mánadagur 11. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 6 - 11. januar 2010
Fiskavirkisvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Sólskinssøgurnar í fiski
vinnuni eru ikki so nógvar í
hesum tíðum, hvørki á
sjógvi ella á landi.
Fiskiflotin hevði saman
lagt eitt hall í 2008 og útlit
ini fyri 2009 vóru ikki stórt
betri, tá grannskoðarafelag
ið Nota legði fram støðuna
hjá fiskiflotanum seint í
heyst.
Einstøk skip í ávísum
bólkum høvdu positivan
rakstur, men í summum
bólkum gav raksturin hjá
øllum skipum hall.
Í fiskavirkisvinnuni gong
ur ymisk, og sum heild
kann sigast, at tey virkir,
sum ikki eiga og reka skip,
seinnu árini hava klárað seg
betri enn tey, ið umframt
virkisraksturin eisini hava
havt skiparakstur.
Ymisk gongd
Seint í heyst læt Kósavirkið
í Klakvík uppaftur, og tað
er at fegnast yvir, at fólk
hava mót uppá at endurreisa
fiskaframleiðslu í okkara
fiskivinnuhøvuðsstaði.
Nøkur virkir, ið hava havt
skilagóðan rakstur í fleiri
ár, eru eitt nú Fiskavirkið í
Gøtu, Vaðhorn á Strondum
og Tavan í Leirvík.
Hinvegin hevur gingið
striltið hjá Kósavirkinum at
fáa lønsemi í raksturin, og
hjá Faroe Seafood hevur
gongdin ikki verið nakað
serlig í undanfarnu árum.
Bæði feløgini hava havt
skiparakstur aftrat virkis
rakstrinum, og tað er serliga
skiparaksturin, sum undan
farin ár hevur givið hall.
Spennandi
verður
at
síggja, hvussu raksturin hev
ur verið hjá Faroe Seafood í
farna ári, tá tann tíðin kem
ur, og tað er at vóna, at trup
la gongdin hjá hesi fyritøku
seinnu árini nú er vend til
tað betra.
Sum tíðin gongur, verður
eisini áhugavert at síggja, um
nýggju eigararnir av Kósa
virkinum fara at megna at
venda gongdini, soleiðis at
raksturin fer at geva avlop.
Góð avlop
Saman við øðrum virkjum,
sum hava havt skilagóðan
rakstur í fleiri ár, telist
Tavan í Leirvík, sum hevur
havt avlop á hvørjum ári
heilt síðan 1994, tá farið
varð undir at arbeiða gull
laks á virkinum, har Frost í
fleiri ár hevði sítt virksemi.
Fylgjandi ár síðan 2004
hevur Tavan havt hesi avlop
í rakstrinum eftir skatt:
2008 (2,7 miljónir krónur),
2007 (2,5), 2006 (7,5),
2005 (3,4) og 2004 (1,6).
Hetta merkir, at Tavan
hesi seinastu fimm árini
hevur havt heilar 17,7 milj
ónir krónur í avlopi – eftir
skatt, eins og árið 2006
hevur verið nógv tað besta
hjá virkinum rakstrarliga.
Hvussu árið í fjør hevur
roynst, vil stjórin á virkin
um, Jóan Magnus Rasmus
sen, ikki siga nakað endaligt
um enn, men sum skilst,
verður spennandi at síggja
rakstrartølini, tá ársúrslitið
fyriliggur.
Tað skilst á stjóranum, at
virkið helst hevur havt eitt
hampiliga gott ár í farna
ári.
Hann vísir á, at 2008 ikki
royndist nakað serligt, tí
norska krónan var so lág.
Tavan selir eini 70 prosent
av síni gulllaksaframleiðslu
til Noregs, og tá hevur virð
ið av norsku krónuni stóran
týdning.
Men norska krónan
vaks aftur virði í 2009, og
vit kunnu siga, at meðan
nógv gekk ímóti í 2008,
gekk mest sum alt við í
2009, sigur Jóan Magnus
Rasmussen.
