Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 6 - 11. januar 2010 Bæði tey størstu ferðafólkaskipini í Føroyum, Norrøna og Smyril, hava bjargingarringar, sum í Svøríki eru avdúkaðir at søkka. – Tað kann væl vera, at onkur ikki er í lagið, tí kanska kanna vit tað ikki nóg væl, sigur John Mikkelsen, skipaeftirlitsmaður Trygd Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Ringarnir eita Aval. Teir komu umborð í Spania, tá skipið varð bygt. Erland Mørkøre, skipari á Smyrli, svarar, eftir at hava kannað, hvat merki bjargingarringarnir umborð eru og spyr hví Sosialurin vil vita tað. Svarið er rættiliga greitt. Í Svøríki hevur ein søga koyrt í miðlunum rættiliga leingi, at nakrir av minst trimum merkjum av bjargingarringum søkka, tá teir verða blakaðir á sjógv. Merkini eru: Valeria San Giorgio úr Italia, Perry Buoy úr Bretlandi og Aval úr Grikkalandi. Hetta sein­ asta hevur Smyril umborð. Hetta kemur óvart á skip­ aran, sum ikki hevur hoyrt um trupulleikan. Men tað er ikki bara á Suðuroyarleiðini hjá Strand­ faraskipum landsins, har upp til 975 ferðandi kunnu vera við, at ivasamir bjarg­ ingarringar eru umborð. Eisini Norrøna Umborð á Norrønu, sum hev­ ur møguleika fyri 1482 ferðandi, eru ringarnir nevni­ liga av merkinum Perry Bouy. Smyril­Line sigur seg kenna til málið. – Vit fingu eitt bræv um teir fyri einum trimum mán­ aðum síðan, og kannaðu ringarnar tá. Alt var í lagið, sigur Rúni Olsen, maritimur leiðari hjá Smyril­Line. Hann leggur afturat, at danska sjóferðslustýrið hev­ ur givið boð um at kanna ringarnar, og tað varð gjørt á Norrønu fyri nøkrum mánaðum síðan, tí DFDS hevði havt trupulleikar við nøkrum ringum. Hinvegin er tað er ikki bara DFDS, sum hevur havt trupulleikar. Á Álandi hev­ ur Viking Line skift minst 50 bjargingarringar út, sam­ bært blaðnum Nya Åland, eftir at tað kom fram, at teir vóru av merkinum Aval, sum føroyski Smyril eisini hevur umborð. Viking Line á Álandi hevur kannað allar ringarnar og allir flutu, men velur nú at skifta teir, tí tað er eftir nøkur ár, at skúmurin tódn­ ar og vatn kemur inn í ring­ arnar, sum tí ikki flóta. Bara í miðlunum Føroyska Skipaeftirlitið kennist ikki beinanvegin við málið, tá Sosialurin spyr um málið. Men John Mikkelsen, skipaeftirlitsmaður, sigur seg kenna málið. – Eg sá tað onkrari heima­ síðu, at okkurt var við ring­ unum, men vit hava ongi formell boð fingið, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at teir ikki hava verið varugir við hendan trupulleikan á Skipaeftirlitinum, men váttar, at tað kann vera, at ringar eru í Føroyum, sum søkka. – Tað kann væl vera, at onkur ikki er í lagið, tí kanska kanna vit tað ikki nóg væl, sigur John Mikkel­ sen Hyggja at ringum Um orsøkina til, at John Mikkelsen, ikki er heilt vísur í, um ringar, sum søkka eru í Føroyum ella ikki, sigur hann, at tað ikki er vanligt at blaka ringar á sjógv, tá teir vera kannaðir. – Tað plagar at vera ein visuel kanning, at vit hyggja eftir, um teir eru í lagið. Tað er bara, um tað er sterk­ ur illgruni, at vit blaka teir á sjógv, staðfestir skipar­ eftirlitsmaðurin. Klassin sent bræv Hóast