mánadagur 11. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 6 - 11. januar 2010
- Nú hevur Føroya
Rættur staðfest
niðurstøðuna hjá
skattakærunevndini,
men framvegis er
einki at hoyra frá
almennari síðu um
mvg’ið av skráseting-
argjaldinum av bilum,
og tað undrar meg,
sigur Rodmundur
Nielsen
BILA-MVG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er ógvuliga stórur
áhugi fyri sakarmálinum,
sum Bjørn á Heygum og
Rodmundur Nielsen vegna
fleiri bileigarar hava ført í
Førya Rætti móti TAKS.
- Tað eru fleiri tíggjutals
fólk, sum hava ringt til mín
hesum viðvíkjandi, so tað
er ein sera stórur áhugi fyri
hesum málinum, sigur Rod-
mundur Nielsen.
Tað undrar hann eitt sind-
ur, at ein borgari má allan
vegin í rættin við einum
máli, sum ein kærustovnur
longu fyri fleiri árum síðani
hevur avgreitt.
- Eg skilji væl fólk, at tey
ikki hætta sær undir eitt
slíkt rættarmál, tí tað er
bæði tungt og møtimikið,
og úrslitið er heldur ikki tað
heilt stóra, verður málið
vunnið, sigur Rodmundur
Nielsen.
Tað var heilt av tilvild, at
tað júst gjørdust Bjørn á
Heygum og Rodmundur
Nielsen, sum vórðu valdir
út millum tey mongu, ið
høvdu gjørt av at stevna
TAKS.
- Okkara sakir umfataðu
øll viðurskifti í málinum,
og tí vórðu tað júst vit báðir,
ið vórðu valdir út at royna
málið í rættinum, sigur Rod-
mundur Nielsen.
Hann heldur, at tað er
forkastiligt, at málið skal
verða komið so langt.
- Hetta er jú eitt mál, ið
kærunevndin hjá fyri TAKS
hevur avgreitt og givið okk-
um viðhald í fyri fleiri árum
síðani. Og tú kanst bara
undrast á, hvør leiklutuin
hjá kærunevndini er, tá
hennara avgerðir ikki verða
tiknar til eftirtektar, sigur
Rodmundur Nielsen.
Almenn tøgn
Hann undrast somuleiðis á,
at einki orð hevur verið at
hoyrt frá almennari síðu um
málið og ta avgerð, ið Før-
oya Rættur kom til.
– Nú veit eg sjálvandi
væl, at Jóannes Eidesgaard
ongan feil eigur í hesum
máli, men tað er hóast alt
hann, ið umsitur TAKS nú,
og tað er hansara skylda at
hava eina meining um hetta,
sigur Rodmundur Nielsen.
Tað hava verið nøkur iva-
mál um mannagongd í hes-
um málum, men hana hevur
rætturin eisini sagt sína
greiðu meining um.
- TAKS hevur skyldað
upp á bilasølurnar, og bila-
sølurnar hava skyldað upp
á TAKS. Nú hevur Føroya
Rættur greitt boða frá, at
raktu bileigarar skulu fara
til bilasølurnar fyrst, og tær
skulu síðani fara til TAKS.
Í førinum hjá Bjørn á Heyg-
um, har bilasølan ikki long-
ur er til, er avgerðin hjá rætt-
inum eins greið. Í tí førinum
verður farið beinleiðis til
TAKS, sigur Rodmundur
Nielsen.
Hann fílist eisini á, at
TAKS við at forhála málið
hevur gjørt, at sakirnar í
fleiri førum eru fyrnaðar.
Og júst hetta royndi Sjálv-
stýrisflokkurin at forða fyri
við einum løgtingslógarupp-
skoti fyri ári síðani, eitt upp-
skot, sum eisini Rodmundur
Nielsen avkvøddi ímóti.
- Ja, tað er rætt, men sak-
in var hon, at tað prinsipielt
ikki ber til at pilka eitt mál
burtur úr rúgvuni og geva
undantak fyri fyrning. Róð
var eisini upp undir at seta
nýggju donsku lógina í
gildi í Føroyum, men tað
hevði ikki hjálpt upp á fyrn-
ingarfreistina í hesum førin-
um. Tvørtur ímóti er fyrn-
ingarfreistin
í
nýggju
donsku lógini trý ár móti
teimum fimm árunum, ið
er í galdandi føroyskari lóg,
sigur Rodmundur Nielsen.
Tað vóru bara tinglimirnir
hjá
Sjálvstýrisflokkinum,
sum atkvøddu fyri uppskot-
inum.
Gevur pengarnar
Í dóminum fekk TAKS eina
freist upp á 14 dagar at
rinda pengarnar, og henda
freist er úti í morgin. Men
tað er fyri Rodmund Niel-
sen ikki so avgerandi, at fáa
hesar pengarnar aftur, tað
er meiri tað prinsipiella í
málinum, at TAKS hevur
kravt hesar pengarnar inn
uttan heimild.
