Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 11. januar 2010 7 lýsingar Vegurin Langi 188 Hoyvík tlf. 35 30 40 Klingrugarður 700 Klaksvík tlf. 47 30 40 www.reyniservice.fo rs@reyniservice.fo Forkela bilin og lat hann væl í til veturin Viðgerð Sertilboð 1.595,- Mini bilur 1.695,- Miðal bilur 1.795,- Stórur bilur Ein Tidy-Car viðgerð er eisini eitt gott gávuhugskot. Vit gera eisini gávukort gávukort Um bilurin hevur mist glansin ella tú bert ynskir at geva honum ta viðgerð, hann hevur uppiborið, hava vit serkøn fólk á økinum. Vit tilmæla at allir bilar fáa eina árliga lakkforsegling fyri at verja lakkið, nú veturin stendur fyri framman. Ein Tidy Car viðgerð fær bilin at síggja út sum nýggjur og ger hann lættari at viðlíkahalda og halda reinan. Vit viðgera øll bilmerkir. Tilboðið er galdandi til 28. februar 2010 Verandi stjóri á Havstovuni fer frá vegna aldur, og søkt verður við hesum eftir nýggjum stjóra. Havstovan hevur til endamáls at savna inn vitan, kunna og ráðgeva um livandi hav tilfeingið og tess umhvørvi við skilagóðari gagnnýtslu fyri eyga. Stjórin skal í samstarvi við Fiskimálaráðið virka fyri at menna og gjøgnumføra meginsetning, mál og strategi stovnsins. Fiskimálaráðið Havstovan er vísindastovnur undir Fiskimálaráðnum. Havstovan skal millum annað gera kanningar av livandi tilfeinginum og tess umhvørvi í føroyskum sjógvi, eins og á havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál. Stovnurin kunnar landsins myndugleikar og almenning um granskingarúrslit, eins og stovnurin ráðgevur myndugleikum um livandi havtilfeingið við skilabestu gagnnýtslu fyri eyga. Á Havstovuni starvast 39 fólk. 26 eru knýtt at sjálvum stovninum, og 13 eru knýtt at havrannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni, ið er partur av stovninum. Sí annars heimasíðu stovnsins, www.hav.fo. Ábyrgdarøki Sum stjóri hevur tú ábyrgdina av, at nógvu uppgávurnar á Havstovuni verða loystar á fullgóðan hátt. Somuleiðis skalt tú menna og grundfesta eina leiðslukunningarskipan, ið verður støðið undir avgerðum stovnsins langt fram í tíðina. Tú fært millum annað ábyrgdina av • at ráðgeva politiska myndugleikanum • at stíla fyri gransking í fiskivinnu, havumhvørvi og havtilfeingi • at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi • at skipa samstarvið við aðrar granskingar- og útbúgvingarstovnar í Føroyum og uttanlands. Vit leita eftir einum stjóra, sum • kann dokumentera førleikar á omanfyristandand i ábyrgdar økjum • hevur útbúgving frá lærdum háskúla, í minsta lagi á masterstigi ella kandidatstigi • hevur kunnleika og royndir, ið kunnu setast í samband við starvið og høvuðsgranskingarøkið á Havstovuni • hevur góð evni at samskifta í almenna rúminum og beinleiðis við føroyskar og útlendskar myndugleikar, vinnugreinar og yrkisbólkar • hevur góð evni at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • kann dokumentera evni at arbeiða óheft av uttanhýsis myndugleikum og áhugabólkum, evni at bróta upp úr nýggjum, evni at eggja og menna starvsfólk og evni at taka ímóti stórum avbjóðingum. Setanartreytir Starvið verður lønt ájavnt við 38. lønarflokk hjá Tænastu- mannafelagi landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Neyvari treytir verða ásettar í stjórasáttmála. Starvið verður áramálssett. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skulu sendast Fiskimálaráðnum, stílað til Rógva Reinert, aðalstjóra, Postsmoga 347, 110 Tórshavn í seinasta lagi hósdagin 14. januar 2010 kl. 12.00. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra, á telefon 35 30 30. STJÓRI TIL HAVSTOVUNA