tað bert er tilvildin, sum hevur gjørt, at Skipa­ eftirlitið yvirhøvur kennir málið, so kennir ein annar partur, sum kannar nógv føroysk skip, Det Norske Veritas ella Klassin, væl til málið. – Vit fingur boð fyri ein­ um tveimum mánaðum síð­ an, at trupulleikar vóru við onkrum ringum, og tey boðini sendu vit beinanvegin víðari, greiðir Andrass Joen­ sen, sum arbeiðir hjá Det Norske Veritas í Føroyum, frá. Hann leggur afturat, at hann ongantíð hevur sæð ringar søkka, og at hann ikki ivast í, at skipini, sum hava tílíkar bjargingarringar, hava kannað teir væl. – Ferðafólkaskipini kanna teir fleiri ferðir um mánaðin, sigur hann. Spurningurin er tó, hvat er kannað umborð á Smyrli, tá skiparin ikki umgangandi visti, hvat merki ringarnir eru, hóast yvir 50 ringar av merkinum Aval eru skiftir út hjá Viking Line á Álandi. Hini í lagið Eftir øllum at døma er tað tó bert Smyril av skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins, sum hevur ivasamar bjarg­ ingarringar, tí hvørki Teistin, Ritan, Sam ella Súlan hava nakað av teimum trimum merkjunum av bjargingar­ ringum, sum stórt spurnar­ tekin er sett við. Eftir stendur, at Smyril hevur Aval ringar, sum í rúgvum eru skiftir út á Álandi. Ongar eyka kann­ ingar eru gjørdar av ringun­ um á Smyrli. Skipaeftirlitið kennir bara málið úr fjøl­ miðlunum og staðfestir, at møguleiki er fyri, at ringar eru umborð á føroyskum skipum, sum søkka, um teir verða blakaðir á sjógv. Bjargingarringarnir kunnu søkka Heldur hernaðardómstól Nigeriski maðúrin, sum er ákærdur fyri at hava roynt at spreingja eitt amerikanskt ferðamannaflogfar jóladag, eigur at koma fyri ein hernaðardómstól. Tað heldur í hvussu er senatorurin John McCain, sum var forsetavalið hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2008. McCain heldur tað vera skeivt, at tann ákærdi maðurin skal hava rætt til ein sakførara at verja seg, tí tað týdningarmesta er at fáa allar upplýsingar burtur úr honum, sigur senatorurin við CNN. Hann heldur, at maðurin eigur at koma fyri ein hernaðardómstól og ákærast sum fíggindaligur stríðsmaður. Vildu ikki hava loysing Ein meiriluti av fólkinum í Fronskum Guyana vrakaðu eitt uppskot um størri sjálvræði, men luttøkan á fólkaatkvøðuni var lítil. Sambært myndugleikunum vóru 48 prosent í valhølunum og søgdu sína hugsan, og av teimum atkvøddu 69,8 prosent ímóti størri sjálvræði frá Fraklandi. Eisini á oynni Martinique skuldu fólk taka støðu til eitt uppskot um størri sjálvræði frá Fraklandi. Tað endaliga úrslitið er ikki komið, men fyribilstøl benda á, at 59 prosent hava sagt nei. Fólkaatkvøðurnar í Fronskum Guyana og á Martinique vóru avleiðing av ófriði í fjør, tá fólk kravdu størri sjálvræði frá Fraklandi. Bjargingarringarnir umborð á Smyrli komu umborð, tá skipið var bygt. Ringarnir eru av merkinum Aval, sum sviar hava funnið fram til, er eitt av trimum merkjum av ringum, sum kunnu søkka, tá teir skulu brúkast Orsøkin til, at bjargingarringar av merkjunum Aval, Perry Buoy og Valeria San Giorgio kunnu søkka, er, at skúmið inni í ringunum tódnar eftir nøkur ár, og vatn tí fær pláss í restini av ringinum