Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 Landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar nú at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at sóla sær í solarium Fyribyrging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer tað skjótt at verða forboðið hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium at sóla sær. Aksel V. Johannesen, lands stýrismaður í heilsu­ málum, sigur, at hann nú er farin í holt við at orða eitt uppskot, sum eftir ætlan verður lagt fyri Løgtingið í vár ella beint eftir summ­ arfrítíðina. Uppskotið fer at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium at sóla sær. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at hetta er eitt mál, sum eisini skal hava eina polit­ iska viðgerð í samgonguni. Men stendur tað til hann sjálvan, verður uppskotið lagt fram. Og tað skuldi kanska ver­ ið løgið vissi restin av sam­ gonguni, ella Løgtinginum annars, ikki taka undir við uppskotinum, tí hetta er eitt av tilmælinum í víðfevndu krabbameinsætlanini, sum ein serfrøðingabólkur hand­ aði landsstýrinum í heyst. Krabbameinsbólkurin mæl ir til, at eitt tað fyrsta tiltakið, sum gjørt verður fyri at fyribyrgja krabba­ meini, er at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerð. Og mælt verður sam­ stund is til, at hetta forboðið verður sett í verk longu í ár. Kannar praktiskar spurningar Aksel V. Johannesen stað­ festir, at skal tað forbjóðast ungum at keypa sær sól­ viðgerð, er tað eitt mál, sum kann føra til nakrar prakt­ iskar trupulleikar, sum skulu loysast. Ein av hesum spurningum er, hvussu lógin skal um ­ sitast og, hvussu vit skulu tryggja okkum, at hon verð­ ur hildin. ­ Veruleikin er, at nógvar sólmiðstøðir eru ómannaðar, tí har fara fólk bara inn, koyra pening í eina automat og leggja seg undir sólina. ­ Spurningurin er, hvussu vit skulu tryggja okkum, at lógin verður hildin, tí tað er helst eisini ein stórur spurn­ ingur um tað ber til hjá løg­ regluni at ferðast runt á sólmiðstøðir at halda vakt og at forða fyri at lógin verð ur brotin. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at í løtuni eru tey í ferð við at kanna, hvussu tey hava gjørt í øðrum londum, har tað longu er bannað ungum undir 18 ár keypa sær sólviðgerðir. Men ber tað ikki bara til at áleggja teimum, sum selja sólviðgerðir, at syrgja fyri, at aldursmarkið verður hildið? ­ Tað kunnu vit siga, men so fer tað helst at taka grundarlagið undir teimum smáu sólmiðstøðunum, tí tey fara neyvan at hava um støður til at hava fólk at passa sólina fyri at tryggja, at aldursmarkið verður hild ið. ­ Men hesin spurningurin um, hvussu lógin skal hond hevjast, verður nú um hugsaður, sigur Aksel V. Johannesen. Tað besta hevði verið at tað var heilt forboðið at keypa sær sólviðgerðir, siga bæði Landslæknin og formaðurin í Fyri byrgingar­ ráðnum Fyribyrging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Solarium er ágangur ímóti fólkaheilsuna, akku rát sum tubbakk er tað. Tað sigur okkara fremsti heilsufakligi myndugleiki, Høgni Deb es Joensen, lands­ lækni og Pál Weihe, leið­ ari á deildini fyri Ar ­ beiðs­ og almannaheilsu og formaður í Fyri byrg­ ingarráðnum. Teir mæla til, at tað verð ur forboðið at ung, sum eru undir 18 ár og sum sostatt ikki eru mynd ug, sleppa at keypa sær sólviðgerð. Men teir dylgja ikki fyri, at tað besta hevði verið, at tað var ólógligt at keypa sólviðgerðir yvirhøvur. Samstundis hevur bólk urin, sum handaði landsstýrinum eina krabba meinsætlan í fjør, mælt til at gera tað ólóg­ ligt hjá ómyndigum at keypa sær sól. Sostatt má staðfestast, at ætlanin hjá lands­ stýris manninum at gera tað forboðið hjá ungum at keypa sær sól, sum vit greiða frá í hinari grein­ ini, fult í samsvari við tey heilsufakligu tilmæl­ ini. Teir báðir siga at vit hava leingi vitað, at sam­ band er ímillum húð­ krabba og sólarljós, ser­ liga tann serliga vanda­ mikla móðurmerkja­ krabb an. ­ Tað er greitt samband ímillum títtleikan av móð ur merkjakrabba og hvussu nógvari sól, húð­ in hevur verið fyri, ser­ liga hjá fólki, sum hava ljósa húð ella eru reyð­ hærd. Landslæknin og for­ mað urin í Fyri byrg ar­ ráð num vísa á, at títt­ leik in av húðkrabba er mun andi øktur síðstu árini frá 16 tilburðum í 1995 til 52 tilburðir í 2005. Eisini títtleikin tí tí vandamikla húð krabb­ anum er nógv øktur, frá einum ella tveimum til­ burðum um árið í 1995 til 10 tilburðir í 2004 og 15 tilburðir í 2005. Teir ivast ikki í, at ein orsøki til hetta eru teir batnandi møguleikarnir at ferðast suður heitari lond og møguleikin at keypa sær sólviðgerðir. Tí eiga vit at minka um árini, sum ultraviolett ljós frá sólini hevur á okk um og her eru sól­ mið støðirnar ein ógvu­ liga ítøkilig kelda, leggja teir afturat. Vil banna ungum at keypa sær sólviðgerð Sólviðgerð er sami ágangur á fólka- heilsuna sum royking Jemen vil samráðast Júst sum USA og Bretland hava gjørt av at hjálpa stjórnini í Jemen í bardaganum við yvirgangsmenn, ætlar jemenska stjórnin at samráðast við al­Qaeda. Jemenski forsetin, Ali Abdullah Saleh, sigur sambært tíðinda stov­ unum, at hann er sinnaður at samráðast við yvirgangs­ menninar, um teir ganga við til at leggja vápnini. Ameri­ kanararnir siga, at fleiri limir í al­Qaeda fjala seg í fjøllunum í Jemen. Millum annað er talan um egyptar og saudiarabar, sum fáa venjing í Jemen, áðrenn teir fara til Afghanistan at hjálpa teimum víðgongdu kreftunum har. Ein múrur afturat Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur góðkent, at Ísrael skal byggjua ein múr fram við markinum við Egyptaland. Endamálið er at forða ólógligum innflytarum, sum serliga koma úr afrikonskum londum, og hernaðarligum bólkum at koma inn um markið. Forsætisráðharrin sigur við fjølmiðlarnar, at endamálið er eisini at tryggja og at varðveita Ísrael sum eitt jødiskt og demokratiskt samfelag. Mett verður, at tað fer at kosta umleið 1,4 milliard krónur at byggja múrin fram við egyptiska markinum, og at arbeiðið fer at taka tvey ár. Í vár, ella í seinasta lagi beint eftir summar frítíðina, ætlar Aksel V. Johannesen at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerð