Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 241 - 13. desember 2001 Nr. 241 - 13. desember 2001 9 Sambandsflokkurin vil hava blokkin at vera sum hann er. Sambandsmenn síggja onga orsøk vera fyri at skerja blokkin, tá ið teir meta, at fleiri øki hava tørv fyri ábøtum FÍGGJARLÓG Heri á Rógvi –Fíggjarlógaruppskot landsstýrisins vísir ikki eina sanna mynd av, hvat ið føroyska samfelagið fer at kosta landskassanum at reka í komandi ári, og minkingin av heildarveit- ingini við 369 mió. kr. fer at verða atvoldin til, at fíggjarlógini fer at vísa eitt munandi hall hóast ein hákonjunktur, sum valla er sæddur áður, siga Eilif Samuelsen og Flemming Mikkelsen, minniluti í fíggjarnevndini hjá løg- tinginum. Loysnin, sambært teim- um er, at blokkurin eigur at vera somu upphædd sum hann er. Blokkurin ella ríkisveitingin skal vera við til at tryggja ymsar ábøtur á velferðarsamfelagið, og eisini kann lækkingin av ríkisveitingini geva eitt undirskot á fíggjarlógini, hóast góðar búskaparligar tíðir. Umboðini fyri Sam- bandsflokkin hava avgjørt ikki at leggja annað fram í hesum umfarinum. Hetta merkir, at flokkurin ikki ætlar at skjóta upp nakra meirjáttan – í øllum førum ikki við aðru viðgerð. Sambandsflokkurin metir tað vera rættast at vita eftir, um undirtøka er fyri hesum uppskotinum, áðrenn nakað uppskot um fleiri játtanir verður skotið upp. -–Fíggjarlógin fyri 2002 roknar longu nú reelt við einum halli. Um bara ein av fyritreytunum fyri hákon- junkturunum í Føroyum svíkir, so veksur hallið enn meira. Inntøkumetingarnar frá landsstýrinum eru skrúvaðar so langt upp sum gjørligt og eru fleiri ferðir endurskoðaðar. Tann risa- stóra uttanlandsskuldin er bara niðurgoldin við tí absoluttu minimumsupp- hæddini, og innlendis- skuldin verður trúliga hild- in á sama støði, siga Flemming Mikkelsen og Eilif Samuelsen. Tað er ógvuliga ivasamt, um uppskotið hjá Sam- bandsflokkinum vinnur frama í tinginum. Sambandsflokkurin: Lata blokkin vera sum hann er Eilif Samuelsen og Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum hava lagt broytingaruppskot fyri Løgtingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002. Javnaðarflokkurin ynskir, at tær 107 mío., sum bríkisveit- ingin er hækkað við hesi seinastu fýra árini. Eisini leggur flokkurin upp til, at útreiðslurin skulu hækkast við stívliga hundrað millónum FÍGGJARLÓG Heri á Rógvi –Vit vilja gera inntøku- síðuna soleiðis sum Javn- aðarflokkurin vil hava hana, sigur Vilhelm Johannesen, sum hevur lagt broytingaruppskot fyri tingið í sambandi við løgtingsfíggjarlógina fyri 2002. Seinastu fýra árini er ríkisveitingin hækkað við 107 mío, og hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin ynskir at skava burturav ríkisveitingini. Hetta er tó ikki tað einasta, ið Vilhelm Johannesen hevur borið niðan í tingið. Hann ætlar nevnliga eisini broytingar á útreiðslusíðuni. Hesar um- fata fyri tað nógva eldra- økið. Sum heild er talan um meirútreiðslur, sum fara at kosta landskassanum 98 mío. Tá ið Vilhelm »bert« ætlar at skerja ríkisveit- ingina við 107 mío. og ikki 366 míó, so kann hetta eftir øllum at døma betala seg fyri Javnaðarflokkin og landskassan. – Hesi uppskot eru í tráð við tann politikk, sum Javn- aðarflokkurin hevur stung- ið út í kortið, sigur Vilhelm Johannesen. Javnaðartingmaðurin hevur, eins og umboðini hjá Sambandsflokkinum, hug til at kritisera Landsstýrið fyri at forsøma almanna- økið. Vilhelm ivast í, hvussu góðar