Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 Maskinmaðurin, sum brendi seg umborð á Norrönu leygardagin seinnapartin, skal liggja einar tvær vikur á Ríkissjúkrahúsinum Óhapp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tá ið Norröna kom á Havn­ ina í morgin, fóru fólk frá Skipaeftirlitinum og frá pol­ itinum umborð at leita eftir­ norsøkini til óhappið, sum hendi í einum ketli umborð leygardagin seinnapartin. Norröna var júst farin úr Esbjerg, tá ið ein maskin­ maðurin fór at reinsa ein ketil. Tað hendi ett óhapp, og hann brendist illa. Petur Holm, stjóri á Smyril­Line sigur, at teir av manningini, sum beinanveg­ in komu til mannin, gjørdu eitt gott arbeiði undir leiðslu av stýrimanninum. Teir køldu mannin niður. Samstundis vórðu boð send eftir hjálp, og ein tyrla hjá donsku sjóverjuni kom eftir manninum og fleyg hann á brunadeildina á Rík­ issjúkrahúsinum í Keyp­ mannahavn. Í dag sigur Petur Holm, at maðurin er ikki so illa farin, sum tey bóru ótta fyri í fyrstani. Sum hann hevur skilt tað, hevur maðurin 3. gradsbrenning onkrastaðni á kroppinum og annars 1. og 2. grads brenning. Maðurin, sum er í miðal árum, verður liggjandi á Ríkissjúkrahúsinum í 10­ 14 dagar. Tá ið slík óhapp henda, skal Skipaeftirlitið hava boð, og Smyril­Line boðaði eisini beinanvegin Skipa­ eftirlitinum frá. Er nakað í vegin umborð, verður brek­ ið sjálvandi rættað, sigur Petur Holm. Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Skipaeftirlitinum, kundi í morgun siga nakað um, nær Skipaeftirlitið er liðugt við sínar kanningar. Petur Holm upplýsir ann­ ars, at teir tólv menninir, sum vóru um skadda mann­ in eftir óhappi, fingu tilboð um at fara í land í morgun at tosa við sálarfrøðing. Tað kundi verið, at onkur hevði fingið onkran trega av til­ burðinum. Brendist illa umborð á Norrönu Tá ið Norröna kom á Havnina í morgun, fóru fólk frá Skipaeftirlitinum borð at kanna, hví tað hendi eitt óhapp í einum ketli leygardagin Maðurin í bilinum, sum eldur kom í leygarkvøldið sunnan fyri brúnna um Streymin, fekk ongan skaða Óhapp Rógvi Nybo rogvi@sosialurin Stutt eftir klokkan 19 leygar­ kvøldið kom eldur í ein bil beint sunnanfyri brúnna við Streymin. Ein einsamallur maður var í bilinum, sum var á veg norðureftir. Komin niðan gjøgnum brekkuna við Streymnes, og gott 150 metrar frá sjálvari brúnni, fór at rúka undan motor­ hjálminum, og tað festi í bilin. Bilurin var ein lítil last­ vognur, fýra­fimm ára gamal. Maðurin steðgaði bilin­ um, leyp út og sendi boð eftir Sunda Sløkkiliði gjøg­ num alarmsentralin. Eldurin varð skjótt sløkt­ ur, tá menn hava verið til tøkir at leypa avstað, og sløkkiliðsstøðin er beint hinumegin brúnna við Streymin. Sostatt var sera stutt at fara út við brand­ bilinum, og fingu teir tamt eldinum eftir eini heilt lítla løtu. Hvør orsøkin til eldin er, er ilt at gita um, men brand­ fólk á staðnum hildu, at tað kundi verið fest í eina slangu við pumpuna, tá tann síðan, har pumpan sit­ ur, sá út til at verða brunnin fyrst. Eingin fólkaskaði var í samband við hendingina, og maðurin rósti sløkkilið­ inum fyri at vera so skjótir á staðnum. Eldur í bili við Streymin Óhappið hendi stutt frá næstum sløkkiliðsstøð, og sløkkiliðið var har beinanvegin Mynd: Rógvi Nybo Kanna politikarar Í meiri enn eitt hálvt ár hevur grønlendska løgreglan kannað eina skuldseting ímóti fýra politikarum í flokkinum Siumut, sum vórðu lagdir undir at hava misbrúkt almennar pengar. Enn er einki úrslit komið, og ein talsmaður fyri løgregluna dugir ikki at siga KNR, nær kanningarnar verða lidnar. Millum teirra, sum vórðu lagdir undir at hava misbrúkt almennar pengar, eru fyrrverandi landsstýrisformenninir Jonathan Motzfeldt og Hans Enoksen. Grønlendska løgreglan kannar eisini politikaran Alequ Hammond, sum er løgd undir at hava brotið tagnarskylduna í sambandi við nevndararbeiði. Koyra 15.000 til hús Japanska flogfelagið Japan Airlines er sera illa fyri fíggjarliga, og í einari roynd at sleppa undan gjaldssteðgi og húsagangi hevur felagið gjørt av at siga 15.000 fólkum úr starvi. Tað svarar til 30 prosent av øllum starvsfólkinum. Japanska tíðindastovan Kyodo skrivar, at tey, sum verða verandi í arbeiði, noyðast at góðtaka, at lønin minkar, og at tey missa ymsar ágóðar. Samstundis fer felagið at selja fleiri av sínum dótturfeløgum. Krepputiltøkini eru lið í einari bjargingarætlan, sum japanska stjórnin hevur lagt fyri at bjarga Japan Airlines undan at fara av knóranum.