Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsliðsvenjarin, Claus Rasmussen, hevur valt sær brutto hópin til Challenge- Trophy, sum hesa ferð verð ur í Letlandi. Nú fáa spælar ar nir seks vikur til at prógva, hvør teirra skal við til kappingina Tríggjar ferðir á rað hava Føroyar vunnið silvur í Challenge-Trophy kapp ingini í kvinnuhondbólti. Fjórða royndin verður gjørd í apríl mánaði í Letlandi, sum er vertur hesa ferð, og nú hevur Claus Ras- mus sen boðað frá, hvørjar tær eru, sum kappast um pláss í hópinum. Seinasta árið hevur Claus Rasmus- sen annars arbeitt við einum U- lands liðshópi, og flestu av spælar- unum, sum hava verið við her, eru eisini í bruttohópinum, sum nú er kunngjørdur. – Ætlanin hevur alla tíðina verið, at vit skuldu geva øðrum møgu- leikan,tá Challenge-Trophy nærkast, men í fyrstu atløgu valdu vit at ar beiða við einum sera ungum hópi. – Nú havi eg so roynt at valt á leið fýra spælarar til hvørt plássið. Eg havi tosað við hvørja einstaka av hes um, og saman við Hans Mikkel- sen, fysiskum venjara, og Mildrið Jacobsen, hjálparvenjara, havi eg so savn að data inn upp á einstøku spælar arnar. Tær hava fingið at vita, at endaligi hópurin verður úttikin, eftir at danska U-19 landsliðið hevur verið á vitjan, og so fáa vit at síggja, hvørjar tá eru best fyri, sigur Claus Rasmussen. Og hann leggur dent á, at tá vera tað akkurát tær, sum eru best fyri, ið verða bidnar um at koma við. – Tá hópurin verður úttikin, verð- ur talan um tríggjar málverjar og annars tvær til hvørt plássið úti á vøllinum. Og tað verða tær 15, sum eru best fyri, sum verða úttiknar. Og so er tað líkamikið, um spælarin er 17 ella 28 ár. Tí landsliðið er sett sam an av teimum bestu, sigur venj- ar in avgjørdur. Donsku europameistararnir fyri U19-landslið vitja í Føroyum seinna partin av februar mánaði. Tær spæla tríggjar venjingardystir á ferðini, og út fraá hesum og teimum fysisku mát ing um, sum støðugt verða gjørdar, verður endaligi lands liðs hóp ur in úttikin. Fáa ein mánað at prógva seg jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Bruttohópurin Málverjar: Erla Eliasen, Aalborg Friða Petersen, Neistin Guðrun í Lágabø, Tjaldur Ruth Mohr Heen, Neistin Viviann Petersen, VÍF Vinstri veingir Susanna Petersen, Kyndil Tóra Seloy, VÍF Unn Kragesteen, Neistin Una Egilsdóttir, VB Vinstri bakkar Bára Berthelsen, StÍF Liljan Durhuus, VÍF Simona Petersen, Stjørnan Miðleikarar Agnes Olsen, VÍF Durita Ljósstein, Stjørnan Joan Djordjevic, Stjørnan Katrin Á Neystabø, Neistin Marjun Danberg, Neistin Strikur Anja Heinadóttir, Neistin Durita Mikkelsen, Stjørnan Una Olsen, Stjørnan Høgri bakkar Durita Christophersen, Stjørnan Heidi Joensen, VÍF Louisa Andreasen, Neistin Ninna Johansen, Virum Høgri veingir Elisa Leo, VÍF Halla Midjord, VÍF Judith Hansen, Stjørnan Unnur Danielsen, Neistin Landsliðsvenjarin hjá hondbóltskvinnunum, Claus Rasmussen, hevur fyribils tikið út ein bruttohóp við 28 spælarum Mynd: Álvur Haraldsen Jón Johannesen skal venja TB Jón Johannesen skal komandi kappingarár standa á odda fyri TB. Tað vórðu spælararnir kunnaðir um á fundi seinnapartin leygardagin. 41 ára gamli Jón Johannesen hevur slitið sínar barnaskógvar í felagnum. Hann spældi í fleiri ár á besta liðnum, og stóð eisini á odda fyri liðnum í 2003 og 2004. Og síðst, hann var í starvinum sum venjari eitt heilt kappingarár, hilnaðist somikið væl, at liðið vann sær uppflyting úr næstbestu deildini.