móttøku hetta upp- skotið hjá honum fer at fáa, men hann vónar, at undir- tøkan verður fyri hansara uppskotið. Tað verða tó fyrst broyt- ingarnar viðvíkjandi út- reiðslunum, sum koma fyri atkvøðugreiðslu í tingin- um, áðrenn uppskotið um ikki at skerja ríkisveiting- ina so nógv, ið higartil er ætlað. Skuldu tað hent, at upp- skotið hjá Javnaðarflokk- inum ella Sambandsflokk- inum verður samtykt, so noyðist Landsstýrið mestur ein túr til Danmarkar. Javnaðarflokkurin: Hækkanin skal burtur Vilhelm Johannesen vil skava 107 mío av ríkisveitingini. Miðflokkurin heldur einki um at minka um ríkisveitingina. Føroyingar eiga hesar pengar afturfyri NATO-støðina, ljóðar tað frá Miðflokkinum FÍGGJARLÓG Heri á Rógvi Tað var Miðflokkurin, ið skeyt upp, at spurningurin um ríkisveitingina skuldi avgerast á einari fólkaat- kvøðu. Henda fólkaatkvøð- an var tó av ongum. Hetta eru teir í Miðflokkinum ikki heilt nøgdir við, tá ið teir mettu hetta vera møguleikan hjá Føroya fólki at siga sína hugsan. –Miðflokkurin hevur ávís mál, ið vit raðfesta ovarliga í sambandi við eina fíggjarlóg. Hesi somu ynski vit eisini at røkka. Um so er, at hesi fáa góðar sømdir, so vilja vit eisini taka undir við einari tílíkari fíggjarlóg, sigur Bill Justinussen. Miðflokkurin atkvøddi fyri uppskotinum um sjálvstýri Føroya fólks, men hetta merkir ikki, at teir taka undir við at skerja ríkisveitingina. –Vit eiga í roynd og veru ríkisveitingina, tá ið hetta eru pengar, ið danir lata okkum afturfyri NATO- støðina, sigur Bill Justinus- sen. Hann kallar tað púrasta burturvið, at vit skulu fara at skerja ríkisveitingina, tá ið vit rætt og slætt eiga hesar somu pengar. Bill Justinussen vil ikki siga nakað um, hvørja støðu flokkurin hevur til uppskotini hjá Javnaðar- og Sambsflokkinum. Bill Justinussen, Miðflokkurin: –Vit eiga blokkin Bill Justinussen sigur NATO- støðina vera orsøkina til, at danir lata føroyingum ríkisveitingina. Sama dag, sum hon fyllir 26 ár, skal hon flúgva yvir til Nepal, har hon skal arbeiða í nærum tveir mánað- ar. Í dag 25 ára gamla Nina Brockie úr Havn, flýgur týsdagin 18. desember saman við aðrari føroyskari gentu til Nepal, har hon skal vera í starvs- venjing í nærum tveir mánaðar STARVSVENJING Ingrid Bjarnastein Dagliga gongur Nina Brockie á øðrum ári á Læraraskúlanum í Havn. Linjulærugreinarnar hon tekur eru í ár enskt og ítróttur. Men hví fer Nina so til Nepals? – Í summar var eg á skeið í Íslandi á læraraháskúla- num í Reykjavík í tveir mánaðar, sum partur av læraraskúlaútbúgvingini, greiðir Nina frá. – Vit høvdu so eitt skeið á eini deild uttanfyri Reykjavík, og tá setti skúla- stjórin á Læraraskúlanum í Føroyum, Pauli Nielsen, seg so í samband við meg. Hann tilbeyð mær at sleppa til Nepals í starvsvenjing. Faktiskt, so gleddi eg meg nógv at sleppa heimaftur, tí nú hevði eg jú verið uttanlands so leingi, men segði eg skuldi hugsa um tað. Eftir at hava hugsað um tað henni stóð í boði og eftir at hava tosað um hetta við familjuna, gjørdi Nina av at siga ja takk. Ikki sum aðrar starvsvenjingar Nina skal búgva hjá Tommy Petersen, sum er útstationeraður í Nepal. Tey búgva í einum býi við umleið 100.000 íbúgvum, sum liggur langt vekk frá Katmandu, høvuðsstaðnum í Nepal. Skúlin, ið Nina skal undirvísa á, er ein skúli fyri børn hjá útstationeraðum í Nepal. Hetta er ein altjóða skúli og málið, ið undirvíst verður á er enskt. – Í skúlanum í Nepal, sum eg skal undirvísa á, vera bert tveir næmingar