- Í mínum føri er talan
um áleið 15.000 krónur,
sum eg fái aftur, men tað er
ikki so nógv pengarnir, sum
tað snýr seg um. Tað er
meiri tað prinsipiella í mál-
inum. Og eg havi gjørt av,
at hesir pengarnir skulu
fara til eitt vælgerandi enda-
mál, og eg havi valt at geva
teir til Føroyafelag móti
Krabbameini, sigur Rod-
mundur Nielsen.
Í Føroya Rætti fingu
Bjørn á Heygum og Rod-
mundur Nielsen viðhald í
øllum uttan fyrningarfreist-
ini, og harvið verður tað.
- Vit fara ikki víðari við
málinum. Vit fingu viðhald
í øllum uttan fyrningar-
freistini, so vit steðga her,
sigur Rodmundur Nielsen.
Freistin at kæra málið inn
fyri Landsrættin er fýra vik-
ur, so nú verður bara bíðað
eftir, um TAKS ger meira
við málið.
Undarlig almenn tøgn
Rodmundur Nielsen hevu gjørt av, at geva pengarnar frá TAKS til Føroyafelag móti Krabbameini
Danmark trýstir
íslendingar
Óvissan um Icesave-málið fær ikki ávirkan á lánið, sum
danir hava játtað Íslandi í sambandi við fíggjarkreppuna
har. Tað segði Claus Hjort Frederiksen,
fíggjarmálaráðharri, aftan á ein fund fyrradagin við
íslendska starvsbróður sín, Steingrím J. Sigfússon. Men
danski ráðharrin legði afturat, at vraka íslendingar Icesave-
lógina á fólkaatkvøðuni, er støðan ein onnur. Danmark
hevur játtað Íslandi 3,5 milliardir krónur í láni, men
higartil eru bara 600 milliónir krónur goldnar íslendingum.
Meiri á fiskamarknaðunum
Árið í ár royndist sera væl á teimum íslendsku fiskamarknaðunum, og
árið var metár bæði í nøgd og virði. Viðskiftablaðið skrivar, at
marknaðirnir seldu 103.469 tons í fjør ella 9,8 prosent meiri enn í
2008, tá nøgdin var 94.263 tons. Vøksturin í virðinum var nógv størri.
Í 2008 seldu marknaðirnir fisk fyri góðar 16,9 milliardir íslendskar
krónur, men í fjør var hetta talið knappar 21,8 milliardir krónur ella
heili 28,5 prosent størri. Næstan allir fiskaprísirnir hækkaðu í fjør, men
høvuðsfrágreiðingin er, at virðið á íslendsku krónuni hevur verið sera
lágt tað seinasta árið.
Tað er ein
demokratiskur rættur
hjá einum stovni at
royna eina avgerð
í rættinum, og nú
bíði eg bara eftir,
um TAKS fer víðari
við málinum, sigur
Jóannes Eidesgaard.
BILA-MVG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á Rás2 í dag staðfesti Jóan-
nes Eidesgaard, at hann
stuðlar TAKS í teirra roynd
at sleppa sær undan avgerð-
ini hjá kærunevndini og Før-
oya Rætti um sonevnda
bila-mvg’ið.
Bæði skattakærunevndin
og nú eisini Føroya Rættur
hava staðfest, at TAKS hevur
kravt mvg av skrásetingar-
gjaldinum av bilum inn uttan
heimild. Talan er um meiri
enn 100 milliónir krónur,
sum TAKS ólógliga hevur
kravt inn frá bilaeigarum,
staðfestir Føroya Rættur.
Tað er sostatt greitt, at
fíggjarmálaráðharrin einki
ætlar sær at gera við TAKS,
sum letur hánt um avgerðir-
nar, sum skattakærunevndin
og nú eisini Føroya Rættur
hava tikið.
Jóannes Eidesgaard vísti
á Rás2 á, at eingin hevur
goldið meiri fyri sín bil enn
ætlanin var. Trupulleikin er
bert, at tað er ikki hetta,
málið snýr seg um. Málið
snýr seg heilt einfalt um, at
TAKS hevur kravt peningin
inn í heimildarloysi, og
spurninguri er tí, um ein
landsstýrismaður kann góð-
taka, at ein stovnur undir
honum ikki virðir eina
rættaravgerð.
Eftir øllum at døma góð-
tekur Jóannes Eidesgaard
framferðarháttin hjá TAKS,
tí nú bíðar hann eftir, um
TAKS skjýtur málið inn
fyri Eystara Landsrætt.
Eidesgaard stuðlar TAKS
Jóannes
Eidesgaard stuðlar
TAKS, hóst
stovnurin hevur
kravt mvg av
skrásetingargjaldi
av bilum inn í
heimildarloysi