Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 6 - 11. januar 2010 – Tað er frálíkt, at vit fáa enn eina boring á føroyskum øki. Hetta sigur nýsetti stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen, nú eitt samtak við Statoil, Dong og OMV hevur gjørt av at bora ein brunn á landgrunninum Áttandi brunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Petur Joensen vísir á, at enda málið við leitiloyv un­ um er jú, at tey skulu munna út í boring, og tá tað úrslitið verður nátt, er tað sera gleði ligt. Boringar eru jú einasti máti at stað festa, um undirgrundin goymir kol­ vetni. Umframt at hetta hev ur væl av virk semi við sær í Føroyum. Petur Joensen, sum hev ur starvast á Jarðfeingi í mong ár, fyrst sum deild arleiðari og seinni sum stjóri hevur alla orsøk til at fegnast, tí fleiri brunnar eru tann besta nýggjárs gávan til hansara stovn og til Føroya fólk. Uppá fyrispurning hvussu gongur við ymsu loyvunum sigur hann, at tey fylgja væl við, hvussu arbeiðið gongur í ymsu loyvunum og hava tí havt ábendingar um, at í hes um loyvinum – 008 ­ kundi vera okkurt áhuga­ vert. Men tað eru jú so nógv ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, áðrenn kom ið verður hartil, at avgerð verð ur tikin um at binda seg til eina boring. So ein veit ongantíð, hvat úrslitið kann verða. Hetta virk sem­ ið krevur tí stórt tol semi ­ tað kann verða drúgt. Al ­ heims fíggjar krepp an hjálp­ ir heldur ikki uppá hetta. Petur Joensen sigur víð­ ari, at fyri økið sum heild hava tey góðar vónir, tí tað eru fleiri ótroyttir møgu­ leikar, sum tey meta skulu troytast ­ og helst koma at verða troyttir. Tað er ein spurningur um tíð. Tað kann ganga nokk so skjótt, men tað kann eisini koma at taka nøkur ár enn. Í vár byrja ENI, Cieco og Føroya Kolvetni sína boring á loyvi 005. Verður tað úrslitið jaligt, ja, so eru vit í eini góðari støðu. Verður úrslitið minni gott, so verður til­ gongdin drúgv ari. Og tá er tað gott, at hesin brunnurin "er kom in í hús". Tað verður eisini við til gera onnur fe løg meira varug við før­ oyska økið. ­ Annars verður alla tíð­ ina arbeitt við øllum loyv­ unum. Vit fylgja vit væl við arbeiðinum og meta ymist áhugavert standa fyri framman. PrEStaSEtan Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kirkjuráðini í Suður streym­ oyar Vestara prestagjaldi og í Kvívík hava bæði inn­ stillað Theodor Olsen til prestastørvini í Kvívík í Norðsteymoyar prestagjaldi og við Vesturkirkjuna í Havn. Theodor Olsen kann nú velja, um hann vil halda fram sum prestur í Kvívík, har hann hevur veirð síðani Marjun Bæk fór frá, ella um hann vil verða prestur við Vesturkirkjuna í Havn. Sum skilst, so hava bæði kirkjuráðini á fundi í gjár innstillað Theodor Olsen sum nummar eitt, og nú skal Theodor Olsen so gera av, hvørja av umsóknunum hann tekur aftur. Í gjárkvøldið hittust 100 fólk í Roynhøllini í Hvalba at viðgera støðuna, nú sóknin liggur í prestaloysi. Tey vilja hava loysn á málinum í morgin PrEStaSEtan Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Meðan Ólavur Rasmussen, prestur, hevur verið í far­ loyvi, hava aðrir prestar røkt starvið, seinast Símun P. Jacobsen, sum í dag hevði sína fráfaringarguds tæn­ astu, nú hann er settur sum prestur í Sjóvar sókn. Fundarfólkið í Hvalba vísir á, at málið flýtur