Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 5 ár Ísland handilsavlop Minkandi innflutningur var meginorsøkin til, at Ísland hevði góðar 70 milliardir íslendskar krónur í avlopi á handilsjavnanum í fjør. Fyribilstøl fyri desember vísa, at íslendingar útfluttu fyri 42 milliardir krónur í síðsta mánað, og at teir innfluttu fyri 35 milliardir. Sostatt var avlopið sjey milliardir og saman við hinum ellivu mánaðunum var ársúrslitið 72,9 milliardir íslendskar krónur í avlopi, skrivar Fréttablaðið. Blaðið skrivar, at innflutningurin minkaði so nógv seinna hálvár í 2008, tá kreppan tók seg upp, at minkingin var tanhn størsta tey seinastu 20 árini. Ísland tørv á ES Í 2020 verður Ísland limur í Evropasamveldinum, og tá hava bæði íslendingar og ES-borgarar gloymt Icesave-málið. Tað sigur íslendski búsksparprofessarin Þórólfur Matthíasson við norska blaðið Aftenposten, sum hevur spurt hann, hvussu støðan verður í Íslandi um tíggju ár. Þórólfur Marhíasson sigur, at skulu íslendingar loysa grundleggjandi búskapar- trupulleikar, noyðast teir upp í ES. Professarin heldur, at ES hevur brúk fyri Íslandi, men at Ísland hevur størri brúk fyri ES. Hinvegin heldur hann ikki, at íslendingar høvdu tikið av einum tilboði um norska hjálp, um teir skuldu givið seg í ríkjasamband ella annað tilknýti afturfyri. Týsdagin í næstu viku kemur uppskot Miðfloksins um stuðul til keyp at frystum fiski fyri løgtingið. Áhugavert verður at hoyra, um politisku flokkarnir fara at gera hetta til eitt prinsippmál – ella um tað verður mett sum eitt arbeiðsskapandi uppskot Fiskavirkisvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at játta stuðul til keyp av frystum fiski til virkingar í Føroyum. Flokkurin skjýt- ur upp at játta 7,5 milliónir krónur til endamálið og metir, at eini 5.000 tons av frystum fiski kunnu keyp- ast fyri henda pening. Orsøkin til uppskotið hjá Miðflokkinum er, at fiskiskapurin undir Føroy- um hevur verið lakur seinnu árini, og tí fáa virk- ini eisini ov lítið av ráfiski til virkingar. Flokkurin vísir á, at nøk- ur ár herfyri, tá fiskiskapur- in eisini var vánaligur, var ein skipan í gildi, sum síðan varð tikin av aftur, tá fiski- skapurin batnaði aftur. Miðfokkurin metir, at 5.000 tons av frystum fiski kunnu geva Føroyum eitt útflutningsvirði upp á 200 miljónir krónur, harav ein- ar 20 miljónir krónur verða goldnar í arbeiðslønum. - Fyri landskassan er tal- an um eina nettoinntøku, tí inntøkurnar av skatti, meir- virðisgjaldi og øðrum avgjøldum høvdu verið væl hægri enn stuðulin, sigur Miðflokkurin. Sandoy Seafood Í fleiri ár hevur tað verið líka sum eitt ”banniorð” millum føroyskar politikar- ar yvirhøvur at tosa um vinnuligan stuðul. Uppskotið hjá Miðflokk- inum kemur sum skilst til viðgerðar á løgtingi týsdag- in í næstu viku, og áhuga- vert verður at hoyra, hvat sagt fer at verða um hetta mál. Eitt dømi um, at almennur stuðul – ella íløgustuðul – hevur gjørt stóran mun, er Sandoy Seafood. Í sínari tíð, tá virksemið á virkjunum í Sandoynni varð endurreist, vórðu 3 almennar miljónir reistar fyri at stuðla undir ígongd- setan av virkseminum. Øll árini síðan hevur Sandoy Seafood goldið rundan um 20 miljónur krónur í lønum um árið. Hetta merkir, at tað almenna hevur fingið sínar 3 miljónir krónur nógvar ferðir aftur. Nú er so uppskot um at veita stuðul til keyp av frystum fiski á skránni, og Sosialurin fer at fylgja við, hvussu undirtøkan á tingi verður fyri hesum. Hvat heldur løgtingið um almennan vinnustuðul? skipasølur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Garnaskipið Thor hjá reið- arínum Thor í Hósvík er selt einum keypara í Svør- íki. Thor skal eftir ætlan umbyggjast til frystilínuskip og fer síðani til tunfiskiskap í Vesturafrika. Frystulínuskipið Leiti- steinur hjá sama felag í Hós- vík, sum seinastu tíðina hev- ur verið brúkt sum vaktar- skip í frálandavinnuni í Brasilia, er eisini selt. Leitisteinur skal eisini brúkast til tunfiskiskap í Vesturafrika. Tað er Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum av báðum skipunum, ið parta- felagið Thor í Hósvík átti. Thor selt tvey skip Tað hevur givið landi og kommunum nógvar skattakrónur, at tað almenna í sínari tíð setti 3 miljónir krónur í Sandoy Seafood Mynd: Álvur Haraldsen Hvat duga tey á Tavuni, sum onnur ikki duga. Tað hava vit áður spurt stjóran, Jóan Magnus Rasmussen, um. Stjórin er nøgdur við gongdina í farna ári, men enn er 2009 ikki endaliga gjørt upp