkjara á vallistan. Av- gerðin er galdandi í tvey ár, og tí skulu tey, ið søktu um upptøku á vallistan til seinasta løgtingsval 30. apríl 1998, søkja umaftur, skulu tey hava valrætt til komandi løgtingsval. Au-pair gentur eisini valrætt Reglurnar fyri hvør kann sigast at vera undir útbúgv- ing eru rættiliga leyst orðaðar. Tað eru eingi krøv um hvørki útbúgvingar- støði, útbúgvingarskeið ella um at talan skal vera um fulltíðarútbúgving. Í við- merkingunum til løgtings- vallógina stendur, at eisini uppihald uttanlands við tí fyri eyga at læra mál er at meta sum útbúgving í hesum føri. Í viðmerking- um verður hugtakið "au- pair genta" nevnt sum dømi um, hvør er at meta sum "føroyingur í lestararørind- um uttanlands". Fá nýta valrættin Talið á føroyskum útiset- um, ið lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingsvalið, liggur helst tætt at teimum tveytúsund og hesir eru soleiðis ein lutfalsliga stórur partur av føroyska veljaraskaranum. Men talið á umsóknum um upptøku á vallista í Føroyum hevur verið lutfalsliga lágt síðan lógarbroytingin, ið gjørdi vallutøkuna hjá útisetunum møguliga, varð samtykt í 1992. Umsókn um upptøku á vallista til løgtingsval skal skrivast á eitt serligt um- sóknarblað. MFS hevur sent øllum limum sínum hetta umsóknarblað saman við áheitanini um at søkja longu nú. Føroysk lesandi uttanlands, sum ikki eru limir í MFS, kunnu fáa umsóknarblaðið útflýggjað frá føroysku kommununum og á føroyskum viðskifta- stovum. Løgtingsvallógin gevur ikki føroyingum í útbúgv- ing uttan fyri Føroyar val- bæri, men einans valrætt, til løgtingsval. Føroyingar uttanlands búgva seg til løgtingsval Føroyingar í útbúgving uttanlands hava síðani løgtingsvalið 1994 havt valrætt til løgtingsvalið, men teir kunnu ikki veljast á ting C M Y K 7 6