Tá stjórin hevur hug at
lata heldur illa at árinum
2008, tá avlopið hjá virkin
um kortini var 2,7 miljónir
krónur,
er
ikki
annað
væntandi enn, at árið í fjør
hevur roynst enn betri – og
kanska heilt væl.
Met í nøgd
Samlaðu ráfiskanøgdirnar,
sum Tavan keypti í 2009,
vóru tær størstu nakrantíð
– ella tilsamans 12.700
tons. Nøgdirnar av gulllaksi
vóru 11.200 tons og nøgdir
nar av upsa 1.500 tons til
samans.
Í summarhálvuni arbeiðir
virkið gulllaks og í vetrar
hálvuni upsa.
Nøgdirnar av upsa vóru
heldur minni í fjør enn eitt
miðalár, 1.500 tons, og Jóan
Magnus vísir á, at Tavan
helst skal virka eini 2.000
tons av upsa um árið.
Hinvegin var árið í fjør
tað størsta til gulllaks, og
næstbesta árið í nøgd var
2002, tá vit keyptu og virk
aðu 8.250 tons av gulllaksi.
Veiðan hjá teimum seks
gulllaksaskipunum var rætti
liga góð í 2009, og skipini
hava ongantíð áður fiskað
so stórar nøgdir áður.
Tavan keypti serliga fisk
in hjá leirvíkstrolarunum
Polarhavi
og
Stjørnuni
umframt fleiri lastir hjá
Eysturbúgvanum.
Samlaða gulllaksaveiðan
undir Føroyum í fjør var
nakað
omanfyri
20.000
tons.
Tey seks skipini, ið vóru
á hesi veiði, sum byrjaði í
seinnu helvt av apríl, vóru
Polarhav, Stjørnan, Vest
menningur, Fram, Vestur
búgvin og Eysturbúgvin.
Tavan í Leirvík hevur eini
50 ársverk, og bæði í gull
laksi og upsa verður arbeitt
í skiftivaktum.
Tavan 17,7 miljónir í avlopi í
Flutt undan illveðri
Í Kina hava myndugleikarnir flutt meiri enn 5.400 fólk
undan ringum kavaveðri í landspartinum Xinjiang.
Kinesisku fjølmiðlarnir skriva, at umleið 800 hús eru
hoyknað undan kavanum og oyðiløgd, og at 5.000 onnur
hús hava fingið skaða. Tað hevur kavað óvanliga illa í
Xinjiang, og harafturat hevur tað verið nógv kaldari, enn
fólk eru von við. Kavaveðrið hevur eisini órógvað
samferðsluna. Flogfør hava avlýst sínar ferðir, nógv tok
hava staiðð still, og tí eru fleiri milliónir fólk ikki sloppin
til arbeiðis, skriva teir kinesisku fjølmiðlarnir.
Innflytarar flýggja
Meiri enn 1.100 afrikanskir innflytarar eru flýddir úr
suðuritalska býnum Rosarno, har ógvusligur rasuófriður
hevur verið teir seinastu dagarnar. Italska løgreglan sigur,
at tað eru kriminellir ófriðarkroppar, sum hava gjørt seg
inn á innflytararnar. Tað hevur fingið meiri enn 1.100
innflytarar at taka til rýmingar, og teir eru nú savnaðir í
tveimum legum í tveimum øðrum býum, sigur løgreglan.
Italskir fjølmiðlar skriva, at løgreglan hevur illgruna um, at
mafian hevur verið við til at eggja til ófriðin í Rosarno.
Gongdin í føroysku fiskavirkisvinnuni
er ymisk. Meðan summi virkir koyra
tungt, gongur væl hjá øðrum. Seinnu
árini hava tey virkir havt tað truplast,
sum hava havt skip knýtt at sínum
virksemi. Í Leirvík hevur Tavan havt
avlop á hvørjum ári, og í farna ári setti
virkið met í ráfiskanøgd
50 fólk á Tavuni virkaðu tilsamans 12.700 tons av ráfiski í fjør. Tey arbeiða í skiftivaktum, bæði í gulllaksi og upsa. Virkið hevur
havt rakstrarlig avlop øll árini síðan 1994