í fyrstuni. Annar av teimum er 9 ára gamla Gyða, dóttir Tommy Petersen. Hin næmingurin er ein drongurin frá Hollandi. Eftir jól koma tó fleiri næmingar á skúlan. Nina skal millum annað undirvísa Gyðu í føroysk- um, tí familjan Petersen flytir nevniliga til Føroyar í august mánað næsta ár, og tá skal Gyða byrja í 4. flokki í Adventistaskúlan- um. – Tað, at eg sleppi at undirvísa henni einsamøll, er ein stór avbjóðing í sær sjálvum. Vanliga, so fara eini tvey ella trý á sama stað í starsvenjing, so møguleikin fyri at royna seg einsamallan er ikki so stórur. Føroyska mentanin í kuffertið Sjálv heldur Nina, at tað fer ikki at bera so væl til at seta seg inn í ta nepalsku ment- anina. Hon skal jú búgva hjá eini familju har tosað verður danskt. Men hvussu hevur Nina so fyrireikað seg til at undirvísa níggju ára gomlu Gyðu í før- oyskum? – Eg fari heilt vist at leggja størsta dentin á før- oyska mentan. Tilfarið sum eg havi savnað mær saman at taka við, er um føroyska mentan. Hvat gongur fyri seg í Føroyum, hvat er stuttligt hjá børnum at gera í Havn, tí tað er jú í Havn Gyða skal búgva. Hvussu liva føroyingar og kann náttúran brúkast til nakað. Eg ætli mær at geva henni ein smakk av Føroyum, sum so vónandi verður henni til gagns tá hon flytir hertil. Nina hevur eisini tosað nógv við vegleiðaran á læraraskúlanum, og við Gunnvør Joensen, sum er ráðgevi á Landsmiðstøðini. Hetta fyri at vita, hvussu hon skal tillaga undirvís- ingina. Ikki er altíð so lætt at tillaga undirvísing til ein persón, sum tú ikki kennir. Gyða tosar tó hampuliga væl føroyskt. Hon hevur búð fyrstu barnaár síni í Føroyum, men foreldrini tosa danskt við hana. Jól í eini park Nina Brockie skal flúgva úr Føroyum sjálvan ársdagin hjá sær. Hetta verður helst ein sindur øðrvísi føðingar- dagur enn teir 25 undan- farnu hon longu hevur havt. – Asia hevur ongantíð sum heild verið nakað, sum eg havi brent fyri, sigur Nina. – Men nú tá eg havi lisið nógv og kannað tað nærri, so vísir tað seg at vera ógvuliga spennandi. Vit skulu flúgva til eitt stað, sum eitur Nepal Gunj. Har verður so tikið ímóti okk- um og frá Nepal Gunj fara vit til Bardia National Park. Higartil havi eg fingið at vita, at eg sleppi at halda jól á fílabaki, sum jú ljóðar ógvuliga áhugavert. Veðrið í Nepal hesa ársins tíð er sum eitt ógvu- liga heitt føroyskt summar. Um dagin eru umleið 20 til 25 hitastig, meðan hitin um kvøldið liggur um 6 – 9 hitastig. Nina sigur, at hon hevur blandaðar kenslur við at halda jól uttanlands í ár. Men hon ivast ikki í, at tað verður ógvuliga spenn- andi. Nýttárið verður hildið í høvuðsstaðnum, Kat- mandu. Enn er ikki vist, hvussu hetta verður hátíð- arhildið, og allar ætlanir verða gjørdar eftir, hvussu pápin í familjuni skal arbeiða. Í Nepal búgva 23 milli- ónir fólk og tær mest fram- traðkandi religiónirnar eru hinduisma og buddisma. – Eg havi onki pakkað enn! Eg havi fingið eina rúgvu av vaccinatiónum. Tað er ógvuliga ringt at seta seg rættiliga inn í tingini áðrenn tú fer avstað, so eg veit helst meira at fortelja tá eg komi aftur, sigur Nina Brockie at enda. Nina verður aftur í Keyp- mannahavn tann 15. februar næsta ár. Sosialurin ynskir henni góða ferð og góða eydnu við undirvís- ingini yvir í Asiu. Jól á fílabaki Læraraskúlanæmingurin, Nina Brockie úr Havn, flýgur týsdagin í næstu viku til Nepals, har hon skal vera í starvsvenjing í knappar tveir mánaðar Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 9 8