mill­ um bisp og mentamála ráð­ harran. ­ Málið hevur koyrt síðani 2007, og nú ynskir kirkju­ fólkið í sóknini at fáa eitt svar frá biskupi og menta­ málaráðharranum. Vit vilja hava málið loyst frá tykkara síðu í seinasta lagi týsdagin 12. januar á middegi, sigur fundarfólkið í yvirlýsing. Tey, sum hava skrivað und ir yvirlýsingina eru: Elm ar Skaalum, kirkju ráðs­ limur, Annika Poulsen, kirkju fólk, og Niels Olaf Ey vindsson, kommunu­ stýris limur. Jarðfeingi fegnast um boring Petur Joensen, sum herfyri varð settur sum stjóri á Jarðfeingi fegnast um, at fleiri oljufeløg nú vilja bora enn ein brunn á landgrunninum Bæði Havnin og Kvívík vilja hava Theodor Hvalbingar vilja hava loysn á prestamálinum Smyril Line bjóðar áhugavert og avbjóðandi lærupláss sum gastronomiskur kokkur í ein- um al tjóða um hvørvi. Læru tíð- in er 3 ár og 9 mán aðar. 47 vikur av lærutíðini er á skúla í Aalborg, harav 20 vikur eru grundskeið. Vit vænta, at tú: · ert kreativur, lagaligur og hevur ábyrgdarkenslu · hevur hug og evni at arbeiða saman við øðrum · kanst arbeiða sjálvstøðugt · ert fl eksibul og hevur gott sinnalag Vit bjóða: · eitt spennandi og krevj andi starv á einum stór um og fjølbroyttum arbeiðs plássi · góðar umstøður og gott arbeiðsumhvørvið · góðar møguleikar fyri per són ligari og fakligari menn ing · arbeið og frítíð í lut fall inum 1 til 1 Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært galdandi sátt mála. Størvini verða sett skjót ast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Umsøkjarar, ið hava lokið grund skeið innan kokkafakið, hava fyrimun. Lærutíðin verður í hesum sambandi stytt við 20 vikum. Umsóknir og CV skulu send ast við telduposti til hesa tilskrift innan mánadag 1. februar: chef.manager@norrona.fo Tel. 344850 / 344835 Søkt verður eftir gastronomiskum kokka næm ingi til gall una umborð á Norrönu at byrja skjótast gjørligt. GASTRONOMISKUR KOKKANÆMINGUR TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skriv - stovum í Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Danmark. Um framt egnar skriv- stov ur, hev ur felagið eisini aðal sølu- umboð í Bretlandi, Beligu, Frak landi, Hollandi, Italiu, Pó landi og Svøríki. Smyril Line hevur eisini tætt samstarv við samstarvs felagar í megin part - inum av evrop e iska megin land inum og rest ini av út heim inum. S M Y R IL LIN E · YVI RI VI Ð S T ROND 1 · POS T BOKS 3 7 0 · F O-1 1 0 TÓR S H AV N TLF 3 4 5 9 0 0 · FA X 3 4 5 9 5 0 · OF F I C E@ S MYRI L- LI NE. F O · W W W.S M YR I L -L I N E .F O Mikukvøldið klokkan 19 fer Dennis Holm, sam fe­ lagsgranskari, at halda fyri­ lestur í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Fyri­ lesturin nevnist: Byggja vit eldrabúðstaðir á rættan hátt? Her hava avvarðandi, kommunalpolitikarar og onnur áhugað høvi til at síggja og hoyra um tað at byggja til eldri borgarar. Í hesum døgum eru nógv­ ar ætlanir um nýggj røkt­ arheim í øllum landinum. Spurnartekin verður sett við mátan, ið brúktur verð­ ur, og væl ber til at seta spurningar. Komandi árini ynskir eitt stórt tal av frísk­ um eldri fólkum at flyta úr stórum húsum í smærri hús. Hvussu gera vit, spyrja fyrireikararnir til fyri lest­ urin, sum altso verður í Hoy víkar kirkju komandi mikukvøld klokkan 19. Fyrilestur um eldraíbúðir í Hoyvíkar kirkju